mánadagur 12. desember 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 12. desember 2005
23
Um leiðslan fyri
Royalu kappingini
ikki gevur loyvi til, at
onkrir dystir kunnu
spælast í hallum í
staðin fyri á vallum,
so heldur føroyski
spælarin í Start,
at tað ikki verður
kappingini lív lagað
ROYALA LIGAN
Jóannes Hansen
63 áskoðarar. Tað var talið
á teimum, sum í kuldanum
í Skien í Noregi hóskvøldið
hugdu at, tá ið Todi Jónsson
við góðum stútara tryggjaði
Start fyrsta stigið í Royalu
kappingini. Úrslitið móti
FCM var, sum tað varð nevnt
í vikuskiftisblaðnum, 1-1.
Sunnudagin átti Start aftur
heimavøll í Skien. Hesa ferð
var tað móti Oslo felagnum
Vålerenga, sum Start fyrr
í heyst tapti tætta kapping
um NM ímóti. Áhugin mill
um áskoðararnar var størri
sunnudagin, enn hann var
hóskvøldið. Men hann var
einki at rópa hurrá fyri. 429
vóru við fótakulda eygnavitni
til uppgerðina millum norsku
toppliðini.
- Talan er um eina skan
dalu. Hóast vit allir eru pro
fessionellir og harvið vita, hvat
tað snýr seg um, so ivist eg ikki
í, at tað hevur sína ávirkan á
okkum inni á vøllinum, at tað
eru so fá kring vøllin, sum
tað ongantíð eru til nakran fót
bóltsdyst í fremstu deildini í
Føroyum, sigur Todi Jónsson.
Sunnudagin var Todi ikki
á vøllinum í Skien, tá ið
Start tvífaldaði um samlaðu
úrtøkuna í skandinavisku
kappingini. Úrslitið móti
Vålerenga var 3-3, eftir at tað
í steðginum hevði staðið 1-1,
og eftir at Vålerenga nítjan
minuttir undan leikloki hevði
økt um leiðsluna til 3-1.
Undan dystarbyrjan royndi
Todi at hita upp, men hann
stóð ikki royndina. Onnur
hælsinan hevur verið eym,
síðani teir fóru at venja á
graslíki. Men hóast hetta, so
heldur Todi, at tað hevði verið
upplagt, at heimadystirnir hjá
Start hesa ársins tíðina vórðu
spældir í fótbóltshøllini, sum
er nógv tættari Kristiansand
enn Skien er tað, og har tað er
graslíki á vøllinum.
- Tað er týdningarmikið,
at umstøðurnar hjá áskoð
arunum eru góðar. Higartil
hevur leiðlsan í Royalu
liguni ikki viljað givið
undantaksloyvi at spæla
innandura, men tað mugu
teir umhugsa eina ferð enn,
eftir at áhugin fyri dystunum
hjá okkum á heimavølli
hevur verið so lítil, heldur
Todi Jónsson, sum í dag
fór til Keypmannahavnar í
vetrarfrí. Hann skal møta
aftur til venjingar 9. januar.
Serliga donsku feløgini
hava higartil verið avgjørd í,
at talan fór at verða um lægri
raðfesting av kappingini, um
uppgerðir vórðu fluttar undir
tak. Men eftir ferðina í Skien
og uppgerðina móti Start
frammanfyri 67 áskoðarum
tykist FCM venjarin, Erik
Rasmussen, at vera komin
á aðrar hugsanir. Hann er
ikki so avgjørdur nú og vil
heldur spæla undir taki, enn
at vera partur av endurtøku
av tí, sum gekk fyri seg hós
kvøldið.
Í Kristiansand eru vallar
umstøðurnar ikki so góðar,
sum tær eru hjá fleiri av hinum
feløgunum í bestu norsku
deildini. Start flutti upp í bestu
deildina síðsta heyst, og teir
hava ikki enn havt stundir at laga
umstøðurnar til n‡ggju tíðina
hjá fótbóltinum. Inntøkurnar
eru vornar væl størri, og
áhugin millum áskoðararnar
er eksploderaður.
