Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-13, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 13. desember 2005 19 u nú betri enn nakrantíð áður - Eg vænti, at tað eru eini tíggju fólk umborð á nýggja skipinum, sum ikki hava verið við okkum áður, leggur hann aftrat. Eingin kvinna er yvir­mað­ ur, men ein av teimum, sum starvast á labratoriunum og kannar framleiðsluna, er kvinna. Umborð á Atlantic Navi­ ga­tor hendan mánamorg­ un­in var eisini umboð fyri Heilsufrøðiligu Starvs­stov­ una, og hon læt okk­um vita, at stovnurin hev­ur góð­ kent skipið sum mat­vøru­ framleiðara. Flestu yvirmenn umborð á skipinum eru føroyingar, og tað er heldur ikki so und­ar­ligt, tá ið skipið nú er heimahoyrandi í Klaksvík! Føroyingarnir, sum hava siglt við Nærabergi, lata væl at útlendsku arbeiðsmegini, sum bæði er fryntlig og ar­beiðssom. Surimi Sum kunnugt, er høvuðsfram­ leiðslan umborð á Atlantic Navigator – eins hon var um­borð á Nærabergi – su­rimi úr svart­kjafti. Hjá­fram­­leiðsl­ an er mjøl, men tað er ein nógv minni part­ur. Tað ein­ asta, sum fer í havið aftur av fiskinum, er fiskaskræðan, men arbeitt verður við at fáa ein avtakara til skræðuna. Umborð á Næraberg hava teir eisini gjørt onkrar royndir við at selja ein minni part av framleiðsluni sum flak, men hetta hevur higartil bert verið í smáum nøgdum. Brandur væntaði, at At­lan­ tic Navigator hendan fyrsta royndartúrin fer eystur ímóti norska markinum at royna teir fyrstu dagarnar. Har hava føroysku skipini, sum eru á leiðini, fingið nakað av svartkjafti. Nýggja skipið er tveir metrar longri og fimm metrar breiðari enn hitt gamla. - Ein høvuðsmunur er, at meðan Næraberg bert hevði eitt fram­leiðslu­dekk, hevur hetta skip­ið eitt fram­­leiðslu­ dekk aftr­at. Nú hava vit 16 VMK-skeri­maskinur ímóti 12 um­borð á Nærabergi. Haraftrat er surimi­verk­ smiðjan nógv størri. Á ovara dekkinum verður fiskurin skorin og virkaður til surimi, og á niðara dekki­ num verður hann pakkaður og frystur. Umborð á Nærabergi fóru blokkarnir leysir niður í lastina. Hetta hevði við sær nógva handfaring. Nú fara blokkarnir niður á platti í elevatori, og niðri í lastini tekur truckur ímóti teimum og setir plattarnar upp á pláss. - Ein fyrimunur við hes­ um er eisini, at nú kanst tú finna plattarnar aftur, um okkurt er at seta fingurin á í framleiðsluni, sigur Brandur og vísir á, at henda skipan eisini ger tað nógv skjótari at tøma lastina, tá ið veiðan verður løgd upp. Fløskuhálsar Umborð á Nærabergi vóru fløskuhálsar, sum ikki eru umborð á Atlantic Naviga­ tor. Skiparin sigur, at tá ið slag­ ið var gott, kundu teir ikki koyra við øllum maskinunum umborð á gamla skipinum, tí ógjørligt var at arbeiða fiskin undan. - Vit høvdu 7 frystarar, og nú hava vit 14. Hann vísir á, at nógv vatn verður brúkt í framleiðsluni, men vatngerarin umborð á Nærabergi kundi bert fram­ leiða 450 tons av feskvatni um døgnið. Nú kunnu vit framleiða 1000 tons av fesk­ vatni um døgnið. - Við teimum 12 skeri­ maskin­unum kundu vit fram­leiða eini 82 tons av surimi um døgnið, men tá ið vit høvdu framleitt í eini tvey samdøgur, høvdu vit einki vatn eftir. Nú hava vit nóg mikið av vatni og kunnu við teimum 16 maskinunum virka eini 120 tons av surimi um døgnið. Mjølverksmiðan umborð á Atlantic Navigator er eisini nógv størri enn umborð á gamla skipinum. - Áður kundu vit framleiða eini 20 tons av mjøli um sam­døgnið; nú kunnu vit fram­leiða 60 tons, sigur Brand­ur. Betri rakstur Brandur og Lion hava báðir góðar vónir um, at raksturin hjá Atlantic Navigator verð­ ur betur, enn hann var við gamla skipinum. - Næraberg hevur fiskað fyri góðar 100 miljónir krón­ ur í góðar níggju mánaðir í ár, og prísurin var vánaligur. Brandur vísir á, at prísurin á surimi hevur ikki verið góður, men hann hevur ver­ ið støðugur og spakuliga upp­eftir gangandi, sum hann tekur til. - Vit hava fingið einar 10- 11 krónur fyri kilo, men var prísurin kanska 14-15 krónur fyri kilo, hevði úrslitið verið eitt heilt annað. Bæði Brandur og Lion eru rættiliga spentir, nú lagt verður út á hav aftur við hesum stóra og stásiliga skipi. - Vit ganga ímóti bestu svartkjaftavertíð, og tí vóna vit, at alt fer at rigga væl, tá ið vit koma út í byrjanina av komandi ári. Tað er týdn­ ingarmikið, at vit fáa eina góða byrjan við hesum skipi, siga teir. Atlantic Navi­ga­tor lastar 1650 tons av surimi, meðan Næraberg bert lastaði 800 tons. Nýggja skipið lastar eisini 600 tons av mjøli ímóti 318 tons, sum hin lastaði. - Nú kunnu vit fáa meira burtur úr upp á lutfalsliga stutta tíð, tá ið góður fiski­ skapur er, og fiskurin er góð­ur. Hetta gevur skipinum betri møguleikar, siga teir báðir. Nýggja skipið hevur eisini munandi størri tóvmegi, enn gamla skipið hevði. Sum nýggjur Atlantic Navigator hevur sína søgu, sum vit ikki fara at endurtaka her. - Skipið er lutfalsliga nýtt og hevur verið lítið í vinnu. Tað er væl hildið og er í góð­ um standi. Brandur Nólsoy heldur, at hevur skipið verið í vinnu í eini 2-3 ár tilsamans, er tað alt. Atlantic Navigator er 96,2 metrar langur og 18,50 metrar breiður. Næraberg var 94 metrar langur og 13,40 metrar breiður. Umborð á Atlantic Navigator eru 16 VMK-skerimaskinur Mynd: Jens Kristian Vang Atlantic Navigator er 96,2 metrar langur og 18,50 metrar breiður. Næraberg var 94 metrar langur og 13,40 metrar breiður Mynd: Jens Kr. Vang