Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 238 - 12. desember 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Kistan við Christian Joen­sen, ættaður úr Skop­un, búsitandi í Tór­s­havn, fór úr Lands­­ sjúkra­hús­kapell­in­um sunnu­kvøldið kl. 18.00. Jarðarferðin varð úr Vestur­kirkjuni mána­ dagin kl. 13.00. Andlát og jarðarferðir Hósdagin, 15. desember, fyll­ ir Bergtóra Jacobsen, Grøn­ landsvegi 37 í Havn, 80 ár. Hennara fulla navn er Malan Bergtóra. Tey flestu siga Berg­tóra. Summi fólk úti í Grøn­landi, har um vegir, sum hon býr, siga Begga. Tað vóru serliga øll tey hjá Mikkjali í Grønlandi, og Begga hongur við enn. Bergtóra er ættað av Kirkju í Fugloy, her hon yvir­høvur varð rópt Berga. Hon er dóttir Karolinu (f. Zachariasen) og Gulak Matras, sum bæði vóru av Kirkju. Bergtóra var yngst av fýra systkjum, trimum gent­um og einum dreingi. Longu fýra ára gomul fór hon til Havnar í kostskúla hjá nonnunum, tí mamma hennara var so ring av sukur­ sjúku, at hon noyddist at leita sær heilsubót millum annað í Danmark. Bergtóra gekk í skúla og búði hjá nonnunum í hálvtriðja ár, her hon eisini var við í skótaliðnun hjá teim­um. Skótaliðið æt KUP - Kristelige unge piger. Hon fór til Fugloyar aftur at ganga í barnaskúla, og haðani fór hon til Klaksvíkar at ganga í skúla. Eftir loknað skúlatíð fór hon aftur til Havnar, millum annað til at tæna sum so mang­ar ungar gentur tá á døg­ um. Við sær úr Fugloy hevði hon ein framúrskarandi hand­ l­igan førning, tí mamma henn­ara, Karolina, var til­­tik­ ið dugnalig til hend­ur­nar. Bergtóra seymaði og hekl­aði og bant og vav. Í Havn lærdi hon víðari at veva hjá Berg­ ljót av Skarði, og eitt skifti seymaði hon hjá Sigurskjold, skraddara. Bergtóra hevði eisini íbornan musikalitet við sær. Hon spældi bæði orgul og violin, ja, hon spældi enn­ tá til okkurt brúdleyp. Í 1947 fór Bergtóra til Dan­­markar at arbeiða hjá Lukas Stiftelsen. Hon ætlaði at læra til jarðarmóður. Jarð­ armóðurskúlin tók til skiftis ein næming inn um árið úr ávikavist Grønlandi og Før­­­ oy­­um, men hetta árið, með­an Berg­tóra ar­beiddi hjá Luk­as Stift­el­sen og bíð­­aði eftir at sleppa inn á jarðar­móður­ skúlan, doyr Gu­lak, pápi hennara, so hon noyddist heimaftur til Før­oya. Í 1949 hitti hon Óla Simon­ sen, beiggja Marner, Oluf og Erling Simonsen. Óli var sonur Erik hjá Magnus Sivart. Óli var húsasmiður. Bergtóra og Óli giftust á Kirkju á páskum í 1951 í himmalsins ódnarveðri. Hjúnini fingu tvey børn, Eirik og Káru Gunnu, men longu í 1957 doyr Óli, og Bergtóra sat eftir sum einkja. Hon bjóðaði lívinum av og arbeiddi nógv og hart. Tað var ikki tað plagg, sum hon ikki sjálv seymaði, bant og heklaði uppá børnini, og heima á Grønlandsvegi seymaði og vav hon alt, sum hoyrdi til eitt heim. Úti arbeiddi hon í handlinum, sum æt Tubbak, hjá Restorff á Hotel Hafnia. Tá ið Tubbak læt aftur, fór hon á skrivstovuna á Hafnia at arbeiða. Og eitt skifti var hon á skrivstovuni hjá Føroya Fiskasølu ovast uppi undir takinum í Føroya Banka. Í 1964 giftust Bergtóra uppaftur við Frits Jacobsen, Frits hjá Gøtu-Anthon. Frits búði í Hornabø í Havn. Tey fingu tveir synir saman, Frits og Anthon, men hjúnunum, Bergtóru og Frits, untust ikki trý ár saman, tí Frits doyði í 1967, og aftur sat Bergtóra eftir sum einkja. Hon flutti út aftur í Grøn­ land at búgva í húsunum, sum