Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 13. desember 2005 11 Í sambandi við landsfundin hjá Javnarflokkinum hava vit í fjølmiðlunum fingið end­urgivið løgmann fyri at siga, at klassastríðið er farið í søguna. Hesi orð, sum líka væl kundi verið søgd av um­boð­ um fyri fólkaflokkin, mugu skiljast soleiðis, at løg-maður og formaður Javnarflokksins heldur, at ikki er neyðugt við framhaldandi stríði fyri at bøta um korini hjá vanliga ófaklærda arbeiðaranum. Tað er hugstoytt at lesa, at formaðurin fyri javn­að­ar­ flokkin, skal koma al­ment út og boð­að van­liga ar­beið­ aranum frá, at klassastríðið er farið í søguna, og at verka­ mannafjøldin ikki kann vænta, at Javnarflokkurin við løgmanni á odda, fer at taka nøkur stig til at betra um korini hjá teimum løntakarum, sum eru ringast fyri í samfelag okkara. Stórur klassamunur er í samfelag okkara. Kann tað veruliga vera so­leið­is, at formaður Javnar­ flokksins hevur so lítið innlit í livikorini og viður- skiftini hjá vanliga føroyska løntakaranum, at hann kann fara út í fjølmiðlarnar og boðar frá, at klassa-stríðið er farið í søguna. Veit løgmaður veruliga ikki, at vanligi føroyski ar­beið­arin í ólukkumát er eftir­bát­ur, m.a. tá talan er um løn undir sjúku og tá tal­ an er um sosialar veitingar annars. Starvsmannalógin ásetur, at skrivstovufólk og aðrir starvsbólkar hava rætt til løn undir sjúku, men hóast fakfeløgini í áravís hava víst á tað órættvísa í at vanligi arbeiðarin ikki hevur somu sømdir, so er einki hent á hes­um øki, sjálvt um lands­ stýrið fyri nøkrum árum síð­ani setti arbeiðsbólk at arbeiða við broytingum av starvsmannalógini. Hetta arbeiðið steðgaði upp helst av teirri orsøk, at landsstýrið ikki vildi gjalda fyri at fáa eina veru­liga gjøg­ numgongd og dag­føring av galdandi starvsmannalóg. Eisini kundi tað verið áhugavert at hoyrt, um ting­limir floksins veruliga halda, at klassastríðið er farið í søguna, tá vit kunnu staðfesta, at stórur munur framvegis er á livikorunum hjá teimum alment løntu og vanliga føroyska løn­tak­ ar­anum á privata arbeiðs­ marknaðinum og at hes­in ójavni heldur á fram eft­ir pensiónsaldur, tá Javn­ar­ flokkurin eisini tykist at hava góðtikið, at løntakarin sjálvur skal gjalda størra part­in av eftirløn sínari, so­leiðis at alt samhaldsfesti í stóran mun verður slept, nú pensjónin ikki longur skal gjaldast yvir skattin. Vil Javnarflokkurin bert bøta um korini hjá vanliga arbeiðaranum, tá flokkurin situr í andstøðu? Síðani Javnarflokkurin hev­ ur tikið við leiðslu land­sins, hevur tað tíverri víst seg, at tað ikki er javnarpolitikkur, sum verður førdur men held­ ur fólkaflokspolitikkur, har lítið og einki verður gjørt fyri at bøta um kor­ini hjá vanliga føroyska løn­takaranum. Samanbera vit okkum við grannalond okkara, so eru vit í ólukkumát eftirbátar, tá talan er um lóggávu, sum skal tryggja rættindini hjá vanliga løntakaranum. Í løgtingssetuni 1999 setti Hans Pauli Strøm tá­­ver­­andi løgtingslimur fyri Javn­ar­ flokkin uppskot fyri tingið um ymiskar lógir, sum skuldu tryggja løntakaran m.a. í sambandi við hópuppsagnir og skylda arbeiðsgevaranna at boða løntakaranum frá set­ anartreytum teirra. Hesi uppskot fullu, men síðani Javnarflokkurin hevur tikið við leiðslu landsins, er flokkurin sum hamskiftur. So at siga einki hoyrist um tey aðalmál, sum limir floksins áður hava víst á. Vanligi føroyski løn­ takarin hevur lítla vernd í galdandi lóggávu. Umframt at Føroya í ólukku­ mát eru eftirbátar, tá talan er um lóggávu, sum skal tryggja rættindini hjá vanliga løntakaranum, so eru nógvar lógir, sum í ólukkumát treingja til dagføringar. Hóast hetta, so tykist Javn­ aðarflokkurin als ikki at geva gætur, at einki verður gjørt á hesum lógarøkjum. Sum dømi kann nevnast, at lógin um Trygdargrunnin fyri Avreiðingar og Lønir fyri nógvum árum síðani varð