Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 239 - 13. desember 2005 21 Róðin Dam, hov­ meistari, sigur, at fyrsti døgurðin, nú fyrstu ferð verður loyst við allari manningini umborð á Atlantic Navigator, verður høsnarungi. Og tað er ikki bara høsnarungi í eintal, sum talan er um! Atlantic Navigator Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hovmeistari umborð á At­lantic Navigator er Róðin Dam, sum er klaksvíkingur. Hann er útbúgvin hotel- kokkur á Copenhagen Corn­ er í Keypmannahavn og hevur sínar royndir á mat­ stovu í Danmark. Í galluni annars starvast tilsamans 6 fólk umframt ein vaskikona, sum eisini tekur sær av allari vasking umborð, umframt klæðum hjá sjófólkinum og seingjar­ klæðum. Umframt hovmeistaran, eru eisini tveir 1. kokkar, har Jógvan Eliasen, sum er kendur frá sínum teldu­ virksemi gjøgnum meira enn 20 ár, er ein teirra. Avloysaratúrur Jógvan kom meira ella minni av tilvild umborð á Næraberg . Tað var sonur hansara, sum vildi hava pápan umborð ein avloysaratúr fyri seg. Síðan hevur Jógvan verið við Nærabergi, og honum dámar ógvuliga væl. Sum er, hevur hann ongar ætlanir um at fara í land aftur. Umborð á Nærabergi hevur hann eisini hjálpt til, tá ið trupulleikar hava verið við telduskipanini, og somuleiðis hevur hann tikið sær av ”bókhaldinum” í kioskini umborð. Jógvan var bert ein túr í framleiðsluni umborð. Síðan kom hann upp í galluna at arbeiða – og har er hann fram­vegis. - Eg var at enda hovmeistari um­borð á Nærabergi, men nú vit fingu nýggja skipið, var neyðugt við einum hov­ meistara, ið hevur útbúgving sum kokkur. Tað havi eg ikki. Eg eri bara sjálvlærdur, sigur Jógvan. Hann vísir á, at gjøgnum eitt samdøgur fer messan umborð á Atlantic Navigator, nú 100 fólk verða við skipin­ um, at hava tilsamans 400 vitjandi ”gestir”. - So, hetta er sum at starv­ ast á einum stórum ho­telli, leggur fyrrverandi teldu­ maðurin aftrat. 60 høsnarungar Vit spurdu Róðin Dam, hvat hann fer at geva manningini at eta, nú teir fóru fyrsta túrin mánadagin. - Vit fara at tosa saman hvørja viku og leggja eina menu fyri eina viku í senn, tí so veit manningin í galluni, hvat er á skránni teir næstu dagarnar. Róðin sigur, at fyrsti døgurð­ in, nú fyrstu ferð verður loyst við allari manningini, verður høsnarungi. Og tað er ikki bara høsnar­ ungi í eintal, sum talan er um! - Alt verður roknað í gramm­um fyri hvønn av mann­ingini, men eg vænti, at vit fara at steikja ein­ar 60 høsnarungar til fyrsta døgurðan, sigur hov­ meistarin, sum er spentur upp á nýggju avbjóðingina. Hann sigur, at hann hevur ikki verið nógv til skips, men hann hevur roynt sjólívið. - Eg havi verið við Borð­ oyarnesi og sluppuni, Ester í sínari tíð. So, hetta verður ein stór broyting, leggur hov­meistarin, Róðin Dam, aftrat. Fyrsti døgurðin ein heilur høsnagarður! - Eg havi verið við Borðoyarnesi og sluppuni, Ester í sínari tíð. So, hetta verður ein stór broyting, sigur hovmeistarin, Róðin Dam Mynd: Jens Kr. Vang - Tað var sonur mín, sum bað meg fara ein avloysaratúr fyri seg við Nærabergi. Síðan havi eg verið sjómaður, sigur fyrrverandi teldumaðurin, Jógvan Eliasen Mynd: Jens Kr. Vang ór familja