týsdagur 13. desember 2005síða 34
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 239 - 13. desember 2005
Eins og undanfarin
ár verður skipað
fyri jólahugna í úti
savninum í Hoyvík.
Tiltakið verður í
døgunum 17. og 18.
desember, og er
opið millum klokkan
14 og 18 báðar
dagarnar
jólahugni
tíðindaskriv
Vit vitja inn á gólvið í Hoyvíks
garði, sum í hesum døgum
er stákaður upp til jóla. Her
rýkur so væl av nýbakaðum,
av føroyskum mati og fremm
andum kryddaríum.
Leygardagin
kl.
16.30
syngur og spælir Kári Sverri
son nýggj og eldri løg, skjald
ur og vísu- og kvæðaløg í
stovuni í Hoyvíksgarði.
Í túninum selur Kiwanis
jólatrø, meðan teymaríðing
við føroyskum rossum fer
fram á vegnum oman móti
lendingini. Tey mongu úthús
ini eru eisini eitt sindur
skrýdd til jóla. Tú kanst vitja
inn í fjósið og royna at mala
korn á kvørnini, ella royna
at gera tíni egnu jólaljós,
stoyta ljós, ella ganga niðan
í hoyggjhúsið við gomlum
landbúnaðaramboðum og
øðrum.
Ein roykurin av torvi er
um geilar og tún, og torv
húsið er latið upp, tí torv
var okkara størsta orkukeld
an fyrr. Í smiðjuni smíðar
jarnsmiðurin, og træsmið
urin situr og teljgir rívu
tindar.
Fyri børnini eru uppgáv
ur gjørdar til eina gransk
ingarferð kring útisavnið.
Aftan á tiltakið verður drigið
millum innlatnu svarleparnar,
so 2 børn fáa onkran lítlan
jólavinning sendandi.
Í turkihúsinum kanst tú
koma inn og fáa ein fløva,
og har verður kaffi, te og
saft við onkrum góðum aft
urvið tilsølu. Jólasøla við
heimagjørdum
gávu-
og
prýðislutum verður eisini í
turkihúsinum.
Hann sigur frá kulda og
kanska kava um vikuskiftið,
so børn kunnu kanska hava
sleður við, tí gott er at
skreiða í Kýrdali.
Heima á Garði, ella sum
mong ung nú siga niðri í
gomlu Hoyvík, og útisavnið í
Hoyvík er ein sjáldsom perla
í mentanararvi okkara. Alt
lendið undir landsvegnum
er av sonnum ein náttúru-
og mentanarligur dýrgripur,
- so nær stórbýnum og tó
so langt burturi frá øllum
gangi, resi og hurran.
Føroya
Fornminnissavn
bjóðar øllum at vera væl
komin at nýta friðin og søg
una í útisavninum í Hoyvík.
Aftur í ár verður skipað fyri
jólahugna á Hoyvíksgarði
Jólahugni heima á Garði í Hoyvík