mánadagur 12. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 238 - 12. desember 2005
Um vikuskiftið varð friðarvirðisløn Nobels handað
stjóranum fyri altjóða kjarnorkustovninum. Hetta
var ein sera skilagóð avgerð. Stjórin El Bahradai
helt áhugaverda takkarrøðu, har hann vísti á, at tað
sjálvsagt ikki var hann persónliga, men stovnurin
ella felagsskapurin, sum átti heiðurin. Bahradai
vísti í røðu síni á tveir megintrupulleikar ella
vandar í heiminum í dag, tá um kjarnorku ræður.
Fyrsti trupulleikin er, at kjarorkutilfar í stórum
mongdum verður flutt ólógliga landa millum.
Her er talan um beinleiðis smugling, har altjóða
brotsmannalið vinna stóran pening. Mangan er
her talan um kjarnorkutilfar, sum stavar frá gamla
Sovjetsamveldinum. Stjórin gjørdi vart við, at hetta
óskil eigur at verða steðgað skjótast, tí hetta ger
heimin sera ótryggan. Hetta merkir, at í roynd og
veru vita avvarandi altjóða myndugleikar ikki,
hvussu nógv vandamikið geisslavirkið tilfar veruliga
er í umfari. Heldur ikki vita teir, hvussu nógv av
hesum tilfari kann fara í ólógligt umfari næstu árini.
Hetta er sostatt ein stórur altjóða trupulleiki.
Hin megintrupulleikin, sum Bahradai vísti á, snýr
seg um spjaðingina av kjarnorkuvápnum. Hetta
merkir, at alt fleiri lond útvega sær ella gerast før
fyri at út vega sær kjarnorkuvápn. Hetta hendir
á lóligan hátt. Men tað merkir ikki, at vandin er
minni. Jú fleiri lond, ið útvega sær kjarnorkuvápn,
jú størri gerst vandin fyri, at hesi vápn verða nýtt
í eini altjóða konflikt, er minni. Hetta vil so aftur
leiða til eina heimsumfevnandi kjarnorkuvanlukku.
Eitt kríggj, har kjarnorkuvápn verða brúkt, kann
ikki avmarkast. Hvussu so víkur og vendir, so fer
útlátið av geisslavirkni at verða so ógvusligt, at øll
mannaættin kemur í stóran vanda. Eisini her er
sostatt ein stórur vandi á ferð og ein álvarsamur
altjóða trupulleiki.
Stjórin fyri altjóða kjarnorkustovninum IAEA vísti
á, at tað tykist, sum eingin longur veruliga og í
fullum álvara tekur sær av hesum báðum stóru
altjóða trupulleikum. Stríðið móti altjóða yvirgangi
fyllir so nógv í huganum á heimsins mætastu tjóðum
og teirra leiðarum, at pláss er ikki longur fyri hesum
”gamla” altjóða trupulleikanum. Tað var tann tíð,
tá ið heimsins leiðarar skiltu vandan við eitt nú
spjaðing av kjarnorkuvápnum. Nú venda teir blinda
eyganum móti hesum vanda. El Bahradai endaði
røðu sína í Oslo við at heita á heimsins tjóðir um
at taka hesar vanda í størri álvara og at sýna hesum
altjóða trupulleikum størri ans. Vit onnur kunnu
bert bíða og vóna, at lurtað verður eftir hesum
skilamanni, so vit sleppa frá vandanum fyri eini
heimsumfatandi kjarnorkuvanlukku.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Tveir altjóða trupulleikar
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Betur at borgarin hevur ráð at geva jólagávur, heldur
enn at Heðin gevur jólagávur, sum onnur hava goldið
Jan Christiansen
býráðlimur
Heðin Mortensen roynir enn einaferð at verja meirilutans
avgerð um at hækka skattaprosentið í Tórshavnar Komm
unu komandi ár. Hann roynir at niðurgera undirritaða, við
at siga, at eg lítið og einki skilji, og sigur hann seg vilja
skera prinsippið um innkrevjing av skatti út í papp, so at eg
kann skilja tað. Eisini sigur Heðin, at um skattaprosentið
ikki skal hækkað komandi ár, so mugu vit í minnilutanum
siga, hvørjar tænastur vit vilja velja frá. Heðin skrivar
at kommunulógin er púra greið, og at í henni stendur, at
kommunan hevur bert loyvi at krevja tað inn í skatti, sum
tað kostar at reka kommununa, hvørki meira ella minni.
