Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 12. desember 2005 21 TB megnaði ikki at halda fast, og hóast 2-0 leiðslu, taptu tær dystin móti ÍF við trimum settum móti tveimum. TB tóktist annars at hava takið á dystinum, tí hóast ÍF á ongan hátt legði seg niður, so megnaði heimaliðið at taka tey bæði fyrstu settini. Men tær megnaðu ikki at halda fast. ÍF kom aftur í dystin, og við mest sum berum treiskni megnaðu tær alla tíðina at halda fast um dystin. Við bara einum setti, har munurin var fleiri enn tveir bóltar, staðfesti úrslitið eisini javna stríðið, sum alla tíðina helt sær. Men stigini fóru tó norður aftur um fjørðin, soleiðis at tær úr Fuglafirði staðfestu, at tær ætla sær heiðursmerki í ár. -mørk Føroysku útisetarnir í Noreg vunnu leygardagin dyst í hálvfinaluni í norsku steypakappingini. Í hálvfinaluni spældi Tromsø á heimavølli móti Kristianssund, sum í fjør vann steypakappingina. Tað gera teir tó ikki í ár, tí einum góðum og spennandi dysti eydnaðist Tromsø at vinna dystin 3- 1. Settúrslitini vóru 22-25, 25-22, 25-22, 25-22. Á heimasíðuni hjá Tromsø verður serstakliga venjarin hjá felagnum, sum jú eisini er føroyskur landsliðsvenjari, róstur fyri góðu fyrireikingina. Somuleiðis er Rúni Weihe millum spælararnir, sum fáa rósur frá heimasíðuni. Í finaluni skal Tromsø spæla ímóti Nyborg úr Bergen. Finaludysturin verður spældur 7. januar, og veðrur hesin vístur beinleiðis á NRK1. -mørk Tromsø í finaluni TB-ÍF 2-3 (25-23, 26-24, 22-25, 23-25, 13-25): Trý ÍF-sett á rað