mánadagur 12. desember 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 238 - 12. desember 2005
Hóast Stjørnan eitt
skifti misti takið á
dystinum, so lótu
tær at enda ongan
iva vera um, at tær í
løtuni hava sterkasta
kvinnuliðið í
landinum
Sunset-kappingin
Jákup Mørk
Hóast tað sum so bara
hevði kosmetiskan týdning,
so var helst eingin ivi um,
at Stjørnan fegin vildi
enda á ovasta sessinum í
grundspælinum hjá kvinn
um. Um ikki annað, so fyri
at prógva mótvegis hinum
liðunum, at tær eiga sterkasta
liðið í landinum í løtuni.
Og júst hendan staðfest
ingin kom eisini skjótt
fram, tá dysturin á Hálsi
varð blástur ígongd. Snøgt
sagt, so trumlaði Stjørnan
alla mótstøðu niður. Ferðin
var sett á eitt støði, har
Neistin als ikki megnaði at
fylgja við, og skjott gjørdist
munurin millum liðini eisini
stórur.
Ein spurningur
um ferð
Tað tóktist, sum skuldi
Neistin veruliga vera fyri
einum avsmurningi av sjáld
somum dimensiónum, men
spakuliga fingu tær tó fótin
fyri seg.
Stjørnan megnaði ikki at
halda fast í høgu leikferðini,
og so við og við gjørdist
talan alt meira um ein
spennandi dyst. Beint fyri
steðgin hevði heimaliðið
veruliga fingið takið. Ikki
bara vunnu tær seg upp
á javnt. Í teimum báðum
seinastu Neista-álopunum
fekk Stjørnan eisini tvær
útvísingar, og tí máttu tær
byrja seinna hálvleik við
bara fýra spælarum úti á
vøllinum.
Ivaleyst ætlaði Neistin
sær eisini at gera nýtslu av
hesum fyrimuninum, men
tær komu tó skjótt niður á
jørðina. Eins og í fyrra, so
setti Stjørnan nú aftur ferð
á. Neistin megnaði als ikki
at spæla seg ígjøgnum væl
skipaðu verjuna hjá teimum
reyðu, og ferð eftir ferð
skolaðu kontra-álopini móti
Neistamálinum.
At Stjørnan seinni fekk
Joan M. Djordjevic út
vísta, var sjálvandi ein
strika í rokningini. Men
hinvegin gav hetta eisni
Louisu Andreasen nakað
av spælitíð, og enn einaferð
prógvaði hon, at hon er ein
av teimum spælarunum, sum
klaksvíkingar kunnu vænta
sær nógv av í framtíðini.
Stjørnan logandi
favorittur
Hvussu nógv Neistin skal
vænta sær av framtíðini her
og nú, er meira ilt at meta um.
Skal dysturin sunnudagin
nýtast sum barometur, so
hava tær enn eitt fitt petti
upp, áðrenn tær av álvara
kunnu taka dystin upp móti
teimum heilt fremstu. Í
løtuni tykist spurningurin
mera vera, hvussu nógv tær
hjá Stjørnuni sjálvar leggja
fyri. Og um tær megna at
halda dampinum uppi alt
komandi vár. Gera tær tað,
so tykist lítil ivi at vera um,
hvar FM-gullið skal enda.
VB-Kyndil 32-11
(15-7):
Eingin
ivi í Vági
Kyndil tykist
fullkomuliga
uppsteðgað.
Leygardagin fingu
tær rættan bank í
Vági
Sunset-kappingin
Jákup Mørk
Har var einki sum helst
ivamál, tá VB leygardagin
tók ímóti Kyndli. Kyndil
hevur annars verið stóra
positiva yvirraskilsið í
ár, men seinastu umførini
tykjast tær vera púrasta
uppsteðgaðar.
Munurin var sjónligur
alt fyri eitt leygardagin.
