Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 239 - 13. desember 2005 Sjúrður Olsen býráðslimur Tú kallar Jan Christiansen, fyrrverandi borgarstjóri, fyri jólamann og sig­ur somu­leiðis, at komm­unu­ lógin er greið, tá talan er um skattaprosentið, tí hetta prosent má hvørki vera størri ella minni enn tað, sum umsitingin av kommununi kostar kom­ andi árið. Tí er tað beinleiðis lættisoppur at koma við uppskoti um kommunalum skattalætta, uttan at vísa á, hvar peningurin tá skal finnast. Hevur tú hugsað um møguleikan at nýta minni av peningi og harvið kundi verði møguleiki fyri at skatta­prosentið ikki var hækkað. Tá tit k ey p a Degns h ú s fyri 5 milliónir krónur, og eina trøð yvir við strond fyri 6 milliónir, sum er eftir míni meinig ørskapur, so skilji eg, at skattaprosentið skal hækkast. Lætt er at brúka, tá man ikki skal gjalda sjálvur. Viðmerking til Heðin Mortensen borgarstjóra A. Guttormur Djurhuus Nú skal marknaðarfunda­ men­talisma og kappingar­ ør­skapur setast í hásæti. Tað hava okkara alvitandi politikarar sagt okkum. Utt­ an frítt rásarúm fyri markn­ aðarkreftum og fríari kapp­ ing ganga vit undir. Og loysunarorðið er ein­ skiljing. Um vit einskilja, loysa vit marknaðarkreftirnar úr hafti, og kappingin ger so, at vit øll fáa tað nógv nógv betur. Siga politikarnir og frøðingarnir. Fyrsta fyritøkan sum skal einskiljast er Atlantsflog. Eitt felag sum annars tykist at rigga heilt væl. Gomul góð ráð eru at ikki pilka við tað sum riggar. Farið heldur undir at einskilja okkurt, sum riggar minni væl. Tað kundi til dømis verið postverkið ella apoteksverkið ella strand­ ferðsluna. At einskilja posverkið skuldi ligið væl fyri. Tað er undir sama aðal­ stýri sum Atlantsflog og er nýliga gjørt um til almennt partafelag. Politikarnir og kapp­ing­ ar­ráðið siga okkum, at tele­ fonverkið skal pettast sundur og seljast, tí at tað er vorðið ov stórt og hevur ov sterka støðu á marknaðinum. So tøkniligt samansett virksemi sum telesamband krevur eina ávísa stødd fyri at rigga væl og vera nýskapandi. Tað krevur kapital og fólk við serkunnleika at kunna veita framkomna samskiftistøkni. Kapitalurin fæst ikki til vega uttan ein hampuliga góð­an rakstrarvinning. Og ser­ vitanin á stovninum verður ikki várðveitt og víðkað utt­an ávíst tal av fólki sum samarbeiða innan fakøkið. Við at petta fyritøkuna sund­ ur er líkt, at beint verður fyri báðum hesum møguleikum. Á summum økjum hava vit ikki pláss fyri fleiri fyri­tøk­ um av sama slag, um ikki útlendskur kapitalur kemur inn í myndina og fáast kann í lag eitt flow av know-how uttanífrá til Føroyar. Uttan einskiljing – eingin dynamikkur, verður sagt. Eitt postulat uttan hald í veru­leikanum. Hinvegin kann saktans vera ov nógvur dynamikkur í samfelagnum. Tað sóu vit í áttatiárunum, tá alt tað einskilda fór um koll og tók tað almenna við sær. Av tí bera dynamikki! Ikki ivist eg í, at allir politik­arar vilja fólki og landi tað besta, hóast teir í løtuni tykjast at ganga ørindir fyri myrkar kreftir uttan at vita tað sjálvir. Politikarnir vissa okkum um, at teir vilja ikki taka sær nøkur óráð fyri og at teirra einskiljingarætlanir fara bert