Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 238 - 12. desember 2005 – Hann er framvegis akkurát soleiðis, sum hann var, tá ið vit sigldu saman við honum, søgdu fýra føroyskir sjómenn, sum hittu Kjell Inge Røkke umborð á Atlantic Navigator sunnudagin. Røkke og føroyingarnir sigldu við norskum trolara síðst í 70’unum Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Klaksvík: – Tað var Gunnar, sum lærdi meg at spleysa trol. Norski vinnulívsmaðurin Kjell Inge Røkke treivst væl ímillum teir fýra før­ oy­ingarnar, sum hann sigldi saman við seinast í 70’unum, tá ið teir hittust aftur sunnudagin umborð á Atlantic Navigator. Røkke segði seg bara hava gott at bera føroyingunum, sum hann hevði siglt saman við fyri sløkum 30 árum síð­ ani. – Føroyingar vóru bestu trolmenn, sum vóru tá í tíð­ ini, og tí vóru teir bidnir um at koma við norskum skip­um. Eg helt nógv av før­ oyingunum, sum eg sigldi saman við, og eg lærdi nógv av teimum, segði Røkke. – Hann var sera næmur, segði Gunnar Christoffersen, sum saman við Ólavi Dahl, Johannesi Thomsen og Pól Inga Mittelstein var við til móttøkuna av Atlantic Navigator og heilsaði upp á Røkke. Kendi seg væl millum føroyingar Teir vóru á einum máli um, at hóast Røkke er komin lang­an veg, síðani sigldi við norskum trolarar í sjeyti­ árunum, so er lyndi hjá hon­ um akkurát tað sama, sum tað var fyri sløkum 30 árum síðani. – Tað er besta kompli­ mentið, eg kundi fáa, segði Røkke, eftir at hann skemt­ andi hevði biðið teir sagt okkurt gott um seg. Røkke og føroyingarnir fingu møguleikan at práta um gamlar dagar, og Røkke greiddi frá, hvussu hann sum unglingi byrjaði sum smyrjari umborð á trolaranum, men endaði á dekkinum. – Tað var sera læruríkt at sleppa til sjós og verða viðfarin væl av monnunum umborð. Teir virdu teg fyri tað, sum tú gjørdi, og hugsaðu ikki um, hvør tú vart, ella hvaðani tú komst. Eg kendi meg sera væl sam­ an við føroyingunum, og tað er sera stuttligt at kunna møta teimum aftur, segði Kjell Inge Røkke. Føroyingar halda orð Røkke hevur seinastu fimm árini aftur arbeitt saman við føroyingum. Næraberg hevur verið eitt samstarv mill­um JFK í Klaksvík og Aker Seafood hjá Røkke, og hetta samstarv heldur nú fram við einum nýggjum skipi. – Eg eri fegin um, at vit kunnu koma við hesum skip­ in­um til heimsins bestu fiski­ menn. Atlantic Navigator hevur livað eina skiftandi tilveru, men nú fær skipið sítt heim í Føroyum, segði Røkke. – Bæði við Svalbard fyri 27 árum síðani og nú í samstarvinum við JFK havi eg sannað, at føroyingar eru fólk, sum halda sítt orð. Tá ið teir siga nakað, so standa teir við tað. Tað er gott grund­ arlag undir einum samstarvi sum hesum, segði norski vinnulívsmaðurin. – Tað er hugaligt við monnum og kvinn­ um, sum ikki smæðast við at bjóða seg fram at royna nýggjar leiðir og møguleikar, segði Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, á mót­ tøk­uni fyri Atlantic Navigator. Stór mann­fjøld tók ímóti risastóra trolaranum, sum skal vinna pengar burtur úr svartkjaftvørum til matna Atlantic Navigator Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Klaksvík: Størsta fiskifarið í føroyska flotanum fekk eina hjartaliga móttøku, tá ið skipið fyrstu ferð kom til bryggju í Føroyum. Seinnapartin sunnudagin kom Atlantic Navigator til Klaksvíkar, og skipað varð fyri móttøku. Risastóri trolarin, sum skal avloysa Næraberg, legði at við nýggja havnalagið í Ánunum, og har vóru fleiri hundrað fólk møtt at taka ímóti. Bilar sóust eisini alla­staðni, og tey, sum ikki hætt­aðu sær út í tí kalda veðrinum, fingu eisini eina hóming av, hvussu stórur tann nýggi trolarin er. Stórur dagur fyri býin Klaksvíkar Hornorkestur spældi nøkur løg, og borg­ ar­stjórin í Klaksvík ynskti nýggja skipinum væl­kom­ num til Klaksvíkar. – Tað er altíð ein stórur og gleðiligur dagur í býi og kommunu okkara, tá skip leggjast aftur at flotanum, og nýggj spennandi átøk fara av bakkastokki. Hesaferð er dagurin nakað heilt serligt, tí enn einaferð skriva okkara dugnaligu vinnulívsfólk søgu, nú størsta fiskiskipið í flotanum kemur til Klaks­ víkar, segði Steinbjørn O. Jacobsen. – Tað er við stórari gleði og við takksemi, býarinnar og kommununnar vegna, at eg bjóði hesum stásiliga avloysaranum hjá Nærabergi, Atlantic Navigator, hjartaliga vælkomnum. Fólk við dirvi Borgarstjórin í Klaksvík fegn­ aðist um samstarvið millum føroyingar og útlendingar um Atlantic Navigator. – Tað er hugaligt við monn­ um og kvinnum, sum ikki smæð­ast við at bjóða seg fram at royna nýggjar leiðir og møguleikar og harvið at vinna okkum øllum liviligari kor, segði Steinbjørn O. Ja­cobsen – Strev tykkara sæst í hes­ um dag aftur í hesum snoti­ liga fiskiskipi, sum vit kunnu kalla flaggskip okkara. Vit fegnast saman við tykkum um, at tað er eydnast at fremja í verki hetta tiltak, sum eisini fer at síggjast aft­ ur í fleiri arbeiðsplássum, har eisini ungdómurin kann læra og royna seg í sjó­lívinum, eins væl og at nýggir framleiðsluhættir verða royndir, soleiðis at sum mest fæst fyri ta ríka tilfeingi, sum er í sjóøki okk­ ara, segði borgarstjórin. Hittu Røkke aftur aftaná 30 ár Gunnar Christoffersen, Ólavur Dahl, Johannes Thomsen og Pól Ingi Mittelstein sigldu saman við Røkke síðst í 70’unum. Sunnudagin hittust teir aftur, tá ið Røkke kom við einum av heimsins størstu trolarum til Føroya Mynd: Bárður Lydersen Navigator við opum 100 fólk við Navigator Tá ið Atlantic Navigator nú fer til fiskiskap undir Føroyum, verða 100 fólk við skipinum. Risastóri trolarin skal framleiða surimi burtur úr svartkjaftið, og skipið lastar eini 2000 tons – umleið 1400 tons av surimi og 600 tons av fiskamjøli. Áhugin fyri at verða við Atlantic Navigator er sera stórur, tí eftir at 100 fólk eru farin umborð, standa eini 140 fólk afturat á bíðilista at sleppa við. – Hetta er eitt sera týdningarmikið mát fyri, hvussu skipið verður móttikið, og eg eri sera fegin um, at áhugin fyri at verða við er so stórur, sigur Kjell Inge Røkke, sum samstarvar við JFK um verkætlanina.