Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-13, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 239 - 13. desember 2005 UTTAN ÚR HEIMI CIA-flogfør í Pólandi Herfyri avsannaði polski forsetin, Alexander Kvazini­ ewski, at amerikanska fregnartænastan hevur flutt fangar til Pólands, men nú siga fyrrverandi starvsmenn á einum flogvølli har eysturi í landinum, at flogfør hjá CIA lendu har minst fimm ferðir í 2002 og 2003. Starvsmenninir greiða blaðnum Gazeta Wyborzca frá, at ein dagin í desember í 2002 fingu teir boð frá herinum um, at eitt sera týdningarmikið flogfar var á veg, og at tað skuldi lenda har. Tað var nógvur kavi hendan dagin, so flogvøllurin var stongdur, men starvsmenninir fingu boð um at rudda so mikið av kavanum burtur, at flogfarið kundi seta seg. Tað vísti seg, at talan var um eitt flogfar av slagnum Gulfstream. Tað kom um kvøldið, men starvs­ menninir á flogvøllinum sluppu ikki út á vøllin, greiða teir frá. Dagin eftir komu nakrir fremmandi menn á flog­ vøllin. Teir rindaðu tað, sum flogfarið skuldi gjalda fyri at brúka flogvøllin, og fóru so avstaðaftur. Fyrrverandi flogvallarstarvsmenninir siga við Gazeta Wyborzca, at eftir boðum frá herleiðsluni bleiv hetta flogfarið ikki skrásett í skjølunum hjá flogvøllinum, sum annars var vanligt. Tí bleiv heldur ikki skrásett, hvussu mong fólk vóru í flogfarinum, og um øll vóru umborð, tá flogfarið fór avstaðaftur, siga teir. McCarthy deyður Fyrrverandi amerikanski senatorurin Eugene McCarthy er deyður. Í 1968 royndi hann at gerast forsetavalevni hjá demokratunum og at skúgva Lyndon B. Johnson til viks. McCarthy umboðaði tær ógvusligu ungdómsrembingarnar, sum gjørdu vart við seg um tað mundið, samstundis sum hann gekk á odda í stríðnum ímóti krígnum í Vietnam. Tað vóru bara tey fægstu, sum hildu hann hava nakra politiska framtíð, men hann var ein av teimum fáu am­erik­onsku politikarunum um tað mundið, sum skiltu rembingarnar ímillum tey ungu í USA, og tað var eisini serliga tað unga ættarliðið, sum styðjaði hann. Forseti gjørdist hann ikki, men hann fór í søguna sum maðurin, ið skúgvaði Johnson av tí politiska pallinum. Euegen McCarthy, sum umboðaði statin Minnesota í Senatinum, var 89 ára gamal, nú hann doyði. Schröder fyri atfinningum Nógvir týskarar illneitast inn á fyrrverandi kanslaran, tí hann hevur tikið av einum tilboði um at vera nevnd­ar­ formaðuir í norðurevropeiska gassfelagnum NEPG, sum týskarar og russarar eiga í felag, og sum skal leiða gass úr Russlandi til tann vesturevropeiska marknaðin. Summir týskarar halda, at fyrrverandi kanslarin hevur fingið formansstarvið, tí hann og russiski forsetin, Vla­ dimir Putin, eru væl, og tað eru rnntá tey, sum tosa um korrupsjón í sambandi við tilnevningina. Tað hevur ikki bøtt um hýrin á teimum misnøgdu, at sambært fjøl­ miðlunum fær nevndarformaðurin í NEPG einar sjey milliónir krónur í løn um árið. Nýggi kanslarin, Angela Merkel, vil ikki gera nakrar viðmerkingar til málið, men sigur tó, at hon ætlar at halda eygað við, hvat hendir øðrum politiskum leiðarum í Evropa, um teir velja at fara upp í vinnulívið, tá teir fara frá. Politiskir eygleiðarar í Berlin siga, at kanska var Schröder í so skjótur at taka av formansstarvinum, tí enn er so stutt fráliðið, síðani hann fór úr kanslarastólinum. 