broytt, soleiðis at lógin í dag ger tað nærum ógjørligt hjá nøkrum vanligum løntakara at fáa dekka sín lønarmiss úr Trygdargrunninum. Vit hava saman við øðr­ um feløgum víst m.a. Javn­ arflokkinum á, at orsøkin til, at Trygdargrunnurin upp­ runaliga varð tømdur var, at nógvir løntakarar við upp til 6 mánaðar uppsagnarfreist árini frammanundan høvdu fráboðað krøv síni í grunninum og greitt er, at tá slíkar upphæddir skulu gjaldast úr grunninum, so er trupult at fáa inntøkur og útreiðslur at hanga saman. Vit hava víst okkara politik­ arum á, at við núgaldandi lóg, so líkur Trygdargrunnurin als ikki tí enda-máli, sum grunnurin varð stovnaður til at lúka, men als eini er hent á hesum øki. Sama er galdandi við van­ lukku­tryggingar­lóg­gávuni, har vanligi løntakarin og sjómaðurin eru teir, sum eru í størst vanda fyri at koma til skaða, men aftur her, hava vit tosað fyri deyvum oyrum. Vanlukku­tryggingar­ lógin tryggjar framvegis ikki løntakarunum endurrindan av veruliga inntøkumissi teirra og viðgerðartíðin er so long, at nógv av teimum sum fáa skaða mugu bíða í upp til 3-5 ár fyrr enn mál teirra er avgreitt. Galdandi skattalóg og teir sokallaðu skattalættar, sum verandi sam­gonga sig­ ur seg skula fremja, koma eis­ini í størst­an mun teim­ um vælbjargaðu til­góð­­ar, og aftur her tykist javnar­ flokkurin at hava slept floks­­skrá sínari og fylgir glað­beintur Fólkaflokkinum í politikki teirra. Er Javnarflokkinum lív lagað? Við teimum úttalilsum, sum løgmaður, sum formaður fyri Javnarflokkinum er kom­in við, mugu vit tí­verri ásanna, at tíðin er kom­in at seta spurningin um Javn­ arflokkinum er lív lagað. Við teimum útmeldingum, sum formaðurin er komin við og tí politikki, sum Javn­arflokkurin hevur stað­ ið fyri síðani teir komu í sam­gongu, kann vanligi før­ oyski løntakarin helst seta sær spurningin, um nøkur orsøk er til at velja umboð fyri Javnarflokkin á ting, um politikkurin, sum flokkurin førir, framvegis verður tann sami sum Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin føra. Tað er rættiliga hugstoytt, at ein flokkur, sum í øldir hevur vart tey veiku og lág­ løntu í samfelag okkara nú tykist at hava broytt kós og gjøgnum formann sín alment boðar frá, at klassastríðið er farið í søguna. Forvitnisligt hevði verið at hoyrt, um tinglimir floksins taka undir við hesari støðu løgmans. 7. desember 2005 Havnar Arbeiðskvinnufelag Havnar Arbeiðsmannafelag Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag Føroya Arbeiðarafelag Hjalmar N. Poulsen Rættuligt óskil hevur valdað í landsins umsiting seinastu tíðina. Hetta er ikki ókent og eisini reinur veruleiki. Sum fram er farið á politiskum plani, seinastu fáu døgnini, eru haldgóð prógv um, at nú eisini ruðuleiki valdar í landsumsitingini. Jógvan við Keldu bleiv av­sagdur, tí hann handlaði eftir egnum hugsunarhátti og bestu sanføring síni. Floks­ formennirir skylda nú upp á hvønn annan og koma við ullintum og onkisigandi frá­ greiðingum, um hví. Handfaringin av út­lend­ ingamálinum er sjálvsagt ein stór grundgeving til upp­ søgnina. Tí, sum vit flest øll minnast, hetta var júst orsøkin til at, danska “Schluter stjórnin”, við brestin enntá, mátti leggja frá sær, í samband við umstrídda tamilamáli á sinni. Men í Føroyum tekur slík tilgongd ca. 2 ár, so ei undur í tí. Men høvuðsgrundin til av­rættingina er helst tann, at hann ikki helt nakað positivt um, at Smyril skuldi sigla oft­ ari enn hann ídag ger. Sostætt var bert eittans at gera: At avsiga Jógvan og seta ein politist, ein suðring við stóra S, at fremja 3. dagliga tútin um Suðuroyarfjørð. Ja, í Føroyum kann alt lata seg gera, bert politiskur meiriluti fæst fyri tí. Hesin framferðarháttur er ein søk. Tað er tó undir alt lágmark, at landstýrismaðurin í fíggj­ar­málum óskalaður sum so, kann sita í heita sessi sín­um, aftan á at hava borið rangan