Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 238 - 12. desember 2005 Nr. 238 • mánadagur • 12. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo VB-VÍF 36-22 (19-10): Eingin bøn um stig Sum úrslitini lag­ aðu seg, so restaði VÍF bara hava eitt stig, fyri at koma í FM-endaspælið. Men í Vági var eingin hugsingur um hetta stigið Sunset-kappingin Jákup Mørk Tað var einki at rafla um, tá VÍF var á vitjan hjá VB. Hóast VB ikki hevur s‡nt heilt somu styrkina í ár, sum tær hava sýnt tey bæði undanfarnu árini, so hava tær so ruddiliga havt yvirskotið móti teimum á pappírinum veikaru lið­unum í deildini. Og hetta varð aftur staðfest sunnudagin. At VÍF ikki hevði Ionu Rápa við, nú hon var farin í vetrarfrí, gjørdi sjálvandi hóttanina frá gestunum minni, og fyrstu løtuna tóktist talan eisini skula verða um veruligt sorl. Eftir eitt time-out kom tó betri skil á hjá gest­ unum, og munurin vaks ikki longur við somu ferð. Nær námind vertunum komu tær tó ongantíð. Sum dysturin leið, so vistu tær hjá VÍF eisini, at Kyndil akkurát megnaði at skava neyðuga stigið við sær av Skála, og so var eingin bøn. VÍF noyðist saman við StÍF, Søljuni og Tjaldri at spæla um niðurflytingina, meðan Kyndil fer til FM-endaspælið saman við VB, Stjørnuni og Neistanum. Fakta um dystin VB-VÍF 36-22 (19-10) Málskjúttar VB: Daiva Toumaite 13(4), Rannvá Augustinussen 8, Laila Jespersen 6, Sára Samuelsen 3, Monica Samuelsen 2, Svava Vestergaard 2, Christina Holm 2 VÍF: Sóley Hórðará 12(4), Jacklin Durhuus 6, Heidi Joensen 1, Linda Johannesen 1, Silja Rógvadóttir 1, Torgunn A. Johansen 1 Brotskøst: VB 4, VÍF 5 Útvísingar: VB 1, VÍF 4 Dómarar: Hallur Dani­el­ sen & Petur S. Dahl Við sigri á KÍF greiddi H71 sín setning. Og so var fagnaðurin stórur, tá tíðindini um úrslitið á Skála vóru greið Atlantic-Airways kappingin Jákup Mørk Hoyvíkingar eru á odda, nú grundspælið í mans­ kappingini í hondbólti er av. Undan seinasta umfarinum vóru teir í H71 tvey stig aft­an fyri Kyndil, men við truplu uppgávuni hjá Kyndli í mentu, so mundu vónirnar hjá hoyvíkingum ikki vera heilt ongar undan dystinum móti KÍF. Og so skjótt dysturin fór ígongd, lupu vertirnir eisini avstað. Tað tóktist, sum vildu teir bara avgera tað heila alt fyri eitt, men kollfirðingar góvust tó ikki. Seigir, sum teir vanliga eru, so hildu teir í sínum lag á við at stríðast, og spakuliga komu teir eisini alt nærri heimaliðnum. Seinni hálvleikur byrjaði tó á júst sama hátt, sum fyrri. VÍF knallaði eina løtu ferðina upp í topp. Stóra verj­an gjørdi tað trupult hjá kollfirðingunum at koma til nakrar líkinda skotstøður, og áðrenn teir veruliga høvdu ansað tí, var munurin aftur øktur. Hóast endin av dystinum gjørdist rættiliga rokaligur, so hevði H71 ikki stórvegis trupulleikar av at koyra sig­ ur­in heim. Tvey stig aftur at í rokaða posan, og nú standa hoyvíkingar í teirra óvandu støður, at teir eru fremstir, nú grundspælið er liðugt. Hvør teir so megna at halda fast í góðu støðuni eftir vetrarsteðgin, er eitt ann­að mál. Men nú hava teir í øllum førum skapt sær útgangsstøðið. Og tað er um ikki annað helvtin av arbeiðinum. AaB