týsdagur 13. desember 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 239 - 13. desember 2005
Tað er trongt á
verksmiðjuni
umborð á Atlantic
Navigator, men
framleiðsluorkan
er í staðin rættiliga
stór, nú 16 skeri
maskinur kunnu
mala í senn, og
eingin fløskuhálsur
skuldi verið á
verksmiðjuni og í
arbeiðsgongdini
annars
Atlantic
Navigator
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
- Nú hava vit alt, sum vit
hava gramt okkum um, at
vit ikki høvdu umborð á
Nærabergi.
Soleiðis málber Brandur
Nólsoy, skipari, seg, tá ið
vit spyrja hann um útliti
fyri betri lønandi rakstri.
Í greinini á blaðsíðu
18 og 19 vísir hann á, at
framleiðsluorkan umborð
á Atlantic Navigator í allar
mátar er størri, enn hon
var umborð á Nærabergi.
700 tons
- Vit skulu fiska eini 700
tons av ráfiski um sam
døgnið, um vit skulu kunna
framleiða við fullari orku.
Hetta svarar til umleið 120
tons av lidnari vøru.
Brandur Nólsoy sigur,
at burtur úr rávøruni,
fær skipið millum 16 og
23% av lidnari vøru – alt
eftir, hvussu fiskurin er til
støddar og dygdar.
Hann sigur, at hóast
munurin á maskinorkuni
umborð á Nærabergi og
Atlantic Navigator ikki er
tann stóri í hestakreftum,
brúkti Næraberg nógva
orku til at hava fram
leiðsluvirksemið umborð
gangandi.
- Tóvmegin hjá Atlantic
Navigator verður tískil
munandi størri, tí minni
maskinorka fer til verk
smiðjuna. Tað merkir, at
útlitini til størri veiði eru
góð, og hetta kemur væl
við, nú framleiðsluorkan
umborð á nýggja skipinum
verður so nógv størri, bæði
til surimi og mjøl.
Turrari dekk
Brandur sigur, at við tað, at
nýggja skipið er 5 metrar
breiðari enn hitt gamla,
verður arbeiðsdekkið eis
ini nógv turrari, tá ið hálað
verður.
- Næraberg royndist
ógvuliga væl í sjónum,
men hann er lutfalsliga
smalur, og var tí vátur aft
an. Breiddin á nýggja skip
inum gevur nógv størri
uppdrift, og tí verður tað
sum dagur og nátt, tá ið
hálað verður. Eg vænti
ikki, at vit fara at fáa
dropan inn, sum skiparin
tekur til.
Hann sigur, at Atlantic
Navigator gongur einar 16
míl í vanligum líkindum,
men á ferðini heim úr
Noregi var illveður, og tá
var ferðin 13 míl.
- Skipið royndist rætti
liga væl í sjónum, og vit
vænta, at Atlantic Naviga
tor fer at roynast væl, nú
vit fara til fiskiskap móti
háveturstíð, sigur Brandur
Nólsoy.
Nú hava vit alt,
sum vit ynsktu
okkum við hin-
um skipinum
Brandur Nólsoy, skipari, heldur, at øll ”odds” tala fyri,
at raksturin við Atlantic Navigator verður betur enn við
gamla Nærabergi
Mynd: Jens Kr. Vang
Lina H. Grækaris
dóttir, sum er úr Kví
vík, er ein av teimum
ungu gentunum
umborð á nýggja
risatrolaranum,
Atlantic Navigator.
Hon fór fyrsta túrin
við Nærabergi í
summar, og hevur
verið við skipinum
síðan. Nú reiðaríið
hevur fingið nýtt og
stásiligt skip, var hon
ikki í iva um at leggja
til brots aftur
Atlantic
Navigator
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Sosialurin var við, tá ið Lina
fór umborð við viðførið sín
um, sum hon hevði pakkað
sær til hendan fyrsta túrin.
Vit vóru eisini við, tá ið
hon fyrstu ferð steig fótin
inn í kamarið, har hon fer at
”húsast” á frívaktini.
Tær eru tvær og tvær
inni á einum lítlum kamari,
og tær eru átta, sum síðan
deila eitt fitt og hugnaligt
uppihaldsrúm, ið er felags
rúm hjá teimum.
- Vit, sum eru á sama
kamri, eru vanliga á hvør
síni vakt, og tí ger tað ikki
nakað serligt, um kømrini
ikki eru so stór, sigur Lina.
Umborð á Nærabergi stóð
hon við eina skermaskinu,
og hon væntar, at arbeiði
hjá henni verður tað sama
umborð á nýggja skipinum.
- Tað er kanska eitt sindur
keðiligt at standa við eina
skermimaskinu eina heila
vakt, men hetta er fínasta
slag kortini, sigur hon.
Lina sigur, at hon og onnur
umborð antin hava ein MP3-
spælara ella ein sonevndan
disk-man, og tónleikurin er
góður at stytta sær stundir
við á vaktini.
Umborð á Atlantic Naviga
tor gongur manningin 6 tímar
og hevur frí teir næstu 6.
Vit spurdu eisini Linu,
hvat tey gera á frívaktini.
- Er nógvur fiskur, fara
vit vanliga í koyggjuna,
tá ið deksvaktin er av og
hvíla okkum til næstu vakt.
Men er minni at gera, sita
vit og práta, spæla kort ella
hyggja í sjónvarp ein part av
frívaktini.
Lina hevur áður arbeitt á
Fiskavirkinum í Vestmanna,
og nú hon hevur verið
heima og bíðað eftir nýggja
skipinum, hevur hon arbeitt
á vaskarínum á Landssjúkra
húsinum.
Vit spurdu eisini Linu,
hvussu inntøkan hevur ver
ið, síðan hon fór umborð á
Næraberg.
- Jú, eg haldi ikki, vit
skulu lata illa at. Onkran
túrin, sum vardi einar 3-4
vikur, tjentu vit meira enn
30.000 krónur, og tað haldi
eg, er góð inntøka.
Nú hon fór avstað aftur,
var Lina í holt við at taka
koyrikortið - ikki bert til per
sónbil, men eisini til truck
og motorsúklu.
- Eg havi fingið koyrikortið
til truck, men ikki til persón
bil og motorsúklu. Kortini
havi eg fingið teoriirnar
í hús. Gongst sum ætlað,
sleppi eg upp í koyring til
motorsúklu, 13. januar, men
eg veit ikki, um eg eri heima
tá, sigur hon.
Lina sigur, at henni dámar
væl, tá ið tað gongst væl at
fiska og nógv er at gera á
verksmiðjuni.
- Nógvur fiskur merkir, at
vit tjena pening, sigur hon
smílandi.
Meðan vit vóru inni á kam
arinum hjá Linu, hugdu fleiri
av skipswfeløgum hennara
inn á gólvið. Lagið var gott,
og fólk vóru spent eftir at
fara fyrsta túrin við nýggja
og stásiliga skipinum.
- Tað er gott samanhald
umborð, og vit eru sum ein
stór familja, sigur Lina H.
Grækarisdóttir.
Lina H. Grækarisdóttir, sjómaður:
- Vit eru sum ein stó