Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 238 - 12. desember 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Góði vinur og samáhugafelagi, bygd og bygdafólki til frama. Eg vil senda tær hesa kvøðu, nú tú røkkur kempualdri og rundar tey áttati árini. Tú hevur sanniliga staðið, sum drangur í brimi, soleiðis sum tað hevur leika um teg hesi farnu ár. Men - tað vil eg siga, at eftirmæli vil prógva: at hevði tú ikki staðið á odda, bæði í Fylking og býráði og stuðla vinnulívi og fiskiflotan á Tvøroyri tá búskapurin - landsbúskapurin - skrædnaði, so hevði Tvøroyri ikki hóra undan. Teir øvundamenn tínir, stovnaðu Tvøroyra Sosialdemokrat­ iska felag, Forrestin - hvat bleiv av Tvøroyra Demokratiska Felag? Hvar eru teir allir? Eg eri bangin fyri, at teir hava fingið sína løn. Tó - eg skal ikki døma teir. Ein er sum skal døma okkum øll. Tað vita bæði tú og eg, sum so mangan hava skift orð um andalig virðir. Nú vil eg ynskja tær Guðs signing á degnum og ynskja tær nøkur góð ár í ellini saman við tínum húski. Gomul eik í føgru lund Blóma man hon enn. Alsk hon ber til Føroya grund. So roynast rættir menn. Við vinarkvøðu Jákup Vang Føðingardagskvøða til Dánjal av Rana - sum verður 80 ár hin 15. desember 2005 Mikudagin 14. desember er seinasti arbeiðsdagur hjá Idu Nielsen á bilstøðini Bil-Mini Taxi í Havn. Ida, sum í dag er 78 ára gomul, hevur seinastu fimm árini arbeitt fast sum støðgenta. Áðrenn tað koyrdi hon sum hýruvognsførari við egnum bili á støðini. Hon hevur verið í hýru­ vognsvinnuni síðan 1969, tá hon byrjaði á bilstøðini Taxa 1313 í Niels Finsgøtu, støðini sum Zacharias Nicla­sen á Skipafelagnum stovnaði í 1953. Annars hevur Ida koyrt í Mini Taxi í Jónas Broncks­ gøtu og í Bil Mini Taxi í Gundadali og síðan 1996 á Farstøðini á Eystaru bryggju. Nøkur ár í 80-unum arbeiddi hon við teimum evnaveiku á Frítíðarheiminum í Skriv­ aragøtu, samstundis sum hon koyrdi hýruvogn. Ida er sera arbeiðs­som. Umframt hýruvogns­koyr­ing­ ina hevði hon í mong ár eisini kiosk á Íslandsvegnum, sum hon passaði. Hon er mamma at 6 børnum, og tað hevur sanniliga eisini kravt sítt. Hon eigur 19 ommubørn og 15 langommubørn, sum hon er røsk at binda til. Á bilstøðini verður sagt, at Ida er sum eitt býkort. Hon kennir allan býin uttanat, og nú hon gevst, verða bil­ førararnir noyddir at nýta tey vanligu býkortini ístaðin fyri at spyrja Idu, tá teir ikki finna. Ida hevur ikki altíð búð í Havn. Hon er nevniliga ættað úr Hvalvík og kom sum ung til Havnar. Ida sigur, at henni hev­ ur dámt væl at arbeitt sum bilførari, hóast arbeiðs­ dag­arnir ofta hava verið lang­ir. Hon fer ikki at situr hendur í favn, hóast hon nú gevst at arbeiða, hon hevur ætlanir um at fara ein túr til Peterhead við Norrönu nú áðrenn jól. Í sambandi við at Ida gevst, verður kaffi og ábit á bilstøðini Bil Mini Taxi mikudagin frá kl. 9-12, har høvi verður hjá viðskiftafólki og øðrum at heilsa upp á Idu. Ida Nielsen gevst í hýruvognsvinnuni Mikudagin 14. desember er seinasti arbeiðsdagur hjá Idu Nielsen á bilstøðini Bil-Mini Taxi í Havn Mynd: Álvur Haraldsen Forlagið Gráfelli hevur givið út ta seinnu bókina um vanlukkur í Norðurhøvum. Tann seinna bókin hjá Árna Joensen, fyrrverandi útvarpsmanni, tekur við, har tann fyrra slepti. Í hes­ ari bókini verður sagt frá vanlukkum síðani 1975, og eins og í teirri fyrru er dentur lagdur á føroyskar skipsvanlukkur. Í einum føri er talan um eitt norskt skip, sum føroyingar vóru við, og í tveimum førum verður sagt frá, tá føroysk skip bjargaðu monnum av útlendskum skipum. Millum skips­vanlukk­ ur­nar, sum bókin sigur frá, eru tilburðirnir, tá farma­skipið ”Star River” sakk norð­ur úr Kallinum í oktob­ur í 1982, og tá leir­ víks­skipið ”Guliklettur” fórst í innsiglingini á Horna­ fjørðinum í Íslandi í desemb­ ur í 1992. Eisini verður greitt frá tí, sum hendi, tá oljuskipið ”Stathav” sakk við Hoyvíkshóm í desembur í 1994, og tá strandaskipið ”Sjóborgin” gekk burtur norður úr Mýlingi í apríl í 1998. Hetta sama skipið sakk í havnini í Scrabster fýra ár frammanundan, og tann tilburðurin er eisini í bókini. Bjargingar ”Við úthavsins strendur” sigur eisini frá spennandi bjargingum á sjónum. Tey flestu munu hava hoyrt um vanlukkuna, tá russiska farmaskipið ”Mekanik Tara­sov” sakk í ódnarveðri á Flemish Cap í februar í 1982. Klaksvíksskipið ”Sigurfari” beyð sær til at hjálpa, men russiski skiparin segði nei. Løtu seinni sakk russiska skipið, men tað eydnaðist ”Sigurfaranum” at bjarga fimm russiskum sjómonnum á lívi umframt 14 líkum. Gøtuskipið ”Tróndur í Gøtu” var fyrst á staðið, tá týska garnaskipið ”Hansa” sakk vestan fyri Skotland í mars í 2001. Teir fingu fatur á fýra av manningini, men teir vóru allir deyðir. Gøtumenn fingu eisini eyga á ein fimta, sum eitt norskt skip tók upp. Tað vísti seg, at hann vfar á lívi. Í samrøðu við týska stórblaðið ”Spiegel” segði hann seinni, at Guð hevði verið við sær. Havnarmaðurin Martin Olsen og argjamaðurin Jo­hannis Johannesen vóru eisini hepnir, tá teir vórðu bjargaðir, eftir at skip teirra, tað norska ”Bordanes”, var sokkið í illveðri. Tann til­ burðurin er eisini í bókini. Nýggja bókin sigur eisini frá vanlukkum við øðrum útlendskum skipum. Ein er frásøgnuin um ein bretskan trolara, sum varð togaður nið­ ur av einum stórum kavbáti, og í einum øðrum føri varð ein bretskur trolari ásigldur ikki minni enn tvær ferðir, áðrenn hann sakk. ”Við úthavsins strendur” kostar 248 krónur og fæst um alt landið. Samstundis hava tey, sum ikki eiga ta fyrru bókina, høvi at ogna sær báðar fyri 398 krónur. - Guð var við mær