9 deyð av fuglakrími Myndugleikarnir í Indonesia kunngjørdu í gjár, at eitt fólk afturat er deytt av tí lívshættisliga slagnum av fuglakrími, H5N1. Maðurin doyði í síðstu viku, men ikki fyrr enn í gjár kundu royndir á einari rannsóknarstovu í Hongkong staðfesta, at hann var deyður av H5N1, skrivar Reuter. Sambært indonesiska heilsumálaráðharranum hevur fugla­ krímið nú kravt níggju mannalív har. Við hesum seinasta tilburðinum eru 71 fólk deyð av fuglakrími í Asia, og av teimum eru 40 deyð í Vietnam. Fyrr­verandi serbiski forsetin hevur søkt um at sleppa til Moskva at halda jól. Rættarmál Árni Joensen fartekst@mail.dk Um nakrar dagar fara dóm­ ararnir í krígs­brots­manna­ dóm­stólinum fyri gamla Jugoslavia í jólafrí, og Slo­ bodan Milosevic heldur, at tað er ikki neyðugt hjá sær at sita í varðhaldinum í Haag, meðan dómararnir eru við hús. Tí hevur hann søkt dómstólin um at fáa jólafrí eins og dómararnir. Milosevic hevur leingi havt trupulleikar við hjart­ an­um, og hann ætlar sær at brúka jólafrítíðina til at leita sær hjálp hjá russiskum serlæknum, sigur hann. Teir hava kannað hann fyrr og sigast vera sera dugnaligir, og tí hevur fyrrverandi for­setin søkt um at loyvi at sleppa at halda jólafrí í Moskva. Enn hava dómararnir ikki svarað umsóknini frá Milosevic, sum er ákærdur fyri krígsbrotsverk undir borg­arakrígnum í gamla Jugoslavia. Gjáramorgunin fekk tann 51 ára gamli amerikanarin Stanley Williams eina eiturinnspræning í San Quentin- fongslinum í Kalifornia Avrætting Árni Joensen: fartekst@mail.dk Klokkan var ein minutt yvir átta okkara tíð, tá bøðilin trýsti sproytuna inn um húðina á Stanley Williams, og 22 min­ uttir seinni varð kunngjørt, at hann var deyður. Stanley Williams ella Tookie, sum hann vanliga varð róptur, var ein av teimum ringastu brotsmonnunum í Kalifornia í sjeytiárunum. Endin varð, at hann bleiv tikin í 1981 og ákærdur fyri at hava beint fyri fýra fólkum tvey ár frammanundan. Hann noktaði seg sekan, men nevningarnir vóru kortini samdir um, at hann var sek­ ur, og sum í so mongum øðr­ um slíkum málum í USA var revsingin deyðadómur. Dómurin fekk Tookie at leggja á annan bógv. Hann setti seg at skriva, og hesi árini hevur hann skrivað fleiri barnabøkur, har hann mælir børnum og ungum til at halda seg langt burtur frá rúsevnum og harðskapi. Tað sama gjørdi hann í fleiri samrøðum. Hetta vakti sum vera man ans, og Stanley Williams gjørdist ein av teimum best kendu fangunum í USA. Fleiri av stuðlum hansara teljast eisini ímillum tey kendu, tí teirra millum eru menn sum suðurafrikanski erkabiskuppurin Desmund Tutu og filmsleikarin Jamie Fox, sum hevði leiklutin sum Tookie í filminum „Re­demption“. At hann eisini hevði aðrar stuðlar sást uttan fyri San Quentin- fongslið gjáramorgunin, har hundraðtals fólk vóru komin saman at mótmæla avrættingini. Men einki hjálpti, tí kvøldið fyri hevði guv­ern­ ørurin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, kunngjørt, at hann var ikki sinnaður at veita Stanley Williams grið. Tað sama segði hægsti­rættur. -Eg havi onga orsøk til at ivast í avgerðini hjá nevningunum ella sjálvum deyðadóminum, segði Schwarzenegger í kunngerð síni. Milo­sevic vil hava jólafrí Sjáldsamur brotsmaður avrættaður Milosevic heldur, at hann kann fáa jólafrí eins og dómararnir í Haag Stanley Williams var dømdur fyri fýra morð, men hann noktaði seg sekan