týsdagur 13. desember 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Rúni Bro Róin er
32 ára gamal úr
Hoyvík. Hann hevur
higartil luttikið í
samráðingum fyri
100 milliardir. Í
starvinum sum stjóri
fyri íløgufígging
hjá DONG situr
Rúni, við ábyrgd
fyri strategisku
skipanini av einum av
teimum størstu íløgu
fíggjarætlanunum í
Danmark
Føroyingar í
Danmark
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Eg hitti Rúna Bro Róin
á høvuðsskrivstovuni hjá
DONG í Hørsholm stutt
uttan fyri Keypmannahavn.
Hann var fryntligur og bjóð
aði mær ein góðan bita á
skrivstovuni hjá sær, meðan
vit prátaðu um starvið sum
Head Of Co í DONG, um
fyritøkuna og um Rúna sjálv
an. Hann leggur fyri við at
siga, at hetta er hann, ið
úttalar seg vegna Rúna ikki
vegna DONG.
DONG er ein risafyritøka,
ið hevur Norður Atlantshavið
sum eitt av sínum fremstu
arbeiðsøkjum, tí ynskir stjór
in fyri íløgufígging sjálvandi
ikki, at eitt prát við hann
skal tolkast, sum almenni
politikkurin hjá DONG.
Læs økonomi
Rúni vaks upp í Hoyvík, gekk
í Hoyvíkar skúla og fór síðan
í student í Hoydølum. 20 ára
gamal fór hann til Århus at
lesa búskap.Her gekk sera
væl. Á hvørjum ári sendir
Århus Universitet seks fólk
til Cranfield School Of
Management í Onglandi at
luttaka í eini eitt árs MBA
útbúgving. Tú sleppur at taka
tann kreativa helminingin av
MBA’ini. Tann teoretiska
partin fært tú góðskrivaðan
fyri lesturin í Århus. Rúni
søkti luttøku og varð valdur
út av universitetinum at fara
til London. Hetta hevur nógv
at týða fyri starvsmøguleikar
í summum londum, sigur
Rúni.
Afturkomin til Århus
gjørdi hann útbúgvingina í
búskapi lidna innan fyri tey
ætlaðu fimm árini.
Í starv hjá TDC
Eftir lokna útbúgving varð
hann settur í starv hjá danska
telerisanum TDC í Keyp
mannahavn. Har arbeiddi
hann við búskaparligari
greining. Men eftir hálvt
annað ár hjá TDC, var hann
vorðin deildarleiðari. Hann
varð verðandi hjá TDC í
fýra ár og fekk har royndir
við at arbeiða við stórum
íløguætlanum. Saman við
DONG er TDC ein av teimum
fyritøkunum við størstu
íløgufíggjarætlaninini í Dan
mark.
Headhuntaður
Í 2001 kom fyrrverandi stjórin
í danska fíggjarmálaráðnum
Anders Eldrup í starv sum
stjóri í DONG. Hetta hevði
stórar umskipanir í fyritøkuni
við sær. Í hesum sambandi
varð leitað eftir best egnaðu
fólkunum. DONG brúkar
sokallaða headhunting, har
teir velja best egnaðu fólk
ini til leys størv og bjóða
teimum tey. Sum skilst stóð
navnið hjá Rúna á listanum,
og hann varð settur í starv
við projektleiðslu. Hann fór
sostatt úr einum starvið við
beinleiðis leiðslu til eitt starv
projektleiðslu. Hann gjørdist
tó heilt skjótt deildarleiðari
í DONG.
100 milliardir
Rúni Bro Róin er nú 32 ára
gamal. Hann hevur higartil
luttikið í samráðingum fyri
100 milliardir, nakrar av
samráðingunum eru enn ikki
endaliga gjøgnumførdar,
men nógvar eru. Størsti ein
staki sáttmálin hann hevur
samráðst um, var áljóðandi
24 milliardir.. Eg spurdi hann,
um peningur ikki missir sítt
virði, tá man arbeiðir við so
stórum upphæddum. Men
tað helt hann ikki “Peningur
fær bara ymisk virði. Um tú
samráðist um ein sáttmála,
sum er 24 milliardir, so hev
ur peningurin eitt virði, er
sáttmálin um eina millión,
hevur peningurin eitt annað
virði, og tá eg komi til hús,
hevur hann eitt heilt triðja
virði.”, sigur Rúni. Hann
heldur tó, at tað er áhugavert,
tá tú samráðist um stóru
sáttmálarnar, at tú kanst
uttan himpr biðja 100-200
fólk koma til arbeiðis, ella
fara út og keypa júst tann
rætta serfrøðingin til onkra
uppgávu.
Situr við sam
ráðingarborðið
DONG byrjaði fyrst í
1980’unum sum danskt olju-
og gassfelag, men virksemið
er alsamt vaksið hesi árini,
og við íløgum og yvirtøkum
bæði í Danmark og í útland
inum er felagið, ið danski
staturin eigur, vorðið ein risi,
ið millum annað eigur stórar
partar av danska elkervinum,
stór olju- og gassøki í bæði
donskum og útlendskum hav
øki, umframt nógv annað
virksemi innan orku. Felagið
hevur skrivstovur í Danmark,
Noregi, Svørríki, Týskland,
Hollandi og Stóra Bretlandi.
Rúni spælir ein virknan
leiklut í yvirtøkunum.
Deildin hjá honum tekur
sær av fíggjarliga parti
num og av strategi. Rúni
Nr. 239 • týsdagur • 13. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Rúni hevur samráðst fyri 1