at bera frammá. Ein politikari kann líka lít­ ið sum nakar annar vissa um framtíðina, og í løtuni tykjast allir bert at fylgja tí liberalistiska rákinum sum fer sum ein farsótt um allan heim. VIÐMERKINGAR Avdúkandi brævi í Dimmu tann 28. no­vemb­ er, til lands­stýrismannin í Almenna-og heilsu­mála­ ráðnum, vísur eina­ræð­is hug­burð­in hjá borg­ar­ stjóranum á Tvøroyri Finnleif Guttesen Tvøroyri Borgarstjórin: Heldur ikki, at býráðslimir skulu vita, hvat lands­stýris­ maðurin skrivar til komm­ ununa. Heldur at málið við­víkj­ andi bygging av ellis-og røktarheimi, ikki er búgvið til støðutakan. Undrast yvir manglandi tørvskanning í Suðuroy. Har kann upplýsast, at ein 9 síður long tørvskanning frá september 2005 liggur á heimasíðuni hjá Almenna- og heilsumálaráðnum. Eis­ ini fyri Suðuroy. Sýnist at vera firtin av, at hinar kommunurnar í Suð­uroy ikki hoppa eftir hans­ara boðum. Heldur, at gomul og veik kunnu blíva við at bíða eftir einum ellis-og røkt­ar­heims­ plássi. Hann sigur, at tað hevur ikki bráðskund og tolir at bíða. Hvat munnu avvarðandi til gomul og veik siga til tað. Ætla býráðslimir á Tvør­ oyri lata møguleikan um lagaliga fígging, glíða sær av hondum vegna mangl­ andi dirvi til at taka avgerð og støðu? Ein býráðslimur tosaði nógv um tey veiku í Suðuroy áðrenn valið, ætl­ar viðkomandi, at tey skulu blíva við at bíða eftir nøktandi umstøðum? Syndrar, ístaðin fyri at samla Við tí, sum er at hoyra og síggja í fjølmiðlum, so er stórur vandi fyri, at borgarstjórin á Tvøroyri syndrar sundur, ístaðin fyri at samla kommunurnar í Suðuroy. Seinasta dømi um hetta er, at borgarstjórin leypur á leistum og blakar meira brenni á ósemjuna í Sandoynni viðvíkjandi barnaverndarmálinum. Og í Sosialinum 29. no­­vemb­ er blívur sagt, at barna­ verndartænastan í Suðuroy SKAL keypa tænastur frá sosialu deild á Tvøroyri. Ikki eitt orð um, at ein felags sosial deild skal stovn­­setast í Suðuroy og er hettar kanska held­ur ikki meiningin, hjá borgar­ stjóranum og býráðs­limum á Tvøroyri? Alt samstarv krevur, at fólk laga seg hvørt eftir øðr­ um og ikki koyra í sjálv­ drátti. Livst so spyrst Einaræði í býráðnum á Tvøroyri? Størri samling av kvakk­ salvarum, og uttan at taka munnin ov fullan, størri sirkusi skal tú leita leingi eftir Leif W. K. Mortensen Sandi At so nógv tíð og orka er nýtt til at fáa skrivaran upp­ sagdan, er ikki annað enn stór skomm og hoyrir onga­ staðni heima. Og at tað skal nýtast so nógvir kommunalir pengar, uttan at tað fær nakrar sum helst fylgir, er heilt órtúligt. Fidel Castro, Sadam Hussain og aðrir einráðisharrar, fyri ikki at siga tyranar, høvdu rodnað, um teir vistu um tað einaræði í ræður í Sandskommunu. Bygdaráðið tók undir við uppsøgnini av skrivarunum við einum skálkaskjóli av eini grundgeving, at annar maður var settur í starvið hjá skrivaranum, og tí mátti skrivarin eftir 20 ár fáa fótin í gumpin, og eina sera “jaliga” lýsing av uppsøgnini kring allar okkara oyggjar. Ein og hvør, ið hevur fylgt eitt sindur við málinum um borgarstjóran og skrivaran veit, at grundgevingarnar fyri uppsøgnini eru so nógv­ ar og fjáltáttaðar, at tær átta­ hundrað djevulsku síðurnar