týsdagur 13. desember 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 13. desember 2005
egasambandi
Viðareiðisvegurin
Sagt og skrivað um Viðareiðisvegin:
Uppskot
á tingi
”Úr landskassanum verður
játtað ein peningahædd
uppá 1 mill. kr. til gerð
av tunnell, brúgv og veg
til vegasamband millum
Klaksvík, Norðdepil og
Viðareiði.
Landsstýrinum verður
givið í hendi at læna 1 mill.
kr. uppá ta í gr. 1 nevndu
játtan og at skipa fyri
kanning og kostnaðarætlan
av nevndu arbeiðum, so tey
kunnu byrja í hesum ári.
Henda lóg kemur í gildi
beinanvegin”.
(Løgtingsuppskot
hjá Richard Jacobsen,
tingmanni 15. januar
1957)
Skeltini
boða frá
”Hesa tíðina av árinum er
sjálvsagt ikki vandi fyri
skalvalopið, men tey, sum
fara eftir Viðareiðisvegnum
kunnu ikki kenna seg heilt
trygg. Skelti boða frá, at
vandi er fyri omanlopi,
og tær vikurnar munnu
vera fáar, at grót ikki ríður
oman á vegin. Í nógvum
vikum kemur hetta fyri
meiri enn eina og tvær
ferðir. Veðurumstøðurnar
hava nógv at siga, nær
tað ríðir oman. Vandin er
serliga stórur, tá tað hevur
verið frost, og tá bloti
kemur í aftur, og eisini tá
tað hevur verið liggjandi
turrveður, og tað aftur verð
ur áarføri. Hetta fáa teir
hjá landsverkfrøðinginum
sjálvandi einki gjørt við.
Tað hevur ofta verið tos
að um, at vegurin millum
Hvannasund og Viðareiði
átti at verið breiðkaður, og
onkuntíð er møguleikin
nevndur, at tunnil skuldi
verið gjørdur úr Hvannasund
inn í botnin á Viðvík - Víka
botn, sum teir kalla tað - og
so at knýta hetta saman við
»inni í Dølum«, men hetta
er neyvan realistiskt at tosa
um í hesum tíðum”.
(Sosialurin 15. sept.
1999)
Leypir
av og á
”Tvey omanlop hava verið
á Viðareiðisvegnum hesa
vikuna. Ongin skaði er tó
hendur.
Tað fyrra omanlopið var
Flaggdagin og tað seinna
mánamorgunin. Í báðum
førum var talan um rættuliga
stórt grót, sum sambært
Landsverkfrøðinginum ikki
var mannbart.
- Tað eru komin merki í
asfaltið, men ongin skaði
sum so er hendur, sigur
Landsverkfrøðingurin.
Hóast okkurt grót fór upp
um autoverjuna, so fekk
hon heldur ongan skaða av
omanlopunum báðum.
Landsverkfrøðingurin sig
ur, at tað leypir soleiðis av
og á á Viðareiðisvegnum,
men tað er ongantíð nakar
álvarsligur skaði hendur”.
(Sosialurin 29. apríl
2003)
Bussur við
børnum
”Beint eftir, at bussurin
við børnunum, sum skuldu
í skúla í Klaksvík, var farin
framvið fríggjamorgunin,
bóltaði ein stórur klettur
oman á landsvegin ímillum
Viðareiði og Hvannasund.
Steinurin var so stórur og
tungur, at hann kundi syft
bussin við børnunum í havið
nógvar favnar niðanfyri.
Javnan rullar grót úr
fjallasíðuni oman á lands
vegin. Enn hava politik
ararnir ikki tikið hetta í
álvara, men hava raðfest
hesa farleið aftarliga, tá
hugsað verður um, hvussu
vandamikil vegurin er.
Jógvan Nybo, (táverandi)
bygdarráðsformaður á Viðar
eiði, sigur, at bygdarráðið hev
ur gjørt vart við hetta á rætta
staði, men bert hevur fingið
tað svar, at eingin peningur
er tøkur til at bøta um hetta
vandamál”.
(Sosialurin 23. juni
2003)
Skúlabuss
urin koyrdi
ikki
”Mánamorgunin klokkan
sjey lat Viðareiðisvegurin
upp aftur fyri ferðslu. Áar
førið var minkað nakað,
men framvegis er nógv
vatn á vegunum. Fólk frá
Landsverki brúktu dagin til
at fáa vatnið burtur. Sigast
skal eisini, at vegurin var
opin sunnudagin, men tá
heitti Landsverk Føroya á
fólk um bert at koyra, um tey
høvdu neyðsynjaørindi.
- Tað er nógv vatn á
vegnum enn, og tvørrenn
urnar eru tiptar, sigur Ernst
Vágsgarð, vegaformaður í
norðoyggjum.
Hóast vegurin lat upp aft
ur mánamorgunin, so gjørdi
Landsverk av ikki at loyva
stórum bilum norðurum.
Eitt nú koyrdi skúlabussurin
ikki”.
(Sosialurin 13. sept.
2004)
Skelkurin
situr enn
”Hon hevur tað eftir umstøð
unum gott. Men skelkurin
situr í henni, og hon sigur,
at um hon framhaldandi fer
at hava tað, sum hon hevði
tað sunnukvøldið, so verður
tað ikki stuttligt at koyra eftir
Viðareiðisvegnum framyvir.
Veturin liggur fyri framman,
og ofta eru keðilig líkindi
tá”.
(Sosialurin 13. sept.
2004)
Ótíðar
hóskandi
”Av tí at vegurin er smalur,
ótíðarhóskandi og grót ofta
kemur á vegin, er ynski um at
fáa ein tunnil og veg millum
hesar bygdir (Hvannasund
og Viðareiði). Tunnilin er
umleið 2.300 metrar til
longdar og samanlagt uml.
4000 metrar av vegi”.
(Landsverk, desember
2005)
Ein steinur er dottin niður á Viðareiðisvegin í juni mánaði 2003. Stutt frammanundan var
ein fullsettur bussur við skúlabørnum farin av bygdini til Klaksvíkar
Longu í 1957 varð uppskot lagt fram á ting um eitt
vegasamband millum Klaksvík og Viðareiði