Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 12. desember 2005 9 Ein av fyritøkunum sum av álvara fer at merkja til bøttu umstøðurnar við Norðoyatunlinum er Føroya Bjór í Klaksvík. TUNNIL Snorri Brend Bjórið: Fyritøkan hevur í dag deildir á fýra støðum kring landið, umframt sjálv­andi høvuðsdeildina í Klaksvík. Um­vegis hesar verður tí ein stórur partur av teim før­oysku drekkivørunum seld­ar. Føroya Bjór tekur sær kort­ini ikki sjálvt av at flyta hesar túsundtals fløskurnar og annað kring landið, men hevur útlisiterað hetta til eina flutningsfyritøku at taka sær av. Nú prísirnir fyri koyringina gjøgnum tunnilin eru vorðnir almannakunngjørdir kunnu tey hjá fyritøkuni gera fíggj­ arætlanina fyri 2006 lidna, har m.a. flutningurin sjálv­ andi eisini skal takast við út frá teimum ásettu prís­un­ um. Eingin skundur Fyri stjóran, Einar Waag er greitt, at tað verður munandi lættari at sleppa frá og til Klaksvíkar, tá hann t.d. skal á fund í Havn ella aðrastaðni kring landið. Tað hevur verið ein øgilig tíðsspilla frammanundan, har ein kundi koma út fyri at standa og bíða báðumegin Leirvíksfjørð, bert tí ein skuldi á ein fund í Havn, og sum einans tók 15 minuttir. - Jú, tað verður ein lætti. Eingin ivi um tað, tí nú slepp­ur ein somuleiðis und­an at standa og trippa á ein­um fundi, bert fyri at kunna røkka Dúgvuna, sigur hann. Umleið 40 fólk arbeiða á Föroya Bjór, harav 18 á skrivstovuni og bryggja­ rí’num í Klaksvík. Higartil hevur so at siga alt timbrið hjá Klaksvíkar Timburhandli verið selt norðoyingum. Men nú skal broyting koma í, sigur stjórin Eivind Jacobsen TUNNIL Snorri Brend Timbrið: - Skal ein fara har sum marknaðurin er, so mugu vit leita okkum til Havnar. Tað er har sum sethús í stórum tali verða bygd í dag, staðfestir stjórin, Eivind Ja­cobsen. Henda møguleikan sær hann fyri sær, nú Norð­oya­ tunnilin letur upp um stutta tíð. Sjálvur dugir hann ikki at meta um, hvussu tunnilin fer at ávirka ferðsluna og ferðslu­mynstrið. Men fyri Klaksvíkar Timburhandil er leiðin greið: Havnarfólk skulu eis­ini merkja, at hesin timbur­ handilin er til. Ruta til Havnar Ætlanin hjá timburhandlinum er at fáa lag eina fasta rutu við tilfari hagar til tey, sum taka av tilboðinum hjá teim­ um um byggitilfar. - Vit hava enn ikki tikið støðu til, nær vit av álvara fara undir hetta. Men tá kom­ ið er nakað út á várið fara vit undir hetta tiltakið. - Hetta skuldi verið besta tíð til húsabygging – besta timburtíð, sigur Eivind Jacobsen. Hann er tó greiður um, at samstundis sum tað verður lættari hjá teimum at fara aðrar staðir við sínum vør­ um, so er forholdið tað sama hjá øðrum fyritøkum kring landið at koma til Norðoyggjar. Norðoyatunnilin Timburhandilin: Víðka virksemið til Havnar Føroya Bjór: Lættir munandi um Bíligari at sigla til Havnar Nú verður bíligari hjá akførum at ferðast til og úr Suðuroynni, hevur løgtingið samtykt Suðuroyarleiðin Snorri Brend Flutningur: - Samtyktin ber í sær, at tað verður bíligari at ferðast við Suðuroyarleiðini hjá akførum sum eru størri enn fimm metrar long – tað vil siga akfør sum eru til vinnuligan flutning, upp­­lýsir Andrass Jensen á Samferðsludeildini á Strand­ ferðsluni. Henda broytingin kemur í gildi í dag, og fer at gera tað rættiliga nógv bíligari hjá teimum, ið hava tørv á at taka vinnubilar sínar til Havnar ella til Suðuroyar. Prísurin er nærum farin í helvt. Sum dømi kann nevnast, at ein vøru- og lastbilur í støddini 5 til 7 metrar langur og sum fór til Suðuroyar í gjár skal gjalda 430 kr. fyri túrin. Men við broytingini í dag kann sami túrur gerast fyri einans 210 kr. Er neyðugt at taka ein last­­bil sum er longri enn 15 metrar við sær, so kann ein koma bæði aftur og fram ídag – í roynd og veru fyri tað sama sum tað kostaði annan vegin í gjár. Í dag kost­ ar tað nevniliga 625 kr. fyri einvegis ferðaseðilin ella 1250 kr. í alt. Fyri bussar og hýruvognar verður eisini talan um eina lækking í prísi, - tó ikki so nógv sum hjá vøru- og lastbilunum. Ein bussur í støddini 5 til 7 metrar skuldi í gjár gjalda 260 kr. fyri túrin, meðan hann í dag skal gjalda 210 kr. Er bussurin longri enn 15 metrar so skuldi hann ígjár gjalda 680 kr., men í dag einans 625 kr. Upplýst verður tó, at prís­urin á einum einvegis ferðaseðli fyri persónsbilar verður óbroyttur, nevniliga 130 kr. Lættari verður hjá Føroya Bjór at sleppa inn á meginøkið við framleiðslu síni Nú verður bíligari at taka vørubilar, lastbilar og bussar við úr Suðuroynni ella til Havnar