týsdagur 13. desember 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 239 - 13. desember 2005
Jólakonsert verður
í Gøtu kirkju sunnu
dagin 18. desember
kl. 20
KONSERT
Petsi Tvørfoss er kend av
flest føroyingum fyri luttøku
sína í Danska Melodi Grand
Prix 2004, og munnu flest
vera varug við hennara fram
úrskarandi rødd og sangevn
ir.
Petsi meistrar ymiskar sang
sjangrur, og hevur roynt og
víst síni evnir í so ymiskum
sum traditionellum kórsangi
og kirkjukórið sum 1. supran,
og ofta sum solistur, eins og
í rútmiskum tónleikabólkum
og sum rútmiskur solistur. Í
Jyllandi, har Petsi búleikast,
er hon eftirspurd til bæði
privat sum til almen tiltøk,
og hevur m.a. framført fyri
Dronning Margretu á vitjan
í Jyllandi.
Í Føroyum hevur Petsi
áður havt jólakonsert, kirkju
konsertir saman við Vor Frue
Kirkes Kor, eins og rútmiskar
konsertir við bólki, m.a. á
summarfestivalinum.
Petsi víðari útbúgvir seg á
Jysk Musikkonservatorium í
Århus eins og Sofia Ghoula,
sum hevur klaverundirspæl og
syngur kór á konsertini. Tær
hittust á konservatoriðinum,
hava spælt nógv saman hetta
seinast 1½ árið, men er hetta
einans onnur konsert teirra
saman.
Nógv ymisk verður á
skránni á konsertini, so sum
føroyskir jólasálmar í nýggj
um hami, gospel tónleikur,
løg Petsi og Sofia sjálvar
hava skrivað og mangt ann
að – við ørðum orðum, eitt
sindur av hvørjum.
Petsi og Sofia vóna soleiðis
at fáa eina hugnaliga løtu
saman við áhoyrarunum í
Gøtu Kirkju síðsta sunnudag
fyri jól kl. 20:00.
Føroya Sparikassi
setti í gjár rentuna á
1. veðrættarlánum
til bústaðir niður
á 3,45 prosent p. a.
Saman við nýggju
realkredittlánunum,
ið Føroya Sparikassi
sum tann einasti í
Føroyum bjóðar,
merkir rentulækk
ingin, at Sparikassin
er mest kappingarføri
peningastovnur á
føroyska bústaðar
marknaðinum
BÚSKAPUR
Tíðindaskriv
Føroya Sparikassi
Kundar í Føroya Sparikassa
fáa frá í dag fyrimun av, at
Sparkassin lækkar rentuna á
1. veðrættarlánum til bústaðir.
Rentan á gomlu lánunum er
nú 3,45 prosent, har hon
frammanundan var 4,25
prosent p. a. Rentulækkingin
umfatar allar kundar við 1.
veðrættarláni til bústað í
Føroya Sparikassa og hevur
virknað, uttan at kundar nýt
ast at umleggja lánini og
gjalda fyri tað.
- Føroya Sparikassi er
størsti bústaðarfíggjari í Før
oyum, og kundar okkara skulu
kunna rokna við, at Spari
kassin er kappingarførur.
Tað er orsøkin til, at rentan
á teimum gomlu lánunum
fer niður nú, sigur Marner
Jacobsen, forstjóri í Føroya
Sparikassa, sum samstundis
vísir á, at ongin trygd er fyri,
at rentan verður verðandi á
hesum søguliga lága rentu
støðinum, og tað er tí eitt
gott hugskot at seta seg í
samband við Sparikassan
um nýggju tilboðini um real
kreditt.
Hóast rentan á teimum
gomlu 1. veðrættarlánunum
nú lækkar, hevur tað avmark
aðan týdning fyri lántak
aran, hvør rentan á bústaðar
lánunum er her og nú.
- Avgerandi er, hvussu
nógv ella lítið, tú skalt gjalda
í rentu og avdráttum komandi
5, 10, 20 ella 30 árini, og her
er tað, at realkredittfíggingin
í Sparikassanum veruliga
ger mun. Við realkredittláni
ber millum annað til at læsa
rentuna fasta í stutt ella long
tíðarskeið. Hetta kann hava
stóran týdning, nú nógv
bendir á, at rentuhækkingar
standa fyri framman, sigur
Marner Jacobsen.
Sparikassin bjóðar sum
einasti føroyski peningastovn
ur eina røð av realkreditt
lánum til verandi og komandi
føroyskar bústaðarkundar.
Lánini kunnu hava fasta
rentu, rentutillaging ella
rentuloft, vera upp til 30
ár og hava avdráttarskáða í
upp til 10 ár. Harumframt
ber framhaldandi til at fáa
gomlu sethúsalánini til
skiftandi rentu, eins og tað
á gomlu lánunum sjálvandi
framvegis er møguligt at fáa
avdráttarskáða í avmarkaða
tíð, uttan at tær nýtist at telja
klipp ella avtala hetta, tá
lánið verður stovnað.
