Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 13. desember 2005 17 100 milliardir situr ofta sjálvur við sam­ ráðingarborðið, onkuntíð sum sam­ráðingarleiðari, onk­un­tíð aftan fyri í øðrum leik­lutum. Rúni greiðir frá at munur er á hvussu langa tíð ymisku transaktiónirar taka. Her eru tíðarskeið frá einari viku og upp í trý ár. Starvið er altíð avbjóðandi, men størta av­bjóðingin er ivaleyst at halda tann góða hugburðin, tá tú situr og samráðist á triðja ári. Úr jólafrítíð til arbeiðis Rúni arbeiðir nógv, kanska ov nógv viðgongur hann, og ferðin er altíð høg. Eg havi upplivað at verða kallaður til Danmarkar úr jólafrítíð í Føroyum, og at verða vaktur mitt um náttina, tí okkurt er áfatt. Men hinvegin kann hann halda ein frídag um hann hevur hug til tað. Í næst­um fer hann t.d. tríggjar vikur til Brasilia at ferðast.. Karate gevur frið Umframt starvið í DONG roynir hann at menna sín leiðslu­førleika við at taka ein útbúgving innan leiðslu. Men alíkavæl sær hann nógv til vinfólkini og er í bio­graf upp fleiri ferðir um vikuna. Men hóast ferðin er høg, kenn­ir hann ikki nógv til strongd. Hann greiðir frá, at lykilin til hetta er Karate. Tá hann flutti til Keyp­ manna­havnar byrjaði hann at ganga til Karate á Nørre­ brogade. Hann gongur nú tríggjar ferðir um vikuna í einum av teimum mest sið­ bundu karatefeløgunum í Danmark. Har fyrigongur alt á japanskum, tú situr lágt og bukkar fyri hvør øðrum. “Tá tú ert til Karate, noyðist tú at vera til staðar, um tú gongur og hugsar um okkurt annað, so er avrokningin kontant.”, sigur Rúni. Hetta hjálpir hon­um við at skapa javnvág í gerandisdegnum. Donsk vinfólk Rúni býr á Christianshavn eitt hanagleiv frá Norður At­lantsbryggjuni, og Bryggj­ an er hansara samband við føroyska útisetasamfelagið. Flestu vinfólkini eru danir, og føroysku vinfólkini eru antin í Føroyum ella í Noregi. Men hann plagar onkuntíð at fara til tiltøk á Bryggjuni. T.d. hjálpti hann til, tá ólavsøkan varð hátíðarhildin. Hetta helt hann vera sera stuttligt. Hann heldur orsøkina vera, at hann læs í Århus og flutti síðan til Keypmannahavnar. Tá flutti hann frá teimum føroyingunum, ið hann kendi har. Hann heldur annars sam­ bandið við føroysku røturnar við at ferðast heim til Føroyar so ofta, ið til ber. Áhugamál í Føroyum DONG er eitt virkið við nógv­ um áhugamálum í Føroyum, og sum hevur Føroyar í sín­ um framtíðarætlanum. Men hetta er ikki eitt øki, ið Rúni fæst við til dagligt. Men honum dámar væl at arbeiða á einum virkið, ið hevur við Føroyar at gera, og hetta ger sjálvandi, at tað er møguligt, at hann í framtíðini fer at hava okkurt við Føroyar at gera. Droymdi um hetta í 1.G Rúni er í einum av hægstu størvunum í Danmark innan sítt øki, men hann heldur ikki, at hann er komin á mál enn. “Hetta er akkurát tað, ið eg droymdi um, tá eg gekk í 1.G. Men eg dugi at síggja nógvar avbjóðingar enn. Eg eri ikki bundin at Danmark, og heimurin er stórur.”, sigur hann. Men hann heldur, at enn eru nógvar spennandi avbjóðingar í DONG, mill­ um annað størsta danska børs­noteringin nakrantíð, tá danski staturin fer at lata partabrøv í DONG til sølu. Rúni ivast í, um hann nakrantíð flytir til Føroyar aftur. Hann sær ikki sum nú nakrar nóg spennandi yrkis­ ligar avbjóðingar. Men sam­ stundis, so er hann greiður yvir, at hetta kann broyta seg. Hann kennur nógv, ið hava sagt, at tey ongantíð flyta heim aftur, men síðan eru flutt heim og stórtrívast. Betri gjaldføri hjá Lands­kassanum Miðal nettoinnistandandi hjá Landskassanum í Lands­ bankanum øktist aftur í november mánaði. Miðal innistandandi var í november mánaði 1.713 mió kr., og er hetta 213 mió kr. meira enn kravda minsta­innlánið. Eitt skifti í ár hevur innlánið verið væl minni enn minstainnlánið, men sveiggini ígjøgnum árið viðføra ofta, at gjaldførið gerst væl betur móti ársenda. Millum annað tí partafelagsskattur verður goldin seinastu tríggjar mánaðirnar í árinum. Sveiggini í november mánaði hava tó verið stór. Um­fígging av lánsbrøvum hevur staðið á skránni, og tann 24. november vórðu lán afturgoldin, soleiðis at innistandandi ultimo november var gott og væl 1.300 mió kr. Samlaða brævalánið hjá Landskassanum er nú 3.074 mió kr. Hetta er meira enn tvífalt so nógv, sum tað var fram til juni mánað í ár. -mørk Talvan vísir, hvussu gjaldførið hjá Landskassanum hevur verið síðani 1995 Tá tú samráðist um sáttmálar, ið eru áljóðandi 24 milliardir, tá ber til at fáa 100-200 starvsfólk til arbeiðis um tørvur er á tí.”, sigur Rúni Bro Róin. Strongdir jólamenn Mannfólk eru eins strongd av jólainnkeypi sum flogskiparar á stríðsflogfari strongd www.business-line.fo Strongd mannfólk eru í vanda fyri hjartatilburðum og øðrum álvarsligum sjúkum, um teir renna runt í handlunum beint áðrenn jól, skrivar týska blaðið Bild am Sonntag. Hjartað slær títtari og blóðtrýstið hækkar nógv, tá menninir beint áðrenn jól reika úr handli í handil at keypa gávur til síni kæru. Ein kanning av 40 kvinnum og monnum við sama innkeypslista vísti, at bara fjórða hvør kvinna vísti tekin um strongd. Men hjá monnum øktist strongdin til tað sama sum hjá flogskiparum á stríðsflogfari. Kanningin vísti, at hjá 70% av monnunum var strongdin longu byrjað, áðrenn teir byrjaðu sítt jólainnkeyp. Teir gjørdist v.ø.o. strongdir av tankanum um, at skula út at keypa jólagávur, skulu vit trúgva týsku kanningini, kunngjørd í Bild am Sonntag.