Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 239 - 13. desember 2005 Í mong ár hava vit her í Føroyum tosað um at fáa fram­leitt svartkjaft til matna. Øll minnast royndirnar í áttati- og nítiárunum at røkka hesum máli. Bakgrundin fyri hes­um royndir var tann áskoðan, at tað fór at geva størri sam­ felagsbúskaparligt íkast at framleiða mat til matna. Hesar royndir endaðu sum kunnugt ikki væl og royndirnar fingu nógv omanyvir seg. Tað var at kalla eingin endi á atfinn­ ingunum og alt endaði við, at tað mestsum var staðfest sum ein óreingiligur sannleiki ella ein náttúrulóg, at svartkjaftur kundi ikki framleiðast til matna. Burturúr tí tilgongdini komu nógvir búskaparligir og persónligir sorgarleikir. Tað skerst tó ikki burt, at hesar verkætlanir vóru á rættaru leið og góvu nógvar royndir, sum seinni eru kominar til góðar. Tað má vera rætta leiðin at framleiða mat heldur enn dýra- ella fiskafóður úr havsins proteinríkidømi. Og tað má vera rætt, at gagnýta svartkjaftin, sum er ein sera sterkur og stórur fiskastovnur, betir enn gjørt verður í dag. Nú eru so hesar royndir við svartkjafti til matna tiknar uppaftur – fyrst við Nærabergii og síðan við Atlantic Navigator. Tal­an er, sum øll vita, um eitt samstarv mill­ um JFK í Klaksvík og Aker Sea­food, sum norski vinnu­ lívsmaðurin Røkke eigur. Røkke er ein av heimsins mæt­ astu vinnulivsmonnum. Hann hevur vunnið sær almikið ríkidømi við at reka fiskivinnu kring allan heimin. Sam­starvið millum JFK og Røkke er sera áhugavert, og hetta er væl tann mest áhugaverda og realistiska royndin at framleiða mat úr svartkjafti til dato. Tað er sjálvsagt torført at spáa um hetta seinasta stigið at vinna surimi úr svartkjafti fer at eyndast. Hinvegin kann staðfestast, at er tað nakað, sum kann fáa eina slíka verkætlan at eydnast og at bera frukt, so má tað vera sameiningin ella kombinatiónin Aker Seafood og JFK. Aker við Røkke á odda hevur kapitalin og altjóða kontaktirnar. JFK hevur fremstu serfrøði innan fiskiveiði. Føroyingar eru, sum Røkke tók til her í blaðnum í gjár, heimsins bestu fiski- og trolmenn. Hartil kemur, at JFK fyritøkan hevur sera drúgvar royndir at reka reiðaravirksmi, serstakliga trolarar. Ber tað yvirhøvur til at fáa surimiframleiðslu úr svartkjafti at bera seg og at gerast til eina varandi og burðardygga vinnu, so má tað vera við hesum samstarvinum millum Røkke og JFK. Vit tala í Føroyum nógv um at fáa útlendskan kapital inn í før­ oyskt vinnu­­lív. Partar av vinnulívs- og politiska um­hvørv­in­­ um ræð­ast út­lendskan kapital. Aðrir partar síggja útlendska luttøku í før­oyskum vinnulívi sum eina bjarging í altjóða­ gerðini. Kappingin er hørð frá lágpríslondum. Kapital­ tørv­urin og tørvurin á nýskapan er ovurstórur. Føroyska fiski­vinnan noyðast at finna strategiskar partnarar, og fiskivinnan á sjógvi og á landi noyðast at læra seg at liva í ein­um heimi, har for­treytirnar fyri vinnu­rakstri eru radikalt broyttar. Ein leið er at samstarva við útlendskar fyritøkur um íløgur og um rakstur. Hetta gevur fyrimunir og vansar, sum alt her í heiminum. Fyrmunirnir eru kapital­ styrki og altjóða kontaktir og samstarv um menning, keyp og um sølu. Vansarnir eru, at einki er longur, sum eitur samfelagslig fyrilit. Ein fyritøka, sum í dag er eitt trygt og gott arbeiðspláss, kann verða seld í morgin og stongd í vurmorgin. Soleiðis eru treytirnar, og mangt bendir á, at vit mugu læra at liva við broyttum fortreytum. Læra vit tað, so yvirliva vit. Læra vit tað ikki, er vandi fyri, at vit dragna afturúr og verða víst til leiklutin sum ein rávøruframleiðandi tilafturskomin tjóð í útjaraðaranum. DAGSINS MEINING Sosialurin Á beinari kós VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Jústinus Leivsson Eidesgaard rithøvundur Hervið verður borin ein treyta­leys umbering til Hjørd­is Djurhuus, sum vísir á ein skeivleika í øðrum bindi í ævisøguni um Kaj. Eg viðgangi eisini bart út, at júst tá ið tað snýr seg um eftirnavnið hjá Hákun Djurhuus, so hevur haltað við dokumentatiónini hjá mær, og tað eri eg harmur