mánadagur 12. desember 2005síða 33
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Jólini í Hvannadali
Partur 8
Tá teir eru komnir
inn í skúrin aftur,
hyggja teir bein
anvegin,
um
jólamaðurin er
vaknaður – tað
er hann tíbetur
ikki.
- Hatta gekk
óføra væl An
thonio, tú dugir
ordiliga væl at
spæla jólamað
ur.
- Heldur tú tað?
spyr Anthonio,
meðan hann royn
ir at fáa ullina av
andlitinum aftur.
- Men tú dugir
eisini væl.
- Jú jú, takk
fyri tað. Stampi,
heldur tú, at jóla
maðurin fer at
vakna í kvøld?
- Nei Anthonio,
stoyturin hann
fekk var so mikið
harður, at hann
vaknar ikki fyrr
enn í morgin, og
tá eru vit langt
av landi skotnir.
Nú
mugu
vit
hvíla okkum eina
løtu - vit mugu
verða væl fyri, tí
í nátt fara vit at
stjala gávurnar
undan hvørjum
tí einasta jólatræ í bygdini.
Ha ha ha ha ha ha ha.
Erling og Jógvan eru
longu farnir í holt við at taka
pallin niður. Teir tosa ikki
saman. Jógvan er enn óður
inn á Erling, tí Erling misti
hamarin á høvdið á honum,
og Erling torir ikki at siga
nakað við Jógvan, tí hann
veit, at tað allar minsta kann
øsa hann upp. Men arbeiðið
gongur skjót, og áðrenn teir
vita av, so er allar pallurin
niðurtikin. Eftir stendur tað
vakra og stóra jólatræið og
lýsir alt torgið í bygdini upp.
Trølla Pætur og Trølla
Omman eru á veg til hús.
Sjálvt um hýrurin er góður
á Trølla Pætur, so er hann
eitt sindur vónbrotin av jóla
monnunum.
- Eg haldi ikki, at teir sóu
fittir út, sigur Trølla Pætur.
- Ikki hugsa um tað góði,
gleð teg bara til í morgin, tí
í morgin er jólaaftan, sigur
omman troystandi.
- Ja, nú skal eg bara sova
eina nátt afturat.
- Ja góði, í morgin sleppur
tú at pakka allar pakkarnir
upp, sum tú hevur fingið.
- Eg eri so spentur at síggja,
hvat eg havi fingið frá tær
og Ossa, sigur Trølla Pætur,
meðan hann fer hoppandi
niðan gjøgnum bøin.
Tey eru nú komin til húsini
og fara inn.
- Nú skalt tú fáa ein heitan
temunn og ein vælsmakkandi
bolla frá ommu. Tá tú hevur
etið, so skalt tú fara og leggja
teg. Í nátt fara jólamenninir
at leggja enn eina gávu undir
træið. Tað verður spennandi
hjá tær at vakna í morgin.
Tá Trølla Pætur hevur etið
bollan og drukkið drekka
munnin, mussar
hann
ommu
sína góða nátt
og leggur seg í
songina.
Hann
er bæði móður
av degnum og
spentur til dag
in í morgin, og
áðrenn
hann
veit av, so liggur
hann
í
fasta
svøvni. Omman
situr eina løtu
fyri seg sjálva,
men eisini hon er
troytt. Hon minn
ist aftur, tá hon
var
smágenta,
og hvussu nógv
hon gleddi seg til
jóla. Tað var ein
góð og stuttlig
tíð. Hon reisir
seg, sløkkir eftir
sær, og tá ein
lítil løta er farin,
liggur eisini hon
og svevur.
Puntur 12 til
jólakalendaran