hevur keypt norskan miðvallara, sum bæði hevur verið á landsliðnum, og sum hevur spælt í europeisku meistarakappingini ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Súni Olsen hevur fingið jóla­frí frá venjingunum í AaB. Hann hvílir seg nú, og samstundis roynir hann at koma fyri seg aftur, eftir at hann í meiri enn ein mánað hevur gingið við brotnum beini. Í AaB hava teir inntil nú spælt í Royalu kappingini, og tað gera teir framvegis. Í kvøld skulu teir spæla á úti­vølli í Stokholm móti meistaraliðnum Djurgården. So fara teir í AaB í jólafrí. Eftir ársskiftið verður lagt til brots við fyrireikingunum til síðsta triðingin av donsku landskappingini. Fyrsta um­farið í superliguni eftir vetrarsteðgin verður á Grækarismessu. Leingi gekk tað einki ser­ligt hjá AaB í heyst. Nú er tað nakað síðani, at ítróttarligi stjórin, Lynge Jacobsen, boðaði frá, at teir í AaB ætlaðu sær at keypa spælarar fyri at styrkja um liðið og harvið økja um kapp­ ingina um plássini. Nú hevur AaB boðað frá, hvørjir fyrstu nýggju spælararnir fara at vera. Og eingin ivi er um, at í hvussu so er ein teirra fer at vera kappingarneyti hjá Súna Olsen um pláss á miðvøllinum. Talan er um norska Fredrik Winsnes. Hann er 29 ára gamalur og sigst ver bólttryggur og sera arbeiðssamur. Hesin Fredrik Winsnes hevur nógvar royndir. Hann er skrásettur fyri at hava umboðað Noreg á a- landsliðnum tólv ferð­ir, og hann hevur ofta roynt seg í europeisku meist­ara­ kappingini. Tað hevur hann, tí hann mest sum alla sína tíð hev­ur spælt í Rosenborg í Trónd­ heimi, har hann er føddur og uppvaksin. Tað er ikki meiri enn ein vika síðani, at hann var partur av Rosenborg liðn­ um, sum spældi móti franska Lyon. Tá ið norski miðvallarin í mong ár hevur spælt í Rosenborg, so vil tað sjálv­ andi eisini siga, at hann hev­ur verið við til at vunnið eina rúgvu av norskum meist­araskapum. Undan kappingarárinum, sum varð liðugt fyri 6-7 vikum síðani, hevði Rosenborg vunnið trettan NM á rað! Áðrenn hann varð skaddur í heyst, átti Súni Olsen mest sum fast pláss millum teir fyrstu ellivu í AaB. Einki er at ivast í, at gøtumaðurin er sinnaður at taka kappingina upp við hinar miðvallararnar. Ikki minst eftir at nýggi lands­ liðsvenjarin hevur boðað frá, at hann ætlar at geva Súna Olsen møguleikan í lands­dystum at vísa, at hann væl megnar at spæla á miðvøllinum. H71-KÍF 23-20 (12-10) Hoyvíkingar á odda Súni fær kapping Enn er sjálvandi langt eftir á mál. Men við oddasessinum í grundspælinum hava hoyvíkingar væl og virðiliga staðfest, at teir eru ein av seriøsu FM-biðlunum í ár H71-KÍF 23-20 (12-10) Málskjúttar H71: Poul Kjartan Dam 6, Niels Viggo Niclasen 4, Olaf Vesturgarð 3, Jakob Jónsson 2, Ólavur Brimnes 2, Johnny Durhuus 2, Sigtór Andreasen 1, Bjarni Sørensen 1, Piti Negru 1, Tróndur Vatnhamar 1 KÍF: Arnbjørn Hansen 8(3), Karl Jóhan Djurhuus 3, Sune Davidsen 3, Petur Martin Poulsen 2, Jónálvur Johannesen 2, Rógvi Weihe 1, Gert Hansen 1 Brotskøst: H71 3, KÍF 3 Útvísingar: H71 4, KÍF 1 Diskvalifikatiónir: H71 1 (Beinleiðis reytt), KÍF 1 (Beinleiðis reytt) Dómarar: Eyðun Samuelsen & Heri Petersen FAKTA UM DYSTIN