Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 13. desember 2005 18 Brandur Nólsoy og Lion Petersen hava báðir góðar vónir um, at raksturin hjá Atlantic Navigator verður betur, enn hann var við gamla skipinum. - Næraberg hevur fiskað fyri góðar 100 miljónir krónur í góðar níggju mánaðir í ár, og prísurin hevur verið vánaligur. Møguleikarnir við Atlantic Navigator eru munandi størri, enn teir við Nærabergi, siga teir Atlantic Navigator Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skiparar umborð á størsta fiskifarinum í føroyska fiski­­skipaflotanum, Atlantic Navigator, verða Brandur Nóls­­oy og Lion Petersen, ann­ar úr Havn og hin úr Klaks­­vík. Brandur hevur siglt við Næra­bergi í skjótt fimm ár; tey fyrstu árini var hann stýri­maður, og síðan á sumri í 2003 hevur hann verið fast­ ur skipari. Áðrenn hann kom umborð á Næraberg, sigldi Brandur við norskum trolarum, og í 1999 var hann eitt skifti skip­ ari umborð á Pelagos. Hann hevur eisini verið við øðrum skipum undir Før­­oyum. Brandur hevur drúgv­­ar royndir á troldekki og á trolarabrúgv. Hin skiparin umborð á Nærabergi er klaksvík­ing­ urin, Lion Petersen, sum eisini hevur drúgvar royndir á sjónum. Áðrenn Lion kom umborð sum skipari, skiftust Brandur og Mannbjørn í Grund at føra Næraberg. Nú skulu so Brandur og Lion skiftast um at føra hetta risa fiskifar. Atlantic Navigator loysti í Ánunum seinnapartin mána­dagin. Hendan fyrsta túrin, har tey fara at royna útgerðina, eru báðir skip­ar­ arnir umborð, men síðan fer Lion í land, og Brandur fer avstað aftur. Hesin túrurin verður undir øllum umstøðum stuttur, tí fólk eru umborð, sum skulu í land aftur fyri jól. Vitjan Sosialurin var umborð á At­lantic Navigator á vitjan fyrrapartin mánadagin. Hóast almenna móttøkan fyri skipinum var sunnudagin, vóru vit vælkomnir umborð at síggja skipið og práta við fólk. Kranin hivaði ymiska út­gerð umborð, tá ið vit komu oman á bryggjuna, og fólk stákaðust umborð og uppi á bryggjuni við at rigga skipið til. Nógv ting eru, sum skulu fáast upp á pláss, tá ið eitt so stórt skip við so stórari manning fer fyrsta túrin. Á brúnni hittu vit skiparan, Brand Nólsoy, sum er sonur kendu andlitini í Havnini, Napoleon og Gnippu Nóls­ oy. Meðan vit práta, kemur hin skiparin, Lion Petersen, eisini upp á brúnna. Báðir eru teir fryntligir og geva sær stundir at práta. Lion kom umborð á Næra­ berg sum skipari í 2003, og tað var eisini hann, sum stóð á brúnni á Nærabergi, nú teir vóru seinasta túrin í heyst. Næraberg fór yvir til No­regs, tá ið Atlantic Navi­ ga­tor varð riggaður til at loysa hann av, og ein partur av útbúnaðinum á nýggja skipinum er komin av Næra­ bergi. Umframt skerimaskin­ur­ nar, er eisini onkur útbún­ aður, sum Næraberg hevði á brúnni, settur umborð á Atlantic Navigator. 7 tjóðir Brandur sigur, at stórur áhugi hevur verið at sleppa umborð á nýggja trolaran, og nú teir loystu, vóru tilsamans 100 fólk umborð, harav einar 20 kvinnur. Men tað eru ikki bara før­ oy­ingar, sum eru við Atlantic Navigator. - Vit eru sjey tjóðir umborð, og umframt føroyingar, eru fólk úr Noregi, Danmark, Pól­landi, Ruslandi, Japan og Ameriku eisini við. Brandur sigur, at mann­ ing­in at kalla er hin sama sum var við Nærabergi og áður hevur verið við hesum skipi. Vónríkir skiparar: Útlitini eru - Nú kunnu vit fáa meira burtur úr upp á lutfalsliga stutta tíð, tá ið góður fiskiskapur er, og fiskurin er góður. Hetta gevur skipinum betri møguleikar, siga skipararnir, Brandur Nólsoy og Lion Petersen Mynd: Jens Kr. Vang