týsdagur 13. desember 2005síða 13
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 13. desember 2005
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í vikuskiftinum
hevði Evropeiska
Olympiska Nevndin,
EOC, aðalfund í
Dublin. Føroyar vóru
við sum eygleiðari.
Hetta er fyrstu ferð,
at Føroyar hava
fingið loyvi at lut
taka á aðalfundi
hjá olympiskum
felagsskapum
Luttøkan var fingin í lag í
samband við, at aðalskrivarin
í Evropeisku Olympisku
Nevndini, Patrick Hickey úr
Írlandi, vitjaði í Føroyum í
juni í ár. Føroysku umboðini
á fundinum vóru Petur Elias
Petersen, næstformaður í
Ítróttasambandi Føroya,
og Sølvi R. Hansen, ítrótta
ráðgevi.
Endamálið við føroysku
luttøkuni á fundinum var
partvís at fáa kunning um
arbeiðið innan olympisku
rørsluna, og partvís at hitta
lyklapersónar, ið kunnu
hava ávirkan á viðgerina
av føroysku umsóknini um
limaskap í IOC. Í hesum
sambandi eydnaðist før
oysku umboðunum at hitta
fleiri IOC-limir umframt
forsetan Jacques Rogge.
Føroyar søktu um olymp
iskan limaskap í 1984, men
varð viðgerðin av umsóknini
drigin út av politiskum ávum
í IOC. Síðani hevur IOC
broytt reglurnar, so nú kunnu
bert tjóðir viðurkendar av
altjóða samfelagnum fáa
limaskap í IOC. Føroyar upp
fylla í løtuni allar aðrar treytir
í olympiska skjalinum.
Føroyskir eygleiðarar á olympiskum fundi
Á myndini er, f.v.: Louis Kilcoyne, altjóða ráðgevi hjá Írlandi, Sølvi R. Hansen, ítróttaráðgevi,
Patrivk Hickey, aðalskrivari í EOC og Petur Elias Petersen, næstformaður í Ítróttasambandi
Føroya
Í dag, týsdagin 13. desemb
er, verður Marjus Dam í
Miðvági 50 ár. Hann er
kommunulækni í Vágum
og løgtingsmaður fyri Vága
valdømi og Sambandsflokk
in.
Marjus varð føddur og
vaks upp í Havnini - í økinum
við Landavegin millum
bryggjaríið og Debusartrøð.
Foreldrini vóru Dorthea og
Oluf Dam, sum bæði vóru
úr Sandavági. Hon var fødd
25. oktober í 1922, og hann
var føddur 18. juli í 1925.
Dorthea doyði 20. februar í
2002, og Oluf doyði 16. juli
í 2004. Tey fýra børnini hjá
teimum eru: Marjus fødd
ur í 1955, Josefina Dam
Haraldsen í 1957, Ben Eli í
1958 og Erling í 1960. Ben
Eli býr í Esbjerg, og Josefina
og Erling búgva í Havnini.
Oluf var maskinmeistari.
Hann sigldi, og so var hann
í nógv ár maskinmeistari hjá
SEV. Tá ið yngsti sonurin
var stórur skúladrongur,
fór Dorthea at arbeiða hjá
Karl Joensen, og hon var í
Fótbúna í mong ár.
Marjus var liðugur í Hoy
dølum í 1975. Hann var mill
um tey tólv, sum hetta árið
ikki fingu prógv. Hann vildi
ikki ganga við til, at skrivliga
próvtøkuuppgávan í lívfrøði
varð umsett til danskt, áðr
enn hon var vigað.
Eftir at hava arbeitt á
Tunnuvirkinum í eitt ár, fór
Marjus í 1976 til Århus at
lesa medisin. Eftir at hava
lokið prógv, flutti hann fyrst
í 1985 aftur til Føroya. Hann
arbeiddi sum hjálparlækni
og 1. hjálparlækni á Lands
sjúkrahúsinum, og hann
loysti av sum kommunulækni
í Havnini og eisini í Sandoy
og Klaksvík. Í 1992 - eftir
at Georg Egholm hevði lagt
frá sær - gjørdist hann komm
unulækni í Vágum, og í tí
starvinum hevur hann verið
síðani.
Undan løgtingsvalinum í
1998 boðaði Ivan Johanne
sen frá, at hann ætlaði at
taka seg úr politikki. Tá
varð Marjus Dam, sum ikki
hevði verið uppi í parta
politikki áður, stillaður upp.
Marjus hevði skrivað nógv
um fasta sambandið um
Vestmannasund. Hann varð
í fyrstu royndini valdur á
ting, og á valunum í 2002
og 2004 var heldur eingin
ivi millum vágafólk um, at
Marjus Dam skuldi umboða
tey á tingi.
Marjus er limur í mentanar
nevndini og rættarnevndini,
og samstundis arbeiðir hann
so nógv, sum tað ber til, sum
kommunulækni. Tað bóru
skráin í gjár og í dag boð
um. Hann var í læknaarbeiði
langt út á mánakvøldið, og
í dag var hann í tinginum.
Har var eitt av málunum á
dagsskránni 2. viðgerð av
uppskotinum um positivt
at tilskila forboð at gera
mun á fólki vegna kynsliga
orientering. Í hesum er
Marjus ógvuliga avgjørdur,
og tað er hann ofta. Ikki
minst tá ið tað ræður um
sambandið millum Føroyar
og Danmark og etiskar og
moralskar spurningar.
Í 1984 giftist Marjus
Ingu Poulsen. Hon er dótt
ir Elina og Høgna Poulsen
og uppvaksin í Miðvági.
Inga Poulsen Dam er sókn
arprestur í Norðstreymoyar
og Vága prestagjøldum. Inga
og Marjus eiga fýra børn:
Elin Doris fødd í 1985 varð
studentur síðsta summar,
Høgni føddur í 1986 gongur
síðsta árið í Hoydølum, og
Óluva fødd í 1988 og Oluf
føddur í 1990 ganga í skúla
á Giljanesi.
Marjus lærdi at spæla
orgul hjá Miu Waagstein,
og árini í Hoydølum spældi
hann violin hjá Eriki Peter
sen, sála. Violinspælið hev
ur hann ikki gjørt so nógv
við síðani. Sum ungur
spældi hann orgul í Meinig
heitshúsinum í Havnini.
Hann er altíð í kirkju sunnu
morgun, og tað kemur
fyri, at hann loysir av sum
organistur. Honum dámar
væl at fáast við mekanikk og
at skrúva, men síðstu árini
hava ikki verið so góðar
stundir til nógv onnur ítriv
enn onkran frískligan túrin
á motorsúkkluni.
Frá kl. 19.30 í kvøld ber til
at heilsa upp á Marjus heima
við hús í Miðvági.
J
Marjus Dam 50 ár
Gudny Langgaard, Leirvík:
Prógv sum International
Marketing Management
4. november 2005 tók Gudny Langgaard prógvið
”BA (Hons) International Marketing Management” á
”Bournemouth University” í Onglandi. Gudny er leirvík
ingur og starvast á marknaðardeildini á Sosialinum.
-har
tað hendir