Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 238 - 12. desember 2005 Enska blaðið The Daily Mail skrivar í dag, at læknarnir hjá Real Madrid kanna venjingarstøðuna hjá Roy Keane, áðrenn sáttmálin verður undirskrivaður. Sáttmálin er bert galdandi komandi seks mánaðirnar, men møguleiki er fyri at leingja sáttmálan í eitt ár, um samstarvið riggar væl. Roy Keane kann ikki lut­ taka í Champions League dystunum hjá Real Madrid, av tí at hann longu hevur umboðað Manchester Uni­ ted í evropeisku kappingini. Tí verður hann bert at síggja í heimligu kappingini, har Real Madrid eltir Barce­ lona og Osasuna. Eingin ivi er tó um, at Real Madrid hevur tørv á einum sterkum manni á miðvøllinum. Spurningurin er síðani, um Roy Keane er rætti maðurin at átaka sær hendan leiklutin. Fjølmiðlarnir hava ver­ ið á tremur við søgum um Roy Keane, síðan hann fekk durafjórðingin í Manchester United, men nú hevur Keane eftir øllum at døma funnið ein n‡ggjan arbeiðsgevara. Meira verður óivað at frætta um Roy Keane komandi dagarnar. -SíS Liverpool miðvallarleikarin Boudewijn Zenden spælir neyvan fótbólt aftur hetta kappingarárið, skrivar www.soccernet.com. Zenden fekk ein knæðskaða í heimadystinum ímóti Real Betis í Champions League her fyri. Skaðin í liðbondunum í knænum tykist at vera so ringur, at hálendski leikarin mikudagin fer til USA, har kendi læknin Richard Steaman í Kolorado vænt­ andi fer at leggja hann undir skurð. Zenden kom úr Middles­ brough í summar, men hev­ur áður spælt fyri Chelsea, Barcelona og PSV Eindhoven. Zenden varð seldur til Middlesbrough, tá Chelsea keypti Arjeen Rob­ben, ið eisini hevur yv­irtikið plássið á há­­lendska landsliðnum frá Zenden. Í Middlesbrough var Zenden ein sera týdningarmikil leikari, men tá hansara sáttmáli við Middlesbrough var av í summar, vóru Liverpool til reiðar við einum tilboði. Eitt umboð fyri Liverpool sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at tað ikki er sannlíkt, at Zenden spælir aftur hetta kappingarárið -NuD Zenden spælir ikki hetta kappingarárið Keane á veg til Real Madrid Í tíggju teimum seinastu dystunum er einki mál farið ígjøgnum hjá Liverpool, sum eisini hevur vunnið seg upp á annaðpláss í Premier League. Hinvegin bendir einki á, at Chelsea fer at sleppa takinum um oddasessin, og niðurtúrurin hjá United og Arsenal heldur fram Premier League Stefan í Skorini Stóra søgan hetta vikuskiftið var nýggja metið, sum Liv­ er­pool liðið setti í 2-0 sigrinum á Middlesbrough. Tíggju dystir á rað hevur tað eydnast verju og málverja at halda málið reint, og hendan røðin tangerar metið frá kapp­ingarárinum 87/88, tá liðið eisini spældi tíggju dyst­ir uttan at fáa eitt mál ímóti sær. Av hesum tíggju dystunum eru sjey í Premier League, sum allir eru vunnir, og tríggir í Champions League. Um vit hyggja nærri eftir hesum sjey sigrunum hava allir dystirnir verið ímóti liðum, ið liggja í niðanfyri Liverpool á stigatalvuni (uttan Manchester City). Tað hava við øðrum orðum ikki verið teir torførastu dystirnir, ið Liverpool hevur leikt í lands­kappingini seinastu tíðina. Um jólini verða fýra dystir leiktir innanfyri nakrar fáar dagar, og tá skal Liverpool møta Everton og Bolton á útivølli. Tað verður torført at fáa eins góða úrtøku, og liðið hevur fingið seinastu