týsdagur 13. desember 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 13. desember 2005
23
Nr. 239 • týsdagur • 13. desember 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
Um góða viku fara
ÍSF og Kringvarpið
aftur at fundast
um rættindini at
varpa frá føroyskum
ítróttarhendingum.
Sum skilst, so eru
eingi serlig framstig
hend enn, men
samráðingarleiðarin
hjá ÍSF, John Kjær, er
positivt innstillaður
Ítróttarættindi
Jákup Mørk
Tað eru nú tríggir mánaðir
síðani, at sáttmálatrætan mill
um Kringvarpið og ÍSF av
álvara kom fram í ljósmála.
Ein træta, sum fyrst og fremst
snýr seg um, at Kringvarpið
hevur noktað fyri at nýta
tey lýsaranøvn, sum ávísar
ítróttagreinar hava knýtt
at sínum kappingum. Eitt
nú soleiðis sum Hond- og
Fótbóltssambandið hava
gjørt.
Og tað hevur serstakliga
verið Fótbóltssambandið,
sum hevur sett seg upp
ímóti avgerðini hjá Kring
varpinum. Ella kanska rætt
ari, redaktiónunum á Út- og
Sjónvarpinum. Snøgt sagt, so
hevur FSF noktað at ganga
undir eina kollektiva avtalu,
har einkarættur at varpa
verður latin Kringvarpinum.
Og har Kringvarpið fram
haldandi heldur fast um
sama politikkin við ikki at
nevna lýsaranøvn sum t.d.
Formula-deildin.
Hinvegin hava vit skilt,
at Hondbóltssambandið
hevur latið ÍSF fulltrú at
samráðast, uttan at treyta
sær, at sponsor-nøvnini
verða nevnd.
Onga viðmerking
Tað eru nú nakrar vikur,
síðani seinasta fundurin var
í málinum, men hetta merkir
ikki, at samráðingarnar eru
steðgaðar upp.
- Tað er komið nakað í
drag, tí fólk upp á skift hava
verið burturstødd. Men nú
eru vit øll at kalla samlað
aftur, og stutt undan jólum
verður so næsti fundurin,
sigur John Kjær, sum vegna
ÍSF er samráðingarleiðari.
John er púra kúrrur, tá
spurt verður um, hvørt nakað
glið yvir høvur er komið á
samráðingarnar.
- Vit hava avtalað, at
so leingi sum samráðst
verður, so hava vit ongar
viðmerkingar, er einasta
svarið, sum verður givið
um hetta.
Men sum vit á blaðnum
hava skilt, so er støðan hjá
pørtunum báðum ikki vikað
stórvegis. Og eitt nú hava
feløgini innan FSF lagt upp
til, at talan verður um ein
sáttmála, har Kringvarpið
ikki fær einkarrætt, og har
treytað verður, at sponsor-
nøvn verða nýtt.
Samstundis hevur Kring
varpið staðfest, at avgerðirnar
hjá redaktiónunum enn
standa við makt.
Spurdur um hetta ikki í
veruleikanum merkir, at tað
er ógvuliga lítið at samráðast
um, hevur John Kjær fram
vegis somu støðu.
- Vit gera ikki við
merkingar.
Men hava tit nakað at
samráðast um?
- Tað er væl tí, at vit enn
sita við borðið. Og tað í
sjálvum sær er væl saktans
positivt, sigur hann.
Sáttmálin, sum ÍSF hevur
við Kringvarpið, gongur
út á nýggjárinum. Avtalað
er tó millum partarnar, at
so leingi sum gongd er á
samráðingunum, stendur
gamli sáttmálin við.
Pele sær Ongland sum
størstu hóttanina
- Antin Ongland, Italia ella Brasilia koma heilt til finaluna,
men um eg skal útnevna ein vinnara longu nú, so verður
tað Brasilia, sigur Pele, eftir at lutakastið til bólkaspælið
var avgreitt fríggjadagin.
Pele sjálvur vann HM-heitið tríggjar ferðir - í 1958,
1962 og 1970. Og hann ivast ikki í, hvør eigur heimsins
besta lið í løtuni.
- Brasilia er besta liðið í hesi stund, tí teir eru tað einasta
liðið, ið hevur tveir góðar leikarar til hvørt einasta pláss á
vøllinum. Einasti trupulleikin hjá venjaranum er at velja,
hvør skal byrja inni, slær Pele fast.
Hann metir tó, at Ongland og Italia eru vandamiklastu
hóttanirnar hjá Brasilia.
- Ongland hevur heilt avgjørt ein góðan møguleika at
koma í finaluna. Eg havi sæð so at siga hvønn einasta
dyst hjá teimum seinastu tvey árinni, og teir hava tikið
seg nógv fram, heldur Pele, sum tó eisini gevur Italia ein
góðan møguleika at gera seg galdandi, um mett verður
út frá tveimum teimum seinastu árunum.
Eingin ivi er um, at Brasilia hevur ein heilt ótrúligan
hóp av leikarum í løtuni. Serliga tær offensivu kreftirnar
eru øgiligar. Við Ronaldo, Kaka, Adriano og Robinho
verður torført at halda álopsspælinum í teymum.
-SíS
Tottenham nærkast
oddinum
Við sigri á Portsmouth hevur Tottenham nú otað seg upp
á fjórða plássið
Dysturin millum Tottenham og Portsmouth mánakvøldið
endaði við 3-1 sigri til Spurs. Tað var tó Portsmouth, ið
legði seg á odda við máli frá Lomano Tresor Lua Lua, og
Portsmouth var eisini frammanfyri í steðginum.
Eftir steðgin var tað tó Tottenham, ið setti seg á dystin,
og liðformaðurin Ledley King javnaði fyri heimaliðið, tá
ið ein tími varð farin.
Tottenham fekk ikki sigursmálið fyrr enn fimm minuttir
fyri leiklok, og tað var egyptarin Mido, ið skoraði frá
brotssparksblettinum. Løtu seinni sló Jermain Defoe
sigurin fastan við máli til 3-1.
Tottenham hevur havt eitt gott kappingarár, og teir liggja
nú á fjórða plássinum bara eitt stig aftanfyri Liverpool
og Manchester United.
-SíS
Komandi vikurnar
avgerandi hjá Raul
Komandi vikurnar fara at staðfesta, hvussu álvarsligur
skaðin hjá Real Madrid spælaranum er
Læknarnir hjá Real Madrid hava hugt nærri at knænum
hjá áleyparanum, og vónin er, at teir ikki verða noyddir
at leggja Raul undir skurð fyri skaðan, sum hann fekk
fyri trimum vikum síðani.
- Alt gongur væl í løtuni, men næstu vikurnar verða
avgerandi. Hvat og hvussu ber illa til at siga, fyrr enn eg
fari av høkjunum í næstum.
Spania er í HM-kappingina í bólki H saman við Tunis,
Ukraina og Saudi Arabia.
-mørk
Enn er gongd á
samráðingunum
Samráðingarleiðarin hjá ÍSF vil ikki siga tað allar minsta um samráðingargongdina. Ikki annað
enn, at hann heldur tað vera positivt, at partarnir enn sita við borðið