Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 239 - 13. desember 2005 At vegurin millum Viðareiði og Hvanna­ sund er bæði smalur og ótíðarhóskandi, eru fólk samd um. Ynskið er frammi um at gera nakað við vegasambandið hjá viðingum, og í løtuni er farið undir at kanna, um til ber at gera ein tunnil ístaðin. – Hetta er neyðugt, sigur bygdarráðslimurin, Kári Kallsberg Bygdir Snorri Brend Viðareiði: Fyri tey, sum koma aðrastaðni frá, er Viðareiði sum eitt paradis á jørð. Har er vakurt, frítt og eitt sera gott stað hjá børnum at vera í frítíðini. Hetta sama halda fólk á Viðareiði eisini. Men tað er kortini eitt, sum teim­um ikki dámar, og sum mong teirra helst hugsað um hvønn einasta dag: Vega­ sambandið. Tað eru bert fáir minuttir at koyra til Klaksvíkar, men tað er ikki bara sum at siga tað at fara henda stutta túrin til stórbýin. Fyrst skal ein koyra eftir einum smølum vegi til Hvannasunds, har høgt er upp fyri og høgt niðurfyri. Og síðani skal ein gjøgnum tveir tunlar, sum ikki kunnu sigast at vera tíðarhóskandi ella nøkta tørvin á tunlum í dag. Hetta er kortini einasta sambandið hjá viðingum við umheimin, og tað mugu teir so liva við í nøkur ár aftrat. Men gongst sum ætlað og sum ynskini eru, so verður kanska ein broyting í eina ferð í framtíðini. Vit frá bygdarráðnum hava gjørt vart við ynskið okkara um at fáa eitt berghol frá Hvannasundi og inn í Dalar. Tí vóna vit, at okkurt fer at henda nakað skjótt, sigur Kári Kallsberg, sum er næstformaður í Viðareiðis kommunu við Sosialin. Og nú er eisini líkt til, at gongd er komin á málið, tí Landsverk hevur gjørt tær fyrstu kanningarnar til tveir tunlar aftrat í Norðoyggjum: Ein á Borðoynni og hin á Viðoynni. Higartil hevur Landsverk nevniliga gjørt fyribils jarðfrøðiligar kanningar og metingar av einum tunli millum Hvannasund og Viðar­eiði, - ein tunnil, sum fer at lætta munandi um hjá viðingum og sum fer at gera ferðsluna munandi tryggari. Enn kann eingin siga, nær hesin tunnilin verður veruleiki, tí tað veldst alt um játtanina sum fæst. Mett verður kortini, at ein slíkur tunnil fer at kosta millum 155 og 175 mió. kr. Skriðulop Hvussu vandamikið tað er at koyra eftir vegnum millum Viðareiði og Hvannasund fekst fullgott prógv fyri í september mánaði í 2004. Vildi heilt illa til, so kundi hent stórur skaði á fólk, tá tað brádliga kom eitt ógvusligt skriðulop úr erva og oman á sjálvan vegin. Ein ung kvinna var á veg til Viðareiðis, og kom at standa mitt inni í einum skriðulopi tætt við heimbygdina. Tí­betur fyri hana fekk hon ikki skaða, men slapp frá hendingini við skelkinum. Kári Kallsberg var sjálvur á veg til Viðareiðis um sama mundið, og mátti fáa hjálp úr Hvannasundi at grava bilin leysan. Hjá honum var ikki annað at gera enn at venda aftur til Hvannasunds. Stutt eftir hesa hending tók bygdarráðið á Viðariði stig til eitt bræv, sum varð sent løgtinginum við einum rættiliga stórum ynski um ein tunnil til Hvannasunds. Trygg framtíð Kári Kallsberg metir sjálvur at ein slíkur tunnil er rættiliga neyðugur fyri bygd kann fáa eina trygga framtíð, bæði fyri núverandi og komandi ættarlið. Hann vísir á, at hvønn einasta dag fer nógvur ung­ dómur av bygdini í skúla, annaðhvørt í Klaksvík ella á Kambsdali. Samstundis fara nógvir viðingar av bygd­ini til arbeiðis á øðrum støðum. Fyri okkum øll er neyðugt at vegurin, sum vit koyra eftir er tryggur alt árið. Her er bæði talan um vaks­in og ung. Men vit, sum eiga børn, hugsa eisini nógv tryggleikan á hesum vegastrekkinum, sigur Kári Kallsberg. Búseting Hóast hesar umstøðurnar, og hóast mong vilja meta sum hesa norðastu bygdina sum ein útjaðara, so er kortini líkt til at bygdin veksur í tali av íbúgvum. Í dag búgva um 350 fólk í bygdini, og tað talið hevur verið rættiliga støðugt í fleiri ár. Kommunan kann eisini fegnast um, at talið av børn­ um er rættiliga stórt – bæði í og undir skúlaaldur. Sambært einum yvirliti frá seinasta mánaði vóru beint omanfyri 130 fólk undir 18 ár og beint niðanfyri 30 fólk í pensjónistaaldri. Fleiri sethús eru eisini í gerð í bygdini – fýra í løtuni, og fleiri onnur eru um at vera klár at fara í gongd við tað sama. Neyðugt er við tryggum ve Viðareiðisvegurin Tunnil til Viðareiðis Lýsing Av tí at verandi vegur er smalur, ótíðarhóskandi og grót ofta kemur á vegin, er ynski um at fáa ein tunnil og veg millum hesar bygdir. Tunnilin er umleið 2.300m til longdar og samanlagt uml. 4000m av vegi. Støðan Desember 2005: Gjørdar eru fyribils jarðfrøðiligar kanningar og metingar. Supplerandi kanningar skulu gerast í sambandi við vegin Skúvadalsleitið í næstum. Eisini skullu gerast kjarnaboringar í Middali og við Rættargarðar. Tíðarætlan Ov tíðliga at siga nakað um tíðarætlanina, tí óvissa er enn um, nær játtan fæst. Kostnaðarætlan Ein fyribils meting: 155-175 mió. kr. (Landsverk desember 2005) FAKTA Kári Kallsberg: - Vegasambandið hjá okkum er ikki tíðarhóskandi, sigur Kári Kallsberg, næstformaður í Viðareiðis kommunu