hjá Carl Jóhan Jensen eru smáar aftur ímóti. Borgmeistarin roynir í seinasta skrivi frá bygda­ráðs­ fundi til borgaranar at svína ein ávísan bygdaráðslim. Við at greiða frá at borgar­ stjórin sjálvur metur hend­an bygdaráðslim verða in­habil­ an í málinum um borgar­stjór­ an og skrivaran. Um hesin skal verða tann næsti, ið skal forfylgjast, skal ikki verða her sagt, men tað kundi líkst tí. Eg kann siga tykkum tað, at mest inhabili persónur i hesum málið er, so ótrúligt tað enn ljóðar, umsitingarligi leiðarin sjálvur, t.v.s. borg­ arstjórin. Sum flest øllum kunnugt hevur borgarstjórin ferð eftir ferð roynt at fingið skrivaran frá, men hetta var ikki full­ gjørt, fyrr enn bygdaráði tók undir við hesum. Hetta mál, ið so nógv lík­ ist eini hetz mótvegis skriv­ aranum, og ikki fær nakran av borgarunum at tala at, minnir ikki sørt um teir gyltu dagarnar hjá NSDAP í teim glaðu tredivunum. Eg vil ikki finna meg í, at mínar skattakrónur verða missnýttar á henda hátt, sum tær verða av borgarstjóranum á Sandi. Kundi hugsað mær at vita, hvør skal gjalda hetta gildið, ella kanska ein skuldi sagt umsitingarliga brølara. Borgarstjórin skal verða vælkomin at rópa hetta smá­ borgarligt, ella siga meg ganga í trongum skóm, men sum tónleikabólkurin 200 syngur, “at tað sum mann sigur, tað er mann næstan altíð sjálvur”. At enda vil eg ynskja øll­ um Sandingum eini góð og friðalig Jól. Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í al­mannamálum, Hans Paula Strøm, um møgu­ leikar fyri at fáa eftirløn fyra tað, ein hevur vunnið í øðrum norðurlondum Finnur Helmsdal løgtingsmaður Spurningarnir eru hesir: Hava føroyingar rætt til út­lendska pensión fyri tíðar­ skeið, teir hava arbeitt í norð­ urlondum? Um so er, hvørjum londum kunnu føroyingar fáa slíka pensión frá? Viðmerkingar Hugtakið “útlendsk pen­sión” verður nógv umrøtt í Dan­ mark í løtuni. Tað er kom­ið fyri ein dag, at dansk­arar, sum hava arbeitt í norð­ urlondum onkun tíð í sínum arbeiðslívi, hava rætt til pensión ella eftirløn fyri tað tíðar­skeiðið, tey hava arbeitt í hes­­um lond­un­um. Tey hava rætt til pen­sión frá við­kom­ andi landi, og verður upp­ hæddin tey fáa í hes­um sam­ bandi, ikki mót­rokn­að í pen­ sión­ini, tey fáa í Dan­mark. Treytin fyri at fáa slíka pen­ sión er tó, at ein upplýsir um møgulig arbeiðsár í einum av grannalondunum. Av tí at millum fá og eingin hava vitað av hesum møguleika, eru tað rættiliga fá, sum fáa útlendska pensión. Nú verður nokk so nógv gjørt fyri at upplýsa fólki um møgu­leikan fyri útlendskum pensiónum, m.a gjøgnum fak­ felagsbløð, og kunnu mynd­ ugleikarnir eisini staðfesta ein alsamt vaksandi áhuga millum fólk, sum hava ar­beitt í øðrum norðanlandi í styttri ella longri tíðarskeið av arbeiðsárum sínum. Spurningurin viðvíkjandi útlendskari pensión hevur vakt so stórans ans í Dan­ mark, at málið nú er reist í Fólkatinginum. Nú eru so eisini føroy­ ing­ar, sum hava arbeitt í norð­ur­lond­um, farn­ir at fregn­ast, um eis­ini teir hava møguleikan fyri at fáa útlendska pensión. Tí verð­ur hesir spurningar settir lands­ stýrismanninum. Sands bygdaráð Einskiljing Eftirløn í øðrum norðurlondum