Dansur við Kíkum
í Losjuni í Gøtu
DANSUR
Komandi leygarkvøld 17. desember kl. 23.00 spælir
gamla orkestrið Kíkar til dans í Losjuni í Gøtu.
Orkestrið spældi nógv til dans í Eysturoynni og restuni
av Føroyum í tíðarskeiðnum 1981-85. Við í bólkinum eru
Jóhan Danielsen (sangari), Jákup Olsen (bass guitar),
Jóannes Mikkelsen (tangentar), Hjalti Joensen (guitar)
og Petur Martin Petersen (trummur).
Við hetta kvøldið verður eisini ein gestatónleikari á
orgul, hesin verður lýstur seinni.
Kíkar spæla góðan gamlan 70’ara rokk, so sum Uriah
Heep, Deep Purple, Beatles, Doctor Hook og Santana.
Bólkurin gavst at spæla árskiftið 1984-85. Sangarin
Jóhan Danielsen hevur seinastu 15 árini búð í Danmark
og er komin heim í hesum sambandi.
Kíkar vera ikki bert at hoyra komandi leygarkvøld,
men spæla eisini til dans í Støkkhøllini á Glyvrum 2.
jólakvøld og gamlaárskvøld.
2 av tónleikarunum í Kíkum: Hjalti Joensen úr Runavík,
sum er ein tann kendasti guitaristurin í Føroyum. Hann
hevur spælt við í nógvum føroyskum bólkum gjøgnum árini,
m.a. Moirae, Terji Rasmussen Band og Devon. Jákup Olsen
úr Saltangará, sum spælir bass guitar í Kíkum. Jákup spælir
enn av og á til ymisk tiltøk saman við ymiskum føroyskum
bólkum.
Non Stop
Nýggjárskonsert
Nýggjárskonsertin annað jólakvøld verður hildin á tveim
um pallum. Hetta er gjørt soleiðis at sleppast skal undan
keðiligum steðgum, tá pallskifti er. Hip Hop dansibólkurin
bólkurin The Black& White fer at undirhalda á minna
pallinum, meðan tónleikabólkarnir gera klárt á stóra
pallinum.
Luttakandi bólkarnir í ár eru Páll Finnur Páll, Lama
sea, SIC, The Message, The Dreams og The Story Ends
featuring Side Effect.
nus
Zenden spælir ikki
hetta kappingarárið
Liverpool miðvallarleikarin Boudewijn Zenden spælir
neyvan fótbólt aftur hetta kappingarárið, skrivar www.
soccernet.com. Zenden fekk ein knæðskaða í heima
dystinum ímóti Real Betis í Champions League her
fyri.
Skaðin í liðbondunum í knænum tykist at vera so
ringur, at hálendski leikarin mikudagin fer til USA, har
kendi læknin Richard Steaman í Kolorado væntandi fer
at leggja hann undir skurð.
Zenden kom úr Middlesbrough í summar, men hevur
áður spælt fyri Chelsea, Barcelona og PSV Eindhoven.
Zenden varð seldur til Middlesbrough, tá Chelsea
keypti Arjeen Robben, ið eisini hevur yvirtikið plássið á
hálendska landsliðnum frá Zenden.
Í Middlesbrough var Zenden ein sera týdningarmikil
leikari, men tá hansara sáttmáli við Middlesbrough var av
í summar, vóru Liverpool til reiðar við einum tilboði.
Eitt umboð fyri Liverpool sigur við heimasíðuna hjá
felagnum, at tað ikki er sannlíkt, at Zenden spælir aftur
hetta kappingarárið
nud
Rentan á gomlu lánunum lækkar
Petsi Tvørfoss saman við
Sofia Ghoula á klaver
Petsi Tvørfoss (til høgru) og Sofia Ghoula (til vinstru).
Í gjár fór »Høgi
fossur« úr Føroyum
til Pólands, har skipið
skal umbyggjast til
seismikkskip
SKIPASØLA
Skipið bleiv keypt vegna
kunda hjá skipsmeklara
virkinum Maretec á Argjum
á tvingilssølu í Føroya fúta
rætti 21.oktober í ár. Síðani
tá hevur skipið ligið við
bryggju í Miðvági.
Meðan skipið hevur ligið í
Føroyum, er bjálvingin tikin
burtur úr frystilastini, spølini
eru avmonterað, og tekningar
eru gjørdar av umbyggingini
ið skal gerast.
Skipið verður skrásett í
Bahamas og skal eftir ætlan
ini fara í vinnu sum seismikk
skip í apríl-mai 2006.
Møguliga koma vit at
síggja skipið aftur í Føroyum
í øðrum líki einaferð í fram
tíðini í samband við frá
landavinnuna - hvør veit?
»Høgifossur« verður seismikkskip