Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 13. desember 2005 7 Teir báðir parkerings­ vørð­arnir í Havn hava fingið nýggja útgerð, sum ger tað nógv lættari hjá teim­um at skriva út bøtur. Útgerðin er royndarkoyrd síðstu vikurnar við góðum úrsliti, og tey bæði eru væl nøgd við útgerðina Parkering Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Talan er um skipanina Tic­ ket-Man, ið er ein skipan, har parkeringsvørðarnir nýta eitt elektroniskt tól, tá ið tey skriva bøtur. Tá ið park­eringsvørðarnir leggja til merkis ein bil, ið stendur ólógligani parkeraður, verða upplýsingarnar trýstar inn á tólið. Tá ið hetta er gjørt, skriv­ ar tólið út ein lepa, ið verð­ ur festur á sjálva bót­ina. Á lepanum eru allar tær neyðugu upp­lýsingarnar viðvíkjandi ólóg­ligu park­eringini. Beinleiðis inn á telduskipan Eftir loknan arbeiðsdag fara parkeringsvørðarnir aftur á politistøðina, har tey halda til. Har verða tólini sett til teldu, ið síðani tekur dagsins upplýsingar inn av tólinum, og soleiðis verða allar bøt­ur­ nar koyrdar beinleiðis inn á eina telduskipan. Parkeringsvørðarnir báðir lata væl at nýggju skipanini, og tey siga, at tað er nógv lættari at arbeiða við nýggju útgerðini. Samstundis sum parker­ins­ vørð­arnir hava tikið nýggju útgerðina í nýtslu, hava tey eisini fingið nýggjar búnar. Sum nevnt aðrastaðnis á síð­­uni, so er ætlanin, at tey bæði skulu koma longur út um býin, og hetta fer iva­ leyst at hava við sær, at ein park­eringsvørður verður sett­u­r afturat, váttar Heðin Mortensen, borgarstjóri. - Tað kann væntast, at vit fara at seta eitt fólk aft­ur­at, tí tað verður ivaleyst tørvur á tí. Men sjálvsagt skal politiskur vilji fáast fyri hesum, sigur Heðin Mort­ensen. Hann legg­ ur afturat, at tað er heldur ikki óhugs­andi, at flutningstól verða keypt, ið skulu gera park­­eringsvørðarnar meiri „mobilar“, sum borgarstjórin málber seg. Parkeringsvørðar fingið nýggja útgerð Inn at sita fyri kapp­ royring Ein 30 ára gamal maður var í Føroya Rætti í gjár dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri kappkoyring. Harumframt fekk maðurin hálvtannað ára treytaleysa frádøming av koyrikortinum Kappkoyring Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Maðurin er dømdur fyri saman við einum øðr­um at hava koyrt kapp á Havnagøtu og á Kongabrúnni í august mánað í ár. Somuleiðis koyrdi maðurin ímóti ferðsl­­uni, og tað endaði við einum samanstoyti við ein mótkoyrandi bil. Ákærin nøgdur Dómurin, sum fall í Føroya Rætt í gjár, er í tráð við tað, sum ákærin í málinum, Linda Hesselberg, hevði kravt. Á rættarfundinum fyri viku síðani kravdi ákærin, at tann ákærdi bleiv dømdur 40 daga treytaleysa fongs­ulsrevsing, og at hann harafturat skuldi missa koyrikortið í hálvt­annað til tvey ár. Tí er Linda Hes­sel­ berg nøgd við dómin, sum Føroya Rættur segði í gjár. - Eg eri nøgd við dóm­ in, tí tað hevur verið leingi verið ein trupulleiki við kappkoyring í høv­ uðs­staðnum. Við hesum dómi hevur Føroya Rættur vónandi givið eitt greitt tekin um, at hetta ikki verð­ u­r góðtikið, og at tú kanst rokna við treytaleysari fongs­ulsrevsing, um tú koyrir skilaleyst, sigur