mánadagur 12. desember 2005síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 238 - 12. desember 2005
15
Marknaðarrák
Seinasta mánaðin er dollarin
viknaður úr 1,16 til 1,19 fyri
hvørja evru. Vit meta tó ikki,
at hetta er eitt tekin um, at
trupulleikin hjá USA við
stóra gjaldsjavnahallinum
aftur av álvara fer at seta dám
á gjaldoyramarknaðin. Heldur
er hetta ein lítil steðgur í ein
ari varandi styrking av doll
aranum. Ein orsøk millum
aðrar til at hesa metingina
er, at søguliga styrknar tað
gjaldoyrað, har tann stutta
rentan er hægst. Rentan í
Evropa hækkaði 0,25%-stig
til 2,25% fyri tveimum vikum
síðani, men tað var væntað, og
er tí ikki orsøkin til viknandi
dollaran. Rentan í USA verður
væntandi hækkað til 4,25% í
hesi vikuni, so rentan í USA
verður væl hægri enn tann
evropiska í fleiri mánaðir
aftrat. Hetta stuðlar undir, at
dollarin fer at styrkna.
Lánsbrævarentur
sveiggja
Sum vanligt er í desembur
verður handlað sera lítið við
lánsbrøvum. Tað hevði við
sær, at marknaðurin sveiggjaði
nógv, men renturnar endnaðu
stórt sæð óbroyttar tá vikan
var úti.
Partabrøv standa
seg væl
Síðani 21. oktobur er norður
lendska partabrævavísitalið
FTSE Norex 30 hækkað javnt
og samt, tó við undantaki av
teirri einu vikuni, tá vísitalið
lækkaði 0,2%. Samlað í
hesum tíðarskeiðnum er vísi
talið hækkað stívliga 12%.
Hetta merkir, at í ár eru
partabrøvini í vísitalinum í
miðal hækkaði 36%. Millum
feløgini, ið hava staðið seg
best er TDC, ið júst er um at
verða selt. Hóast oljuprísurin
er lækkaður nakað frá hæddini
í septembur liggja olju- og
orkutengd feløg enn millum
feløgini, ið hava staðið seg
best. Av tí at partabrøv, hóast
jaligu gongdina, framvegis
síggja áhugaverd út, sammett
við aðrar íløgumøguleikar,
meta vit, at partabrøv fara at
standa seg lutfalsliga væl eisini
komandi tíðina.
Hesa vikuna
Hendan vikan kann gerast
eitt sindur baldrut á fíggjar
marknaðunum. Tað koma
fleiri týdningarmikil hagtøl, til
dømis prísvøkstur báðu megin
Atlantshavið og Ifo-álitistalið
úr Týsklandi. Oljuprísurin
hækkaði í farnu viku, og
marknaðirnir eru aftur farnir
at hyggja at honum. Um hann
hækkar meir, kann hann tálma
partabrøvum.
Dollarin viknaður – tó ikki av álvara
Vika 50 2005
Donsk 10-ára renta
Vísital fyri norrøn partabrøv
Gjaldoyru
Íløgufeløg
Kursur
+/- %
Kursur
+/- %
USD
636,02
0,0%
Lánsbrøv í DKK
104,52
0,0%
JPY
5,23
-0,9%
Evru Lánsbrøv
173,22
0,0%
GBP
1.106,69
0,4%
Norrøn Partabrøv
107,20
2,7%
NOK
93,87
-0,2%
Altjóða Vøkstur
72,74
0,0%
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
2,90%
3,10%
3,30%
3,50%
12/09
13/10
13/11
940
980
1020
1060
12/09
13/10
13/11
fingið í
rúkast.
ki og álit
on tekur
ær verið við
Swindoll
Hann
at Kristus
lda hann
,
r var
„Náðivek-
oðskapurin
ði
hann verið
í níti-
rd um
u tey,
N Á Ð I V E K I N G
Ein bók sum má lesast
Boðskapurin broytir fólk, kirkjur og samkomur
Bókin er til sølu í bókahandlum kring landið.
Hon kostar einans 145 kr og er 310 síður.
Fæst eisini á www.logos.fo
Handlar kunnu bíleggja frá sol-ja@mail.dk