Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 13. desember 2005 15 fingið í rúkast. ki og álit on tekur ær verið við Swindoll Hann at Kristus lda hann , r var „Náðivek- oðskapurin ði hann verið í níti- rd um u tey, N Á Ð I V E K I N G Ein bók sum má lesast Boðskapurin broytir fólk, kirkjur og samkomur Bókin er til sølu í bókahandlum kring landið. Hon kostar einans 145 kr og er 310 síður. Fæst eisini á www.logos.fo Handlar kunnu bíleggja frá sol-ja@mail.dk Bókadeildin gevur nú út seinasta bind av tríverkinum Myrkursins frumevni. Bókin eitur Ravkikarin og er ein endalig uppgerð í einum kosmiskum stríði, har tey bæði børnini Lyra og Will eru høvuðspersónar Ravkikarin Fyrsta og onnur bókin Norð­ lýsi og Tann tvíeggjaði knív­ ur­in komu út í 2004. Í hesi triðju og seinastu bókini í røðini um Lyra og Will fer lesarin við børnunum líka niður í helheim og uppaftur. Lyra er til reiðar at ofra seg sjálva og daimonin fyri koma besta vini sínum til hjálpar og bøta um nakað, hon heldur er hennara skuld. Í bókini letur hugtakið ónt og gott upp fyri tvítýddari tulking, har rithøvundurin Philip Pullman letur tað upp í hendurnar á lesaranum at tulka tað, hann lesur. Fyrr í ár fekk Pullman bóka­ virðislønina Litteraturpriset till Astrid Lindgrens minne. Grundgevingin var, at hann er eitt meistarligt frásøgufólk innan fjølbroytt tekstasløg – at bøkur hansara skara framúr málsliga og hava sálarligt innlit, og at høvundurin al­tíð stendur undir liðini á lesaranum, setir spurnartekin við myndugleikar, boðar humanismu og kærleika og heldur fast í síni optimistisku trúgv á barnið, eisini tá ið støðan tykist vónleys. Bøkurnar hava eisini nak­að sera sterkt visuelt yv­ir sær, í øllum førum eru hendingarnar í tríverkinum gjørdar til leik, sum hevur verið spældur á palli í The National Theatre í London, og somuleiðis verður í løtuni gjørdur stórfilmur um Lyru Silvurtungu, gentuna sum er annar av høvuðspersónunum í verkinum. Hjalmar P. Petersen hevur týtt Ravkikarin til føroyskt. ave Enn eitt ævintýr frá Bókadeildini