tíðina. Liverpool er nú klintrað uppá annaðpláss saman við Manchester United. Hetta er merkisvert, tí at Liverpool hevur ligið heilt niðri á trettanda plássið fyri fáum vikum síðani. Tann stóri spurningurin er so, um Liverpool kann nærkast Chelsea. Hetta er ikki serliga sannlíkt í skrivandi stund. Hópurin er møguliga ikki nóg breiður, og Chelsea hevur heldur ikki víst nakað serligt tekin um veikleika. Nú skal Liverpool so til Japan at luttaka í heimsmeistaraskapinum fyri feløg, har teir skulu leika tveir dystir. Spurningurin er, um hetta fer at órógva ta gongd, vit hava sæð seinastu vikurnar. Eingin ivi er um, at venjarin Rafael Benitez kanska heldur hevði viljað hugsað um heim­ ligu landskappingina, men sigurin í Champions League krevur, at Liverpool luttekur í Japan. Chelsea fyri seg Chelsea megnaði aftur hetta vikuskiftið at fáa ein tepran sigur í hús. Hesuferð var Wigan á vitjan, og Chelsea vann 1-0 við máli frá John Terry miðskeiðis í seinna hálvleiki. Júst sama uppskrift sum síðsta vikuskiftið, tá Middlesbrough var á vitjan. Vit hava áður sæð Chelsea víst frægari spæl enn hesuferð, men eingin megnar at spæla champagnu-fótbóltur hvørt vikuskiftið. Tólv stig eru niður til nærmasta kappingarneytan, og José Mourinho svevur óivað væl um næturnar, tí hóttanin frá kappingarneytunum tykist ikki at vera serliga ræðandi hjá tí arroganta portugisaranum. United snávaði Dreingirnir hjá Sir Alex Ferguson høvdu eina greiða uppgávu undan heima­ dyst­inum ímóti Everton sunnudagin. Ein sigur var alt, sum taldi. Men tað tókt­ ist ikki, sum um liðið var komið fyri seg eftir skelkin í Lissabon mikukvøldið. Everton stríddist fyri lívinum og megnaði at fáa tað eina stigið. 1-1 gjørdist úrslitið, eftir at Everton hevði lagt seg framum eftir bert sjey minuttir. Ryan Giggs javnaði lítla løtu seinni, men United megnaði ongantíð at fáa sigursmálið. Tað var heldur ikki tað sama flogið yvir liðnum, sum vit onkuntíð hava sæð. Ruud van Nistelrooy hevði leikbann, og Ronaldo sat á bonkinum eftir tað heldur slaka avrikið ímóti Benfica. Arsenal í aldudali Arsenal tapti annan dystin uppí slag, tá teir vóru á vitj­ an í Newcastle. Arsenal er nú dottið heilt aftur á sætta pláss. Liðið liggur enntá aft­ an­fyri arvafíggindarnar úr Tottenham, og tað má sigast at vera ein kreppustøða á Highbury. Harumframt ganga søgurnar um, at Wenger er á veg til Real Madrid, hóast hann sjálvur vísir hesum aftur. Fleiri høvdu væntað, áðr­enn kappingin byrjaði, at Arsenal var frægasti av­bjóðari hjá Chelsea, men nú vit nærkast jólum, er Arsenal als ikki við í oddastríðnum. Menninir hjá Wenger hava verið eitt stórt vónbrot hetta kappingarárið, og spurningurin er, hvussu venjarin kann lyfta sínar menn burturúr hesum aldu­ dalinum. Trupulleikin hjá Arsenal er á útivølli, har teir bert hava vunnið ein av átta útidystum. Hinvegin hevur liðið vunnið allar heimadystirnar. Úrslit, Premier League Leygardagin Liverpool-Middlesbrough 2-0 Birmingham-Fulham 1-0 Blackburn-West Ham 3-2 Bolton-Aston Villa 1-1 Charlton-Sunderland 2-0 Chelsea-Wigan 1-0 WBA-Man. City 2-0 Newcastle-Arsenal 1-0 Sunnudagin Man. United-Everton 1-1 Ferndando Morientes var í essinum leygardagin. Her hevur hann júst lagt Liverpool á odda 2-0 í dystinum móti Middlesbrough Mynd: Reuters Liverpool setti nýtt met