Men nú verður hetta broytt.
Um Todi Jónsson á egnum
kroppi fer at kenna broyttu
umstøðurnar er framvegis ein
opin spurningur. Hann hevur
fyri stuttum skrivað undir
sáttmála, sum ber við sær,
at hann eisini í 2006 verður
partur av Start liðnum.
Í síðstu viku samtykti
býráðið í Kristiansand, at teir
nú skulu fara undir at byggja
nýtt stadion, sum verður
so mikið væl útgjørt, at tað
væl fer at bera til at spæla
fótbóltsdystir, hóast talan
verður um vetrarveður. Nýggja
stadion í Kristiansand ætlast
at verða liðugt 1. mars í 2007.
Næsta heyst fer Todi Jónsson
at taka støðu til, um hann skal
taka av tilboðnum, sum hann
hevur fingið frá Start um eisini
at umboða teir í 2007.
Trettan spælarar
skaddir
Tá ið Start sunnudagin
setti punktum fyri hesum
kappingarárinum, var talan
fyri tað mesta um eina
blanding av unglingaliði og
2. liði. Tí var venjarin, Tom
Nordlie, væl nøgdur við,
at hansara spælarar síðstu
tíggju minuttirnar megnaðu
tvær ferðir at svara aftur og
harvið at javna til 3-3 móti
Vålerenga.
Trettan av spælarunum,
sum plaga at vera við í
kappingini um tey ellivu
plássini á silvur liðnum hjá
Start, vóru á skaðalistanum.
Millum hesar var eisini Todi
Jónsson.
Í norsku fjølmiðlum verð
ur spurt, um hetta fer at
ávirka fyrireikingarnar hjá
Start til nýggja kappingar
árið. Tom Nordlie hevur
síðsta mánaðin koyrt á spæl
ararnar fyri at fáa teir í røttu
grundvenjingina.
Men Start venjarin og
næstu hjálparmenn hansara
siga seg ikki kvíga fyri
støðuni:
- Tað kemur ofta fyri, at
spælararnir eru moyrir, tá
ið landskappingin er av.
Summir hava leingi spælt við
størri og minni skaðum. Nú
hevur tað fremsta prioritet,
at spælararnir koma seg heilt
aftur, áðrenn farið verður
undir nýtt kappingarár. Hetta
hevur størri týdning, enn at
spælararnir luttaka í Royalu
kappingini, siga teir í Start.
Eftir at Start spælararnir
eru komnir aftur til arbeiðis
9. januar, er ætlanin, at teir
skulu venja nógv, og tað er
eingin ivi um, at tað verður
strevið. Todi Jónsson hevur
fyrr í heyst sagt, at hann
ongantíð áður hevur verið úti
fyri sovornari venjing sum
henni, sum hann dagliga er
partur av í Start. Og venjarin
fer neyvan at krevja minni
av spælarunum í januar, enn
hann hevur gjørt í august,
september og oktober.
28. januar fer Start til La
Manga í Spania, har føroyska
landsliðið fleiri ferðir hevur
verið á venjingarlegu. Tað
verður roknað við, at kanska
allir teir trettan, sum sunnudagin
vóru á skaðalistanum, fara at
verða tøkir, tá ið ferðalagið fer
úr Kristiansand og til Spania.
Tá fer denturin á góðum
grasvallum og vónandi
í góðum veðri eisini at
verða lagdur á at venja bólt
førleikan, og tá er ætlanin,
at Start skal spæla fleiri
venjingardystir.
Todi heldur talan vera um skandalu
Botn-metið í Royal League
kappingini varð sett í farnu
viku, tá einans 63 áskoðarar
vóru til dystin millum Start
og FC Midtjylland
Mynd: Scanpix