vitnisburð fyri opnari mikrofon, á landsins hægsta røðarapalli, villleitt alla ting­ manningina og Føroya fólk, til egnan fyrimun. Hartil at hava gjørt seg sekan í em­bætismannafuski og valds­misnýtslu, upp til fleiri ferðir. Hví fekk Jógvan við Keldu tá ikki líknandi og somu sømdir sum hann? Er anarkiið í Føroyum nú veruleiki? Ei undur í, at Landsstýrið nú eisini verður drigið í rætt­­in fyri orðloysi og at hava stjolið føroyska fag­ fe­lagsogn. Teir hava hartil eisini verið í lummanum hjá Palleba eftir peningi til nevndarsamsýning og lønir, so tjóvagóðsið á skilabestan hátt kann umsitast. Ein lítil fuglur sang, men landstýrismaðurin í vinnu­ málum, vildi í fjøl­miðl­un­ um, ikki kenna sær skuld av tilgongdini í so máta, men segði: “Hetta er ikki mín ábyrd”. Hann vildi annars vera við, at polittiska ynskið var atvoldin. Jú - nú renna vísdómsorð mær í hug.: »Góða mamma tað var ikki eg« Úttalar løgmaður seg vegna Javnarflokkin? Óskil og ruðuleiki Útlendingamálið er lóg­ arfest. At lógin er donsk, og Sambandsflokkurin ikki vil yvirtaka málið, frítekur imki Hilmar Jan Hansen, fjølmiðlamann at viðgera tað seriøst í public service stovninum Útvarpi Føroya. Jógvan við Keldu løgtingsmaður Lurtaði eftir prátinum fjøl­miðlamaðurin Hilmar Jan Hansen og Føroya løg­ maður høvdu í Útvarpi Før­oya seinastu viku um út­lendingamálið. Sigast kann, at løgmaður, hóast hann ofta skinklar, tá ið útlendingamálið um­ræður, at hann stóð seg væl. Hinvegin hevði Hilmar Jan Hansen ilt við at halda málinum á tí støði, tað eig­ur, men gjørdi fleiri roynd­ir, eins og hann fyrr hevur gjørt, tendensiøst at einfaldgera tann veruleika, sum lógin í sínum bókstavi ásetur. Blíðskapur er nátúrligur Eg fari í hesum viðfangi bert at taka tvinnar tættir burtur úr prátinum. Fyrri tátturin er, har hann leggur fyri løgmann, um vit ikki skulu vera blíð við útlendingar! Hvat er hetta fyri ein spurningur frá einum fjøl­ miðlamanni. Er tað ikki nátúrligt at vera blíður bæði við útlendingar og egnu landsmenn okkara. Út frá tí, hesin fjølmiðla­ maður fyrr hevur hildið fram óseriøst, fari eg at gera vart við, at spurningurin í hesum føri er óvikomandi, um vit eru blíð ella ikki. Her er ein lóg, tað snýr seg um, ein lóg sum skal haldast. Spurningurin er settur við einum endamáli, fyri at skapa ávísa øsing og er í hesum føri subjektivur og ein roynd at framprovokera kenslur. Ein bíligur ”Ude og Hjemme” stílur. Hvørki lurtar ella hyggur Seinni tátturin er, har Hilm­ar Jan Hansen, spyr løgmann, um ikki átti at verið kunnað meir! Hilmar Jan Hansen er stuttligur maður, og óivað ikki keðiligur at vera saman við, men serliga nærlagdur í álvarsomum máli, er synd at siga hann vera. Eg trúgvi ikki, soleiðis sum hann viðger málið, at hann nakrantíð hevur ver­ið inni á heimasíðuni hjá Innlendismálaráðnum www.imr.fo, har við­kom­ andi kunning er. Heldur ikki hevur hann nakrantíð sett seg í samband við Inn­ lendismálaráðið, fyri at fáa eina breiðari kunning, so hann er førur fyri at viðgera málið meiri professionelt. Krøv til public service stovn Sjálvandi verður ikki kravt av fjølmiðlafólkum sum heild, at tey skulu seta seg inn í útlendingamálið, sum er fløkt. Hinvegin er av einum public service stovni sum Útvarp Føroya er, sum vit øll eru kravd at gjalda til, minsta kravið at tann sum dittar sær í fjølmiðlum at viðgera málið, skal seta seg rættuliga væl inn í mál­ ið, og serstakliga tí tað er so viðkvamt. Tað hevur Hilmar Jan Hansen ikki gjørt, tað hev­ ur hann prógvað. Her skal meiri til enn bara at vera undirhaldandi, stuttligur og grunnur sum fjølmiðlamaður. Útlendingamálið er lóg­ arfest. At so lóg­in er donsk, og Sam­bands­flokk­urin ikki vil yvirtaka málið, frítekur ikki Hilmar Jan Hansen, fjølmiðlamann at viðgera hetta seriøst í Útvarpi Før­ oya. Hilmar Jan Hansen og løgmaður í práti Lesið -so eru tit við!