Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 238 - 12. desember 2005 Russararnir koma Markið ímillum Noreg og Russland er 190 kilometrar langt, og á hvørjum ári royna nógvir russar at sníkja seg vesturum. Sambært norskum myndugleikum hava russisku marknaliðini tikið ímillum 50 og 100 russar árliga, sum hava roynt at fara ólógliga um markið. Men nú verður tað væntandi lættari hjá misnøgdum russarum at fara um markið, tí í heyst hava russar stongt fimm av teimum fjúrtan marknastøðunum, samstundis sum talið á hermonnum við markið er skert, skrivar Aften­posten. Norsku myndugleikarnir vita ikki, hví russ­ar hava tikið hesi stig, og teir ásanna, at tað er lítið ann­að at gera enn at styrkja norska eftirlitið so mikið meiri. Norska verjan ætlar kortini ikki at senda fleiri hermenn ella eftirlitsmenn til markið, men størri dentur skal leggjast at halda eygað við markinum, sigur Stian Sørensen, sum stendur á odda fyri einum parti av norska marknaliðinum. Norska løgreglan ber óitta fyri, at tað skal frættast um alt Russland, at eftirlitið við tað norska markið er viknað. Tað kann hava við sær, at rúsevnissmuglarar fara at gera sær dælt av tí skerda eftirlitinum, sigur løgreglan og vísir á, at í august løgdu eftirlitsmenn hald á 50 kilo av heroini á markinum ímillum Russland og Finnland. Vindorka í mótvindi Um vikuskiftið vóru harðir samanbrestir ímillum kin­ es­isku løgregluna og fólk, sum eru misnøgd við eina verkætlan um at seta fleiri vindmylllur upp við eina orku­ støð í landspartinum Guangdong nærhendis Hong­kong­. Vindmyllurnar, sum skulu setast upp har, eru frá donsku verksmiðjuni Vestas. Almennar keldur søgdu sunnudagin, at trý mótmælis­ fólk lótu lív í samanbrestunum, men eygnavirni greiddu frá, at næstan 30 fólk lógu eftirá, tá løgreglan fór at skjóta eftir mótmælisfólkunum. Tað er ikki heilt greitt, hví fólk mótmæltu vindmylluverkætlanini, men summar keldur siga, at fólk eru misnøgd við, at myndugleikarnir hava ognartikið jørð teirra til at seta myllurnar á. Leiðslan í Vestas hevur ikki dult fyri, at hon metir Kina vera ein sera spennandi marknað, og fyritøkan legg­ ur seg ikki út í ósemjuna ímillum fólkið á staðnum og myndugleikarnar, sigur stjórin, Ditlev Engel, við Ritzau- tíðindastovuna. Eingin royking í tokunum Sunnudagin kom í gildi ein lóg, sum bannar fólki at roykja í teimum sveisisku tokunum, men tað vóru minni enn so øll, sum mintust tað. Í hvussu er fingu fleiri ferða­­fólk í morguntokunum bót, tí tey høvdu fest sær í. Hetta vóru yvirhøvur ungfólk, sum høvdu verið í veitslu leygarkvøldið, skrivar AP. Leiðslan í sveisiska tokkervinum er fegin um bannið. Hon roknar við, at tað verður bíligari at halda tokini við líka nú, samstundis sum tað eisini verður reinari í tokunum. Harafturat kemur, at ta fyrstu tíðina fær tok­ kervið ikki sørt av pengum burtur úr banninum, tí tann, sum festir sær í inni í tokinum ella á tokstøðini, fær 130 krónur í bót. Sambært hagtølunum eru fólk í Sveis serliga røsk at ferðast við toki. Tølini siga, at sveisarar ferðast í meðal 37 ferðir við toki um árið, og tað er tað mesta í øllum Evropa. Næst sveisarum koma tey í Luksenburg og síðani danir, sum ferðast 28 ferðir við tokið í meðal um árið. Ikki eiti á ferð Tann 74 ára gamli onglendingurin Adalat Khan gjørdist ikki sørt skakkur, tá hann fyri nøkrum døgum síðani fekk eina bót sendandi í postinum. Saman við bótini lá ein fráboðan frá løgregluni, sum