Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-12, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. desember 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 238 - 12. desember 2005 Royndin hjá GHM við at ganga nýggjar leiðir við jóla­ konsertum vísti seg at fáa bestu undirtøkuna. Á kon­ sert­ini seinnapartin í gjár í Vesturkirkjuni, har Eivør Páls­dóttir luttók, var fullsett av fólki. Nú vit eru komin í jólamán­ aðin eru nógv, sum skipa fyri konsertum við ymsum formi og innihaldi. Harmoniorkestrið GHM í Havn hevur vanliga nógv at takast við í desember mánaði. Í ár hevur GHM so tikið stig til sína egnu jólakonsert og hevur boðið trimum kórum við: Felagskórinum Gøta/ Leirvík, Vestmanna sangkóri og Tórshavnar Kamarkóri. Stórt kór saman við har­ moni­orkestri er ikki roynt fyrr her heima, men nú GHM er vorðið so stórt har­ moniorkestur, har mest sum øll ljóðførini, sum eitt tílíkt orkestur eigur at hava, eru umboðað, er hetta á fyrsta sinni møguligt. Konsertirnar í ár vóru tríggj­ar í tali: Fríggjakvøldið í Vest­manna, leygardagin í Gøtu kirkju og í gjár í Vestur­ kirkjuni. Á triðju og seinastu kon­ sertini byrjaðu fólk longu at koma í góðari tíð framm­ anundan, og tá konsertin var byrjað, var kirkjan meiri enn fullsett av fólki. Og her kundu tey enn eina­ ferð verða vitni til ótrúligu songrøddina hjá Eivør Pálls­ dóttur. Jú, hon er ein stjørna, vóru øll samd um eftir kon­ sert­ina. Eivør Pállsdóttir setti enn eina ferð sín serstaka dám á jólakonsertina í Vesturkirkjuni seinnapartin í gjár Mynd: Snorri Brend Fullsett jólakonsert Serprent: 300,- kr. fyri hvørt Frímerkjadeildin - www.stamps.fo - filateli@postur.fo