Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 12. desember 2005 17 r móttikin m ørmum – Áðrenn tú kanst heysta, mást tú sáa. Vit hava nú sátt í fimm ár, men eg eri sannførdur um, at vit koma at heysta tað, sum vit hava sátt, sigur Kjell Inge Røkke, sum hevur brúkt 100 milliónir krónur til verkætlanina við Næraberg. Nú skal Atlantic Navigator taka seinasta stigið, so at svartkjaftaverkætlanin í Føroyum fer at kasta pengar av sær, og Røkke heldur, at føroyingar skulu fáa sær fleiri slík skip Atlantic Navigator Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Higartil hevur norski vinnu­ lívsmaðurin Kjell Inge Røkke sett nógvar pengar til í svartkjaftaprojektinum í Føroyum. Samstarvið millum Aker Seafood og JFK um Næra­ berg kastaði ongantíð pengar av sær, men verkætlanin tók støðug stig rætta vegin, og nú skal eitt enn størri skip syrgja fyri, at verkætlanin fer at kasta pengar av sær. – Aker hevur brúk einar 100 milliónir higartil til hetta projektið, og tað hevur ikki bara verið lætt. Men eg havi altíð trúð upp á, at tað loysir seg at fiska og framleiða svartkjaft til matna, og nú kenni meg fullvísan í, at hetta fer eisini at bera til í Føroyum, sigur Kjell Inge Røkke. – Áðrenn tú kanst heysta, mást tú sáa. Vit hava nú sátt í fimm ár, men eg eri sannførdur um, at vit koma at heysta tað, sum vit hava sátt. Sinnaður at satsa Kjell Inge Røkke hevur í síni tíð sum vinnulívsmaður mangan víst treiskni, og tað hevur hann eisini víst í føroyska projektinum. Hóast hann verður spurdur um, hvussu langan snór hann er sinnaður av geva før­oysku verkætlanini, so fær hann illa svara, tí hann kenn­ir seg sannførdan, um at ætlanin fer at loysa seg í longra lagi. – Hetta fer at bera til. Nú hava vit sett pengar til í fimm ár, men tað fer at venda, so at vit frameftir koma at vinna pengar. Tú kanst siga, at um vit missa pengar í eini 10 ár afturat, so ber kanska ikki til at halda fram, men so langt koma vit als ikki, tí hetta fer at bera til, sigur Kjell Inge Røkke. – Atlantic Navigator er tað týdningarmesta skipið, sum føroyingar hava, tí hetta skipið virðisøkir fisk, sum annars bara hevur verið fram­­leiddur til fiskamjøl. Før­­oy­ingar eiga at síggja møgu­­leikarnar í at framleiða surimi, tí tað kastar nógv meira av sær til samfelagið, enn fiskamjøl ger. Fleiri slík skip Kjell Inge Røkke heldur, at føroyingar eiga at fáa sær fleiri slík skip sum Atlantic Navigator fyri at fáa sum mest burturúr fiskinum. – Eg rokni við, at tað kemur av sær sjálvum. Onnur skip fara at framleiða svartkjaft til matna í Føroyum, tá ið vit hava fingið okkara verkætlan at bera seg, sigur Røkke Hann heldur, at hansara leiklutir í føroyskari fiski­ vinnu hevur víst, at hann er sinnaður at arbeiða lang­ siktað fyri at fáa nakað burt­ ur­úr. – Vit fiska fisk, sum før­ oy­ingar eiga, og tí skulu vit eisini hava føroyska sam­ felagið í huganum í hesum projektinum. Vit hava arbeitt í fimm ár við hesum, og vit hava víst, at vit arbeiða langsiktað og seriøst. Eg haldi, at vit hava uppiborið at vera partur av føroysku fiskivinnuni, sigur Kjell Inge Røkke. – Eingin hevur framleitt svartkjaft til matna á sjónum við eydnu í Føroyum áður, men har hevur Aker ein ser­ kunnuleika, sum vit kunnu brúka her í Føroyum. Og tá ið hetta fer at kasta pengar av sær, fara Aker og føroyingar at heysta í felag. – Vit fara at heysta tað sum vit hava sátt Nógv fólk umborð Hanus Hansen, stjóri í JFK- samtakinum, ið samstarvar við norska Aker um verk­ ætl­anina, takkaði fyri mót­ tøkuna. Hann segði seg hava stórar vónir til nýggja skipið, sum hann vónaði fór at roynast føroyingum væl. Eftir at almenna móttøkan hevði verið, sluppu fólk um­borð at síggja skipið, og tí tilboðnum vóru tað sera nógv fólk, sum tóku av. Tá ið Næraberg kom til land­ið fyri nøkrum árum síð­ani var lítið og einki gjørt burturúr. Kanska var sjálvsáltið tá ikki so stórt, sum tað tykist verða nú, tí bæði føroyingarnir og út­lendingarnar, sum starvast við svartkjaftaverkæltanini, kenna seg vísar í, at tað fer at bera til at vinna pengar burtur úr at framleiða svart­ kjaft til matna. – Atlantic Navigator er tað týdningarmesta skipið, sum føroyingar hava, tí hetta skipið virðisøkir fisk, sum annars bara hevur verið framleiddur til fiskamjøl, sigur Kjell Inge Røkke, sum er sannførdur um, at hansara svartkjaftaprojekt í Føroyum fer at bera til Mynd: Bárður Lydersen Atlantic Navigator er størsta fiskiskipið í føroyska flotanum og telist millum heimsins størstu trolarar. Framleiðslan av surimi umborð á trolaranum svarar til 2,5 prosent av heimsmarknaðinum Mynd: Anna V. Ellingsgaard Fólk úr øllum landinum vóru til staðar, tá ið Atlantic Navigator kom til Klaksvíkar fyri fyrstu ferð sunnudagin. Klaksvíkar býráð skipaði fyri móttøku, og JFK bjóðaði fólki umborð at síggja skipið. Myndir: Bárður Lydersen