Lat meg nú royna at skera fíggjarætlanina hjá Tórshavnar
Kommunu fyri 2006 út í pappi fyri Heðini.
Á býráðsfundi 24. november í ár bleiv fíggjarætlanin fyri
komandi ár samtykt, og vóru høvuðstølini hesi:
Útreiðslur:
Fyrisiting
45.520.000 kr.
Tekniskar veitingar
90.130.000 kr.
Skúlamál
37.252.000 kr.
Mentan og fritíð
25.311.000 kr.
Sosial og heilsumál
46.897.000 kr.
Barnaansing
105.047.000 kr.
Aðrar útreiðslur
57.730.000 kr.
Reguleringskonto
3.000.000 kr.
Íløgur
98.000.000 kr.
Lánsgjøld og grunnar
8.590.000 kr.
Tilsamans
517.477.000 kr.
Inntøkur:
Rentuinntøkur
2.000.000 kr.
Traðir og økir
3.000.000 kr.
Skattainntøka
512.477.000 kr.
Tilsamans
517.477.000 kr.
Tað vil siga, at Heðin Mortensen hevur samtykt, at tað
skal kosta góðar 517 mió.kr. at reka Tórshavnar Kommunu
komandi ár. Sami Heðin sigur, at skattalógin sigur púra
greitt, at bert tað, sum tað kostar at reka kommununa kunnu
vit krevja inn í skatti, hvørki meira ella minni!
Fyrsti forklálingstrupulleikin.
Tað er fakta, at kommunan fær afturgoldið 22 mió. kr.
úr kommunala veðhaldsgrunninum og at hesin peningur
verður tøkur í kommunukassanum komandi ár. Hesar 22
mió. kr. eiga at leggjast afturat inntøkusíðini, so at veruligu
inntøkurnar verða 539 mió. kr. Útreiðslurnar verða 517 mió.
kr., so nú leypa 22 mió. kr. av. Kortini krevur kommuna hesar
22 mió. kr. inn í skatti frá borgarunum, hví? Skattalógin er
greið: Bert krevja inn tað, sum kommunan skal brúka!
Næsti forklálingstrupuleikin:
Heðin Mortensen sigur tað vera
lættisoppur at lova skttalætta, uttan
av vísa hvar peningurin skal koma
frá. Minnilutin hevur ikki lova nakran
skattalætta, men hevði uppskot um
at varveita verandi skattaprosent.
Eisini vístu vit á, hvussu tað kundi
lata seg gera og er okkara uppskot
skrivað í fundarbókina, so har kan
Heðin lesa tað svart uppá hvítt.
Í fundarbókini stendur:
Minnilutin Jan Christiansen, Høgni
Mikkelsen, Sjúrður Olsen, Beate L.
Samuelsen, Bjarti Mohr, og Inga
Dahl, vísir á, at nú skattainntøkan er mett at hækka, og at
skuldin mest sum er goldin, og kommunan fær afturrindað
nógvan pening úr kommunala veðhaldsgrunninum,
eiga hesir faktorar at koma borgarunum í Tórshavnar
Kommunu til góðar. Hetta kann gerast við ikki at hækka
verandi skattaprosent á 18.75 % og við at varveita verandi
barnafrádrátt á 5.000 kr.
Við hesum grundgevingum mælir minnilutin til at taka undir
við fíggjarætlanini fyri 2006 við hesum broytingum:
At afturrindan úr kommuna veðhaldsgrunninum verður
inntøkuførd við 22.000.000 kr., at lækka íløgurnar við
1.777.000 kr. til 96.223.000 kr. og at áseta skattaprosentið
til 18.75 % og Barnafrádráttin til 5.000,00 kr.
Heðin Mortensen skrivar um Jólakalendaran hjá Jan, har
minnilutin vil sleppa at lata lúkur upp fyri at geva skattlætta
í jólagávu til fólki. Støðan er tíverri beint øvut. Tað er
núverandi borgarstjórin, sum krevur óneyðuga nógvan skatt
inn frá fólkinum, so at hann kann geva stórar jólagávur,
sum onnur hava goldið fyri. Nógv húski hava tað tungt
fíggjarliga, serliga tey við teimum lágu inntøkunum, og
var landsskattlættin ætlaður teimum. Men nýkonverteraði
javnaðarmaðurin Heðin Mortensen vildi eisini hava lands
skattalættan konverteraðan í kommunukassan.
Jólaheilsan til Heðin