um. Ein telefonsamrøða til kirkjukontórið hevði fingið henda n setning at ljóðað øðr­­vísi og rættari, hóast Djur­­huus navnið ikki hevði hvorvið. Mær varð fortalt av ein­ um blaðstjóra, sum nú ligg­ ur í mold, og sum eg tí ikki vil nevna navnið á, at Hákun fekk sær eftirnavnið Djurhuus sum vaksin. Sum einkjan, Hjørdis vísir á í Sosialinum seinasta fríggja­da g, so er hetta ikki rætt. Hák­un bar ongantíð eftir­navnið Poulsen hjá pápanum Jóan Hendrik úr Skúvoy, men var doyptur eftirnavnið Djurhuus hjá mammuni Armgarð úr Áar­ stovu í Havn, sum var óvanligt tá. Her má eg so sanna orðið, at lúgvi eg, so er tað logið fyri mær. Tað er gott, at Hjørdis ger vart við mítt mistak, og hetta vísir enn einaferð, hvussu týdningarmikið tað er at dokumentera viðurskiftir og ikki bara rátt lurta eftir tí, sum borið verður fram á mannatungu, ger ein tað, so eru ofta nógvir feilir í heintu. Enn einaferð takk fyri at tygum gjørdu vart við tyg­ um, Hjørdis og eini gleðilig jól. Sambandsflokkurin tekur undir við hugskotinum hjá Zakariasi Wang, um at bjóða ST., heimsbankanum og heimsins gløggastu øko­ nomum hendavegin at síggja, hvønn týdning ríkis­ felagsskapurin hevur havt fyri Føroyar. Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Seinastu tíðina hevur ver­ ið nógv kjakast um menn­ ingarhjálp, og nógv ymisk sjónarmið eru løgd fyri da g­ in. Onkur hevur ført fram, at vit eiga ikki at veita menn­ ingarhjálp, fyrr enn all­ir sosialir trupulleikar í Før­ oyum eru loystir. Hetta er tað sama sum at siga, at løtan verður ongantíð tann rætta, tí líkamikið hvussu nógv vit játta til almannamál, so verður trupult at fáa øll altíð at vera nøgd. Samanborið við nógv onn­­ur lond í heiminum, eru Føroyar eitt sera ríkt land. Meðan fólk í øðrum lond­um stríðast við at fáa fita uppá kroppin á teirra børn­ um, so er okkara trupul­ leiki, at børnini hava ov nógvan fita. Vit kunnu tí ikki rættiliga samanbera trupulleikarnar hjá okkum við trupulleikarnar út í stóru verð. Sjálvsagt skulu vit ikki undirmeta teir sosialu trupul­ leikarnar sum vit hava í Før­ oyum. Tó kann stað­ festast, at tað er munandi betri at liva í Føroyum, enn í flest øðrum londum í heiminum. Tí er tað avgjørt rætt av okkum at veita hjálp til teirra, sum hava hjálp fyri neyðini. Í sambandi við kjakið um menningarhjálp, kundi onkur ikki lata vera við at gera full­ veldismálið til part av kjak­ inum. Spurnartekin varð sett við, um tað var moralskt rætt at veita menningarhjálp, so leingi sum vit móttaka ríkisveitingina úr Danmark. Men hví verður hesin spurn­ ing­urin reistur nú ? Hví hev­ ur ongin sett spurnartekin við, um tað er moralskt rætt at veita til dømis út­búgv­ ingarstuðul til lesandi, rentu­ stuðul til sethúsaeigarar o.s.fr., meðan landskassin fær ríkisstuðul úr Danmark ? Er tað bara í sambandi við menningarhjálp, at tann moralski spurningurin hevur týdning ? Og er veru­ leik­in ikki tann, at tað er innanfyri ríkisfelagsskapin at vit hava bygt upp eitt væl­ ferðarsamfelag, sum hev­­ur ráð til at veita bæði útbúgv­ ingarstuðul, rentu­stuðul og nú eisini menn­ingarhjálp? At rað­ fest­ing­arnar onkuntíð kundu verið ørvísi, er ein onnur søga. Zakarias Wang skrivar í Dimmalætting í farnu viku, at um heimurin vil fáa at vita, hvussu stuðul ávirkar eitt samfelag, so kunnu vit bjóða S.T., heimsbankanum og heimsins gløggastu øko­ nomum at kanna, hvat ið hent er við búskapinum í Før­­oy­um og Grønlandi ta tíð, vit hava fingið mestan stuð­ul av øllum heimsins londum. Hetta haldi eg vera eitt frálíkt hugskot, sum kann læra bæði okkum og onnur um tann týdning, ið samstarv millum lond hevur. Sjálvandi skulu allir serfrøðingar vera vælkomnir at síggja, hvønn týdning ríkisfelagsskapurin hevur havt fyri Føroyar. Samstarv er vegurin fram. Vit skulu samstarva innanfyri ríkisfelagsskapin, til gagns fyri okkum sjálvi, men vit skulu eisini, saman við restini av ríkinum, fara út í onnur lond at samstarva við onnur, til gangs fyri allar partar. Treytaleys umbering til Hjørdis Djurhuus Heimsins ríkasta land ráð til menningarhjálp