Óli, fyrri maður hennara, hevði smíðað. Bergtóra strídd­­­ist og strevaðist, og væl lá fyri, um tað so var at fletta. Synirnir, Frits og Anthon gingu ongantíð í barnagarð, tí Bergtóra passaði teir sjálv, samstundis við at hon passaði onn­ur børn, alt ímeð­ an hon bant skips­­troyggj­ur at selja. Seinnapartin og um kvøld­ið vaskaði hon í Kommunuskúlanum. Henn­ ara seinasta starv var á Frí­ merkjadeildini á Argjum hjá Postverki Føroya, her hon arbeiddi, til hon 67 ára gomul fór frá sum pensjónistur. Øll hesi árini hevur Berg­­tóra verið sera virk­ in. Hon var við í Sjómans­ kvinnuringinum og hevur helst ikki tal á, hvussu nógv­ ar skipstroyggur og hosur, hon hevur bundið sum jóla­ gávur til sjómenn. Hon var við í Kvinnufelagnum í Mettu­stovu. Hon eigur sín fasta sess í Vesturkirkjuni og í Meinigheitshúsinum við Tinghúsvegin og ikki at gloyma hevur hon trúliga tænt KFUK í Havn. Nettupp sambandið við KFUK fekk børn hennara at spyrja, um hon ikki kundi sleppa at halda 80 ára føð­ ingardagin á KFUK. Her játt­aðu tey alt fyri eitt, og tað er á KFUK, at Bergtóra tekur ímóti hósdagin, 15. desember, frá klokkan 11 til 15. Her væntar hon at bjóða mongum gestum væl­ komnum, ikki minst sínum tíggju ommubørnum og fýra langommusynum. S. Dagurin í morgin 13. desember. Lucia, deyð umleið ár 300. Ung genta úr Syracus í Sikiloy. Hon var trúlovað heidnum ungum manni, men narraði hann, varð klagað fyri kristnu trúgv sína og tikin av døgum. Siðurin við luciugongum við gentum við tendraður ljósi í hárinum er komin úr Svøríki. Navnið Lucia kemur av latínska orðinum lux, sum merkir ljós. Bergtóra Jacobsen 80 ár Tíðindaskriv Í sambandi við at havna­ meistarin Kristian Oluf Christiansen gevst í sínum starvi vegna aldur og Jón Nolsøe Olsen tekur við tann 1. januar 2006, verður í hesum sambandi boðið til almenna móttøku á havna­ skrivstovuni týsdagin 13. desember 2005 millum kl. 10.00 og 12.00. Fuglafjarðar kommuna: Jón Nolsøe Olsen nýggjur havnameistari Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá mamma, vermamma, omma og langomma okkara Hallgerð Didriksen Vestmanna doyði og varð jarðað. Vit takka tykkum, ið hjálptu til við kórseting, jarðarferð og við ervinum. Takk fyri kransar, blómur, heilsanir og gávur til eldrasambýlið. Ein serlig tøkk til starvsfólkið í eldrasambýlinum. Fyri tey avvarðandi Àsa, Gyðja, Fríðhildur og Rói Ein kvinna úr Ecuador er kosin av Guinness Rekord bókini til heimsins elsta Maria Esther Capovilla varð borin í heim í 1889 í Ecuador og varð fríggjadagin søgd at vera heimsins elsti núlivandi persónur. Tað var familja hennara sum sendi føðibrævið hjá Mariu til rekordbókina. Maria hevur sera góða heilsu, hon sær gott út og hevur aldrin brúkt stav. Hon lesur bløðini og hyggur eftir sjónvarpi, sigur Kate White hjá Guinness Rekord bókini til Reuters. Maria eigur fimm børn og hon er bæði omma, lang­ omma og olduromma. Hon gjørdist einkja í 1949, og býr nú saman við syni sínum og verdóttrini í sama landsbýi, har hon var borin í heim fyri 116 árum síðani. Hon sær væl út – heimsins elsta, tann 116 ára gamla Maria Esther Capovilla úr Eucador 116 ár og heimsins elsta! Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið 50 ára føðingardagur Týsdagin 13. desember verður Marjus Dam, lækni, Miðvágur, 50 ár. Føðingardagin verður opið hús í heiminum frá kl. 19,30.