týsdagur 13. desember 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 239 - 13. desember 2005
Grundskeið í lóg
Í vár skipar Søgu- og Samfelagsdeildin á Fróð-
skaparsetri Føroya fyri undirvísing í grundskeiði í
lóg. Grundskeiðið er 15 ECTS, ið svarar til ¼ ársverk.
Skeiðið fevnir um ein almennan part, ið verður
settur saman av pørtum sum: at finna lóg, at skipa
lóg, at smíða lóg, at tulka lóg og einum serligum
parti settur saman av brotum úr galdandi stjórnar-
og fyrisitingarlógum, serliga stýrisskipanarlógini,
heimastýrisskipanini, ríkisgrundlógini, fyrisitingar-
lógini og innlitarlógini.
Skeiðið er ætlað lesandi á setrinum, fólki við
aðrari hægri útbúgving enn í løgfrøði, fólki
við fyrisitingarligum royndum, ið hava tørv á
eftirútbúgving, men onnur kunnu eisini, um
pláss verður, skriva seg inn. Fyritreytin er tá ein
miðnámsútbúgving ella samsvarandi.
Undirvíst verður tvær ferðir tveir tímar um vikuna,
týskvøld og hóskvøld, kl. 16.15 -18.00, í Ovastovu,
Nóatún.
Undirvísingin byrjar hósdagin 2. februar 2006 og
endar við skrivligari próvtøka hósdagin 1. juni
2006.
Lærarar verða løgfrøðingarnir Kári á Rógvi, Heðin D.
Poulsen, Jógvan Elias Winther Poulsen og Johnhard
Klettheyggj.
Kostnaður fyri skeiðið er kr. 6.000, íroknað skeiðstilfar.
Harafturat kemur próvtøkugjald kr. 1.000.
Umsóknarbløð fáast við at venda sær til Søgu- og
Samfelagsdeildina, J.C.Svabosgøta 7, 100 Tórshavn,
tlf. 352580. Víst verður eisini til heimasíðuna:
www.setur.fo
Umsóknarfreistin er sett til mánadagin
16. januar 2006.
Byggilendi
undir Gráasteini/
Millum Horna
Um hóskandi boð fæst verður kommunala ognin
Byggiøkið við Undir Gráasteini/Millum Horna lýst til
sølu.
Ognin er matr. nr. 1119 Tórshavn og er uml. 10.835
m2 til støddar, av hesum liggja uml. 5.100 m2 í
A2 økisparti - høg bústaðarbygging og restin í A1
økisparti - stakhús.
Sølan er treytað av, at nóg høgt boð fæst og at bygt
verður á økinum innan 2 ár frá søludegnum.
Boðini skulu verða skrivlig.
Upplýsingar um nærri treytir fyri søluna annars/
ognina fæst við at venda sær til:
Advokatgarðin
v/ Julionnu Klett
Bringsnagøta 15 · Tórshavn
Tlf. 311744 · avgreiðslutíð: má.-fr. 10-16
Eysturoyar Røktar-
og Ellisheim
620 Runavík
Søkir avloysara fyri
Ergoterapeut
0,7 tíð - at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri
avtalu.
Starvstíðin er til 21. august 2006.
Løn- og setanartreytir: sambært galdandi sáttmála.
Nærri starvinum viðvíkjandi fæst at vita frá fyri-
støðumanninum á tlf. 448185 ella 448201 lokal 26.
Umsókn, saman við avriti av prógvi v.m. skal vera
komið á heimið innan 28. desember 2005 kl. 12.00.
Vestmanna
Skúli
Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv til
heimaundirvísing við næmingi í 9. flokki.
Undirvísingartímatalið um vikuna er 10 tímar,
galdandi frá 2. januar 2006 og 20 vikur fram.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til skúla-
leiðaran, tlf. 470100 ella 424449, ella frá Jógvani í
Dávastovu, formanni í skúlastýrinum, tlf. 424566.
Umsóknir skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta
lagi 28. desember 2005.
Vestmanna Skúlastýri
v/ Jógvan í Dávastovu
350 Vestmanna
Uppstilling til
formansval
í Starvsmannafelagnum
Sambært § 12, stk. 3 í lógum felagsins verður
boðað til uppstilling til formansval í Starvsmanna-
felagnum.
Fastur formaður skal veljast á aðalfundi felagsins í
mars 2006. Uppstillingin skal verða liðug innan 15.
januar 2006.
Uppstillað verður á tann hátt, at boðað verður
skrivstovu felagsins skrivliga frá, at limur sjálvur
ynskir at stilla upp, ella at limur ella limir ynskja
at stilla annan lim upp. Stillar limur ella stilla limir
annan lim upp enn seg sjálvan, skal samtykki
valevnisins fylgja við uppstillingarfráboðanini.
Tann skrivliga frásøgnin um uppstilling skal verða
skrivstovu felagsins í hendi ikki seinni enn 15.
januar 2006. Í frásøgnini skal verða tilskilað navn og
bústaður hjá valevninum, og hvar valevni arbeiðir.
Formansstarvið er lønt, og bert tann, sum tekur
starvið upp sum fulltíðarstarv burturav, kann verða
valdur. Sambært sáttmálan hevur tann, sum verður
vald/ur til formann í felagnum rætt til at fáa farloyvi
frá arbeiðsplássinum alla formanstíðina, soleiðis at
stovnurin hevur skyldu til at hava starv til hana/
hansara, tá formanstíðin er úti.
Aðalfundurin velur formannin beinleiðis við
vanligum meiriluta.
Limir verða, í seinasta lagi tá aðalfundurin verður
lýstur, kunnaðir um, hvørji formansvalevni verða at
velja ímillum á aðalfundinum.
Víst verður annars sum heild til § 12 í felagslógini.
Fráboðanir um uppstilling verða at senda til
Starvsmannafelagið
J.H. Schrøtersgøta
Postboks 165
110 Tórshavn
Kunngerð
Almennu býráðsfundirnir hjá Vágs býráð í 2006,
verða hesar dagar:
Týsdagin 10. januar
Týsdagin 7. februar
Týsdagin 14. mars
Týsdagin 25. apríl
Týsdagin 23. mai
Týsdagin 20. juni
Týsdagin 12. september Týsdagin 10. oktober
Týsdagin 14. november
Týsdagin 12. desember
Fundirnir eru settir at verða kl. 17.30 um ikki annað
verður fráboðað.
Vágur, tann 7. desember 2005
Vágs býráð
S i l
i
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Sk ái