mánadagur 12. desember 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 12. desember 2005
19
Føroyski landsliðs
spælarin skoraði
einasta málið leygar
dagin, tá ið ein av
mótstøðumonnunum
varð rikin av vølli,
tí dómarin metti,
at hann skuldi hava
gjørt seg inn á Claus
Bech Jørgensen
ONGLAND 1. DEILD
Jóannes Hansen
Fótbóltslagið í Coventry er
batnað nógv seinastu stóru
vikuna. Leygardagin átti
Coventry heimavøll móti
Millwall, sum er á 24. og
aftasta plássinum. Talan var
um tað, sum teir nevna seks
stiga uppgerð. Um tað fór at
eydnast Coventry at vinna,
so fóru teir at flyta eitt sindur
burtur frá niðurflytingar
hóttanini. Um teir einki
fingu burturúr, so fóru teir
at verða uppaftur fastari í
keðiliga siroppinum.
Tað hilnaðist væl. Coventry
vann 1-0. Málið fingu teir í
33. minutti, og tað var Claus
Bech Jørgensen, sum sendi
bóltin í málið, eftir at innlegg
var komið innfyri úr vinstru.
Hetta var fyrsta ferðin í hes
um kappingarárinum, at
Coventry hevur vunnið tvær
ferðir á rað. Higartil hava
teir vunnið fimm ferðir í alt
í landskappingini, sum er 23
umfør gomul.
Claus Bech Jørgensen
varð tikin av vøllinum, tá ið
tað restaði eitt korter. Tíggju
minuttir frammanundan
hevði dómarin víst einum
av Millwall spælarunum
av vøllinum. Dómarin
metti, at spælarin hevði
hevnt seg inn á føroyska
landsliðsspælaran. Bæði
venjarin hjá Coventry og
venjarin hjá Millwall søgdu
eftir dystarlok seg ivast í, um
dómarin hevði sæð tilburðin
soleiðis, sum hann fór fram.
Teir søgdu seg ivast í, um
spælarin á útiliðnum tilvitað
hevði framt nakað brot, sum
eigur at verða sektað við
reyðum korti.
Heimasigurin leygardagin
ber við sær, at Coventry nú
er á 18. plássinum. Teir
hava seks feløg undir sær,
og teir eru seks stig frá
niðurflytingar strikuni.
Tað er neyvan hugsningur
um hjá Claus Bech Jørgensen
at fara heim til Danmarkar at
halda jól saman við familjuni.
Steðgurin verður í hvussu so
er ógvuliga stuttur.
Coventry skal annan mána
dag, sum er 19. desember,
spæla á útivølli í London
móti gamla stórfelagnum
QPR, sum er á trettanda
plássinum.
Og annan jóladag ella
boxing day, sum tey siga í
Bretlandi, skulu teir spæla á
útivølli í Leeds. Hetta felagið
ber ivaleyst góð gomul minni
fram hjá fleiri føroyingum,
sum fylgja ella rættari fyri
einum tredivu árum síðani
fylgdu við í bestu eingilsku
deildini.
Gamla meistaraliðið er nú
á fjórða plássi í næstbestu
deildini. Í sjeyti árunum
átti felagið, sum nógvir før
oyingar hildu við tá, nógvar
kendar spælarar. Eitt nú fleiri
skotskar landsliðsspælarar.
Millum hesar taldist Billy
Bremner, ið var øgiligur
miðvallar stríðsmaður og
ongantíð bakkaði fyri nøkr
um, Peter Lorimer, sum var
álopsspælari við sovornari
skotkraft, sum eingin visti
um at siga tá, Joe Jordan,
sum var framúr í luftini og
Eddie Gray, ið varð mettur
sum ein av mest gávuríku
síðuspælarunum, og sum so
mangan var við til at gera
góða hýrin á Elland road
uppaftur betur!
Hetta er langt síðani. Jack
Charlton og Normar Hunter,
sum vóru Leeds spælarar
á eingilska landsliðnum,
kundu saman við fleiri
øðrum verði nevndir. Men
tað hevur lítið at gera við
dagsins Leeds lið, sum Claus
Bech Jørgensen 2. jóladag
skal spæla ímóti!
Um jólini og nýggjárið eru
altíð nógvir fótbóltsdystir
á skránni í Onglandi. Tað
plagar at verða tikið til, at
tað er rættuliga avgerandi
fyri endastøðuna, hvussu tað
hilnast myrkastu dagarnar, tá
ið dystirnir eru so ógvuliga
tættir. Fram til og við 2. janaur
skal Coventry spæla fimm
ferðir í landskappingini.
Claus var sera eyðsýndur
Claus Bech Jørgensen var
dagsins maður í Onglandi,
tá Coventry leygardagin
vann seg nøkur fet upp frá
botninum av stigatalvuni
StÍF hevði
brotskast í seinastu
sekundunum, men
skotið fór framvið. Og
so er Kyndil partur av
FM-endaspælinum
Sunset-kappingin
Jákup Mørk
Tað reið um snarið hjá
Kyndli, tá tær vitjaðu á Skála
sunnudagin. Treytirnar und
an dystinum vóru greiðar.
Ein javnleikur var so avgjørt
minsta kravið, um málið um
ein sess í FM-endaspælinum
skuldi røkkast.
Og hetta megnaði Kyndil.
Men tað var ikki meira enn
akkurát. Eftir at tað vóru tær
grønu, sum byrjaðu dystin
betur, tóku tær á heima
liðnum alt meira yvir, sum
dysturin leið.
Tað eydnaðist tó Kyndli at
stríða seg aftur í dystin. Eitt
skifti í seinna hálvleiki vóru
tær aftur á odda, men móti
dystarenda kom StÍF aftur
fyri seg. Stutt fyri leiklok vóru
vertirnir á odda við tveimum
málum, og tó at Kyndil aftur
vann seg á javnt, so vóru allar
súðir ikki syftar. Í seinasta
álopinum vann StÍF sær
nevnliga brotskast. Varð hetta
sett í kassan, so var Kyndil úr
FM-spælinum. Ivaleyst mundi
okkurt fartelefon-samband
suður til Vágs eisini siga teim
um hjá VÍF frá, hvussu hetta
spældi av.
Skotið smoygdi sær tó
skeivu megin stólpan, og so
var fagnaðurin hjá teimum
grønu ovurstórur. Eftir eini trý
ár, har liðið støðugt hevur verið
partur av botninum, hava tær í
ár staðfest, at tann leikluturin
er av. Og tó at tær helst eru
størsti outsidarin av øllum í
endaspælinum, so leggja tær
helst vertin á tað. Tær hava
longu rokkið fremsta málinum
fyri kappingarárið.
Og forrestin, so skulu hini
trý í FM-endaspælinum ansa
sær, so tær ikki taka alt ov
lætt upp á uppgávuna, tá
Kyndil er mótstøðuliðið.
Tíverri hevur tað ikki
eydnast okkum at fáa
hagtølini frá dystinum.
StÍF-Kyndil 19-19 (10-10):
Kyndil slapp við
skrekkinum