Linda Hesselberg. Hin bilførarin, sum var við í kappkoyringini, hevur noktað seg sekan í at hava tikið lut í kappkoyring, men málið móti honum verður vænt­ andi reist í næstum. Linda Hesselberg sigur, at tann bilførarin kann vænta sær ein ákæru. Ákærin sigur, at dómurin, sum fall í gjár, fer at hava ávirkan á tað málið. - Maðurin, sum bleiv dømdur í gjár, játtaði seg partvís sekan í at hava koyrt kapp, og tað skulu jú tveir bilar til eina kappkoyring, sigur Linda Hesselberg at enda. Parkeringsskipanin í høvuðsstaðnum verð­ ur nú broytt, soleiðis at fleiri parkeringsøki kring býin verða gjørd tíðaravmarkaði. Hetta merkir, at park­ er­ingsvørðarnir fara at koma longur út um býin Parkerings­ viðurskifti Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Á tíðindafundi á skrivstovuni hjá borgarstjóranum í Havn í morgun, var greitt frá nøkrum broytingum í parkeringsskipanini í Tórs­ havnar Kommunu. Ein av hesum broytingum er tann, at parkeringsvørðarnir í fram­tíðini fara at koma meiri út um býin at hava eftirlit við parkeringini. Ætla at broyta hugburðin Millum teirra, sum vóru við á tíðindafundinum, vóru Heðin Mortensen, borgarstjóri, Karie Marie Olesen, fúti og Jón Klein Olsen, vara­pol­it­ i­kommiserur. Tey søgdu, at tað er teirra vón, at hug­ burðurin hjá føroyingum við­víkjandi parkering kann broytast í framtíðini. - Tað verður meira og meira tíðaravmarkað parkering í býnum. Sum heild kann sigast, at jú longur burtur frá miðbýnum tú parkerar, tess longri tíðarskeið kann bilurin standa, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. Hann sigur, at við at gera meiri tíðaravmarking inni í býnum, verður tað vónandi lættari at sleppa av við bilin í dagligdegnum, um tú gert tær onkur ørindi í miðbýnum. Summar broytingar eru longu framdar í park­er­ings­ skipanini, og millum annað er alt tað stóra parkeringsøki á Hálsi við bilasøluna hjá Johannes Berg ikki longur óavmarkað, og nú er bert loyvt at parkera har í fýra tímar í senn. Neyðugt at útvega fleiri parkeringspláss í framtíðini Býráðið í Havn ásannar tó eisini, at tað er stórur tørv­ur á parkeringsplássum í mið­ býnum, og havandi í huga Norðoyatunnilin, sum letur upp komandi ár, verður tað neyðugt hjá Tórshavnar Komm­unu at útvega fleiri og fleiri parkeringspláss. - Spurningurin er so, um vit so skulu byggja stór parkeringshús í fleiri hæddum, ella um vit møguliga skulu grava niður í jørðina og gera park­eringskjallarar, sigur Boði Haraldsson, býar­verk­ frøðingur. Jón Klein Olsen, vara­ pol­itikommiserur, sigur, at býurin er við at kvalast í bilum, og tað verður alla­ tíðina arbeitt við at loysa park­eringstrupulleikarnar í miðbýnum. Millum annað er ein opin spurningur, um teir borgarar, ið búgva inni í býnum, skulu hava serligar sømdir, tá ið tað snýr seg um parkering í hesum øki. Meira tíðaravmarkað parkering Jón Klein Olsen, varapoliti­komm­iserur, Karen Marie Ole­sen, fúti og Heðin Mortensen, borgarstjóri, á tíðindafundi á býráðnum í morgun. Mynd: Jens Kr. Vang Teir báðir parkerings­vørð­ ar­nir í Havn, Thordur Thorsteinsson og Annika Joensen, við nýggju útgerðini og í nýggju búnunum. Mynd: Jens Kr. Vang