segði seg hava prógv fyri, at Adalat Khan hevði koyrt við 1280 kilometra ferð um tíman nærhendis býnum Ardwick. - Eg visti, at eg hevði verið har, men so skjótt hevði eg ikki koyrt, og so stóran motor hevur bilur hjá mær ikki. Eg mátti flenna at hesum, og tað gjørdu vinmenn mínir eisin, sigur tann 74 ára gamli við blaðið Manchester Evening News. Tá Adalat Khan mótmælti bótini og ferðini, tók løg­regl­ an alt fyri eitt bótina aftur, skrivar blaðið. Spreingingin á olju­goymsl­ uni norðan fyri London sunnu­dagin var tann harð­ asta í Evropa síðani seinna heimsbardaga. Ikki minni enn 270 milliónir litrar av yms­um brennievni vóru í tang­unum, og fólk, sum búðu 100 kilometrar frá goymsl­uni, vaknaðu av brest­inum. Roykurin var so tjúkkur, at hann sást væl á myndum, sum fylgisveinar tóku sunnudagin. Fyri aðru ferð í tveir mánaðir er Nigeria rakt av ringari flogvanlukku. Nú vilja fólk hava eina frágreiðing Flogvanlukka Árni Joensen: fartekst@mail.dk Eru tey privatu nigerisku flogfeløgini so gáloysin, at tað er ikki trygt at flúgva við teirra flogførum longur? Tann spurningin seta nógv fólk í Nigeria, eftir at eldur kom í eitt flogfar, júst sum tað hevði sett seg í floghavn­ ini í høvuðsstaðnum Abuja leyg­ardagin. Vanlukkan kravdi 107 mannalív, og nógv tey flestu vóru ung­ dómar, sum vóru á veg heim at halda jól. Fyri sjey vikum síðani doyðu 117 fólk, tá eitt nigeriskt flogfar datt niður og sprongdist norðan fyri stórbýin Lagos. Mynd­ug­ leikarnir vita ikki, hví tann vanlukkan hendi, og tað fer ivaleyst at taka sína tíð, áðrenn teir kunnu siga, hví eldur kiom í flogfarið leygardagin. Men nigeriumenn vilja ikki bíða. Teir vilja hava at vita, hvat bagir. Tey flestu hava illgruna um, at tey privatu flogførini verða alt ov illa hildin, og at tey tí als ikki eru egnað at flúgva við ferðafólki. Sagt verður, at tey flestu flogførini eru meiri enn tjúgu ára gomul og illa slitin. Harafturat er útgerðin á flogvallunum gomul og als ikki tíðarhóskandi. Hagtølini siga sítt. Síðani 1999 eru 1.021 fólk deyð í 39 flogvanlukkum í Nigeria, skrivar AFP. Jarðarskorpan í Etiopia er skrædnað, og rivan verður til eitt hav seinni, siga vísindafólk Náttúra Árni Joensen: fartekst@mail.dk Tann 14. september var ein harður jarðskjálvti í landnyrðingspartinum av Afrika, og nú eru jarð­ frøðingar komnir eftir, at skjálvtin hevur gjørt eina 60 kilometrar langa og fýra metrar breiða rivu í oyðimørkini Etiopia. Sam­ bært jarðfrøðingunum skrædn­aði jarðarskorpan beint eftir jarðskjálvtan. Vísindafólk úr Fraklandi, USA, Italia og Etiopia, sum hava kannað rivuna, siga, at rivan verður breiðari seinni, og at hon er byrjanin til eitt nýtt hav í Afrika. Men tað er tó ikki so, at Afrika- kortið skal broytast í bræði, tí sambært vísindafólkunum verður havið ikki veruleiki fyrr enn um eina millión ár ella har á leið. Tað finnast fleiri dømi um, at jarðarskorpan er skrædnað, og at rivan ella opið er vorðið hav. Eitt nú er Atlantshavið úrslit av, at Evropa og Amerika loysnaðu frá hvør øðrum, og vísindafólk hava leingi vitað, at líknandi kreftir hava gjørt um seg við land­ nyrðingshornið á Afrika. - Men vit høvdu ikki væntað, at ein tílík riva kundi gerast 60 kilometrar long eftir bara nøkrum vikum, soleiðis sum tað hendi í Etiopia, sigur Dr. Ebinger á lærda háskúlanum Royal Holloway í London við BBC. Roykurin sást úr rúmdini UTTAN ÚR HEIMI Í øðini um flogvanlukkur Afrika fær eitt nýtt hav