Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-13, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2005síða 36

‹ fyrra síða allar 36 síður

Tekstur á síðuni

36 Nr. 239 - 13. desember 2005 8 spurningar um jól Høgni Hoydal Hvat er tað besta við jólum? - At vit sum samfelag hava gjørt av at seta av hesar dag­ arnar um árið til burturav at kunna lata kærleika, gleði og menniskjalig sambond við familju og kenningar, hava fyrsta rætt. At vit kunnu seta børnini í miðdepilin og sjálvi seta okkum aftur í barnsins hugaheim. At vit kunnu gera upp hvørji verulig virði, vit seta hægst og kunnu endur­ skoða tað, sum er farið, og gera okkum góðar vónir til komandi ár. Hvat er tað keðiligasta við jólum? - At eg sjáldan klári at liva upp til míni ideal og mínar ætl­anir á jólum. At vit ofta lata tey peningaligu sambondini og tey materiellu virðini taka so nógv yvir, at vit brúka kanska 10 ferðirnar so nógva tíð og orku til at fyrireika alt tað materiella og skrúva vænt­ aninar upp í topp. Og at tey, sum ikki eru við á tí ”perfekta” vogninum kunnu kenna seg rættiliga einsom og tunglynd á jólum. Hvussu helt tú jól sum barn? - Altíð hjá ommu og abba. Saman við foreldrum, systr­ um, systkinabørnum og teirra familju. Fyrst uppi á Hálsi í Havn og síðani í Hoyvík, tá omma og abbi fluttu niðan. Tað eru luktir, smakkir, hugni og minnir, ið eg ongantíð gloymi. Hvussu heldur tú jól í ár? - Saman við konu, børnum og so stórum parti av familjuni og verfamiljuni sum gjørligt. Tíbetur koma bæði mamma mín og pápi mín heim á jólum úr ávíkavist Danmark og Bretlandi. Ein systur hjá mær, sum býr uttanlands kemur tí­verri ikki heim. Hvat heldur tú um jóla­ resið í desember? - Kann gerast alt ov mikið - serliga hjá kvinnunum, tí javn­ støða er sum lundi á jóla­nátt, tá tað kemur til jóla­fyri­reik­ing­ arnar. Annars hevur verfaðirin hjá mær úr Íslandi ein fínan sið við at gera tollaksmessudag til ein dag, har bara skal gangast í býnum og uppliva alt stásið og stákið. Hevur tú nakrantíð hildið jól uttanlands? - Ja, eg havi hildið jól í Danmark, tá eg las. Tíbetur átti eg eina ommu og ein mammubeiggja í Danmark, so tað var deiligt at vera saman við teimum. Okkum longdist tó serliga illa heim tey jólini. Keypir tú sjálv/ur tínar jólagávur? - Bert nakrar fáar. Til konuna, børnini og okkurt afturat. Ann­ ars leggur Hildur alt hetta til rættis, og hon ger eisini sjálv eina rúgvu av jólagávum. Hvat ynskir tú tær í jólagávu? - Fyrst og fremst, at jólini og nýggjárið fara at bera mest møguliga gleði við sær og ikki nakra sorg. ...alt ber til Bosch PSR300Li Skrúvumaskina 7,2 volt 798,00 Óxäʓ , , // CÌÌ>ÀˆÊLÖÃÌ>s>À?˜ +OMINNTILOKKARAELLARINGOGHOYRUMTÓNARM’GULEIKAR PETURPETURs -ÛiÀÀˆÊœ…ÀÊ `ۈ˜Ãܘ]ʎ՘`>À?s}iۈ