VB koyrdi á við fullari
ferð, og hóast Kyndil
royndi at standa ímóti,
so bar einki til. Dysturin
var mest sum avgjørdur,
longu tá farið varð til
hálvleiks, og heldur ikki
eftir steðgin var nakar
ivi. VB var so ruddiliga
omaná, og bara fýra
mál til Kyndil seinastu
30 minuttirnar siga væl
eisini sítt um munin.
Fakta um dystin
VB-Kyndil 32-11 (15-7)
Málskjúttar
VB: Daiva Toumaite 10(1),
Rannvá Augustinussen 5,
Margreth Augustinussen
4, Svava Vestergaard 4,
Christina Holm 3, Miri
am Michelsen 3, Laila
Jespersen 2, Sása Samu
elsen 1
Kyndil: Jórun S. Ludvík
2(1), Súsanna Petersen
2, Ronja Mikkelsen 2,
Lina Andriulyte 2, Linda
Weihe 1, Anja Heinadóttir
1, Randi S. Wardum
Brotskøst: VB 2, Kyndil
1
Útvísingar: VB 1, Kyndil
1
Dómarar: Kristian Johan
sen & Sámal Paulason
Neistin-Stjørnan 20-28 (13-13):
Klassamunur
Neistin-Stjørnan 20-28 (13-13)
Málskjúttar
Neistin: Annika Ljósstein 6(3), Nicoleta Radu Hansen
5, Anna Clementsen 3, Ása á Neystabø 2, Súna Mørk
2(1), Kára á Dunga 1, Unn Kragesteen 1
Stjørnan: Alina Olaru 10(2), Joan Midjord Djordjevic
6(1), Katarina Stepanov 3, Bára Skaale Klakstein 3, Una
Olsen 3, Louisa Andreasen 2, Anna Kristina Samson
1
Brotskøst: Neistin 8, Stjørnan 5
Útvísingar: Neistin 5, Stjørnan 5
Diskvalifikatión: Neistin1 (3X2 minuttir), Stjørnan 1
(Beinleiðis reytt)
Dómarar: Heri PEtersen og Dánjal Samuelsen
FAKTA UM DYSTIN
Í løtum megnaði Neistin at standa ímóti, men sæð yvir 60 minuttir var tað Stjørnan, sum hevði nógv betra takið á dystinum sunnudagin
savnsmynd
Kyndil fekk ikki
staðfest oddastøðuna,
tá teir vitjaðu á Skála
sunnudagin
Atlantic Airways-
kappingin
Jákup Mørk
Við einum sigri kundi
mansliðið hjá Kyndli sunnu
dagin staðfesta, at teir í
grundspælinum hava verið
besta mansliðið í landinum.
Verður hugt at gongdini í
ár, so vildi hetta heldur ikki
verið heilt av leið, tí síðani
næsta umfarið hevur Kyndil
verið liðið í oddinum.
Men hetta fekk fyribils ein
enda sunnudagin. StÍF var
væl tendrað frá byrjan, og teir
løgdu seg alt fyri eitt nøkur
mál framum. Kyndil megnaði
tó eisini at svara aftur, men
hóast teir spældu seg til
nógv, so eydnaðist ikki í nóg
stóran mun at koma fram við
Marian Cirloganescu í StÍF-
málinum.
Spenningurin helt sær tó
allan dystin, og eitt stutt skifti
í seinna hálvleiki megnaði
Kyndil enntá at leggja seg
á odda. Stórt meira enn tað
sama gjørdist talan tó ikki
um, og við einum góðum
endaspurti settu vertirnir seg
uppiborið á dystin.
Nú grundspælið er liðugt,
mundi dysturin sunnudagin
fyrst og fremst undirstrika, at
talan er um fýra lið, sum í vár
fara at stríðast um gullið. Tað er
so langt ífrá, at strandingarnir
skulu avskrivast í hesum. Tað
skal Kyndil nú heldur ikki,
og hóast tapið, so munnu
teir grønu framvegis teljast
millum heitastu favorittarnar
í hesum spælinum.
Tíverri hava vit ikki fingið
hagtølini fyri dystin.
StÍF-Kyndil 20-18 (11-10):
Strandingar hanga í