Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2005síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 239 - 13. desember 2005 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu tá kæri maður, pápi, verfaðir og abbi okkara Jákup Joensen Leirvík doyði og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, sum vóru um Jákup, meðan hann var sjúkur. Tøkk til tykkum, sum so trúliga vitjaðu hann á Landssjúkrahúsinum og heima. Tøkk til tykkum sum á ein hvønn hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar, vitjanir, uppringingar og gávur til Føroya Felag móti Krabbameini. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Familjunnar vegna Hanna Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu, tá kæri maður, fosturpápi og sonur Sigfríður Vørðhamar doyði og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar, gávur og heilsanir. Tøkk til tykkara, sum ringdu og vitjaðu inn á gólvið. Tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina og øllum tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartaliga takk øll somul. Familjunnar vegna Kirstin, Trúgvi og Astrid Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu okkum samkenslu og umsorgan, tá elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Sigrid Guðjónsson, Klaksvík andaðist og varð jarðað. Takk fyri kransar, blómur og heilsanir. Takk til tykkum mongu, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Takk til tykkara, sum hjálptu til við ervinum. Familjunnar vegna Guðleiv Sjúrður, Àsmundur og Elisabeth Dagurin í morgin 14. desember. Crispus. Óvist er hvønn navnið sipar til, kanska biskupin Crispina, sum varð tikin av døgum umleið ár 300. Starvsnevndin hjá Ítrótta­ sambandi Føroya hevur gjørt av at lata tvær silvur­ nálir, sum Petur Elias Pet­ er­sen handaði á EOC aðal­­ fundinum í Dublin um viku­ skiftið Fyrra nálin varð latin Karl Christian Koch, stjóra í Danska Ítróttasambandinum, sum tøkk fyri gott samstarv og hjálp í nógv ár. Karl Christian hevur saman við umsitingini hjá Danska Ítróttasambandinum annars víst Føroyum stóra vælvild og hjálpsemi á øll­ um økjum. Seinnu nálina fekk Jesper Frigast Larsen, elitustjóri hjá Danska Ítróttasambandinum, sum takk fyri hjálp og góð ráð serliga á altjóða øki­ num. Hann hevur saman við øðrum nevndarlimum og starvsfólki í Danska Ítrótta­sambandinum stuðlað Ítróttasambandi Føroya í roynd­unum at vinna alsamt fleiri altjóða limaskapir. Tað er óvanligt, at slíkur heiður verður sýndur útlendingum, men í hesum føri metti starvsnevndin, at nálirnar fóru til persónar, ið hava tænt føroyskum ítrótti í sínum arbeiði. Petur Elias Petersen, frá Ítróttasambandi Føroya, saman við Karl Christian Kock (v.m.) og Jesper Frigast Larsen (h.m.) Ítróttasambandi Føroya: Latið silvurnálir fyri vælvild og hjálpsemi Eins í øllum øðrum skúlum hava 9. og 10. flokkanir í Vágs skúla eisini verið í starvsvenjing. Allir skúlarnir eru ikki í stravsvenjing um somu tíð, so at tað gevur øllum møguleikan at sleppa, har tey vilja Henning Joensen Praktikantur Frá 28. november til 9. de­sember vóru 9. og 10. flokk­arnir í Vágs skúla úti og royndu seg. Vit tosaðu við Helga Stenberg úr Porkeri og Róa Vestergaard av Økrum, sum ganga í 10.b í Vági. Sum nógvir aðrir næm­ ing­ar úr Suðuroy valdu teir eisini at fara til Havnar í starvs­venjing. Teir høvdu av­talað, at báðir skuldu fara til Havnar, tí at teir hildu, at tað kundi verið stuttligt at fari til Havnar ein túr og gjørt ymiskt, sum man ikki kann gera har suðuri. Teir vistu ikki heilt, hvar teir skuldu fara, teir royndu Elding, men har sluppu teir ikki, so valdu teir ístaðin at fara til Poul Hansen, og tað hildu báðir verða fínasta slag. Teir møttu hvønn morgun kl.8 og høvdu frí kl.17. Har bar ikki til at slappa av, teir vóru í gongd alla tíðina, onkuntíð vóru teir inni í frystarínum og arbeiddu, men annars var tað mesta at flyta vørur, har tær skuldu, og at koyra vøru út, søgdu teir báðir. Vit spurdu hvat teimum dámdu at sleppa út at royna seg. Teir vóru báðir samdir um, at teir ikki leggja so nógv í hvar teir arbeiða, teir eru bara glaðir fyri at fáa frí úr skúlanum, og sleppa at royna býðarlívið í Havn í tvær vikur, søgdu Rói og Helgi flennandi. Tøkk Øllum tykkum, sum á ymiskan hátt mintust og gleddu meg á 85 ára føðingardegnum, takki eg hjartaliga. Gleðilig jól og Harrans signa nýggjár. Blíðar heilsanir Marietta Heinesen, Klaksvík Helgi og Rói í starvsvenjing hjá PH Rói Vestergaard (v.m.) og Helgi Stenberg vóru í starvsvenjing hjá P.H. heilsølu Mynd: Jens Kristian Vang