týsdagur 13. desember 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 239 - 13. desember 2005
35
Fótbóltssambandið er nú
komið upp í skjótt vaksandi
skarðan av heimasíðan, sum
skipa fyri jólakapingum.
Kappingin hjá FSF gongur
fyri seg á heimasíðuni,
www.football.fo, og er talan
um eina spurnarkapping,
har tríggir spurningar skulu
svarast. Spurningarnir eru
at síggja á heimasíðuni
hjá FSF, og skulu svarini til
hesar sendast í telduposti til
spurnarkapping@football.
fo. Seinasta freist at svara er
fríggjadagin á miðdegi.
Og er talan um ein fót
bóltshugaðan vinnara, so er
einki at ivast í, at vinning
arnir koma væl við. Talan
er um tvey atgongumerki til
hvønn av heimadystunum
hjá føroyska fótbóltslandslið
num í komandi EM-undan
kappingini. Enn er tó ikki
greitt, hvørji mótstøðuliðini
tá verða, men er hepnið við
okkum, soleiðis sum tað
hevur verið tær báðar sein
astu ferðirnar, so er lítið at
ivast í, at talan verður um
nakrar áhugaverdar dystir.
Og hinvegin, so fer ein rættur
fjeppari jú til hvønn dyst -
líkamikið hvat mótstøðulið
talan er um.
Tvey atgongumerki til
hvønn heimadyst í komandi
EM-undankappingini hjá
fótbóltslandsliðnum eru at vinna í
hesum døgum
Jólakapping hjá fótbóltinum
Frímerkjadeildin . www.stamps.fo . filateli@postur.fo
5 jólakort: 20,- kr
Jólamerki: 30,- kr
Telefon: 317620 • Telefax: 317699 • Heimasíða: www.tt.fo
Kontantprísur: kr. 575,-
Fellowes Makuleringsmaskina
Vælegnað til smáar fyritøkur ella heimi,
brúkaravinarligt og hevur góða trygd.