Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-13, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. desember 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Jólini í Hvannadali Partur 9 Erling og Jógv­ an eru á veg til hús, men beint áðr­enn teir skilj­ ast, steðgar Er­ ling á. - Tú mást or­saka at eg kom at missa ham­aran í høvdið á tær. Tað var ikki við vilja! - Hvat skal eg siga Erling? Eg havi rættuliga ilt í høvdinum, men av tí at tað er jólaaftan í morg­in, so eri eg til reiðar at gloyma alt um hasa hend­ing­ ina. - Tað var dei­ ligt Jógvan - so sigi eg bara góða nátt. - Góða nátt Erling, vit síggj­ ast í morgin. Erling er so glað­ur fyri, at Jógv­an hev­ur fyri­givið hon­ um, at hann fer hopp­andi eftir vegnum til hús. Meðan fólkini í Hvannadali fara til song­ar, fer tað aftur at kava. Flykrurnar dala niður yvir bygdina, og øll fótafet sum fyri lítlari løtu síðani vóru um alla bygdina hvørva so við og við. Flykrurnar dala eisini á tað stóra jólatræið, og tað gongur ikki long tíð, so eru allar greinarnar hvítar. Millum allar flykrurnar sum dala frá himli, lúrir mánin. Onkuntíð er so tjúkt av flykr­ um fyri, at hann ikki sást, men lítla løtu seinni er hann bæði stórur og blankur. So við og við slókna ljósini í øll­ um gluggunum í bygdini og tá ein løta er farin, sova øll fólkini í Hvannadali.... ....segði eg øll? Tað er ikki rætt, tí út úr skúrinum, har Leikamafian heldur til, koma tveir stórir bandittar. Tað eru Stampi og Anthonio. Í nátt fara teir á ránsmannaveiðu. Teir sníkja seg varisliga om­an móti bygd­ini og fara inn í eitt hús fyri og ann­að eftir. Onkuntíð fara teir gjøg­num úthurðina, sum fólk við vilja ikki hava last, meðan aðra­ staðni hava fólkini latið eitt vindeyga staðið á glopp. Ístaðin fyri at leggja gávur undir jólatrøini, so taka teir allar gávurnar. Stampi og Anthonio hugna sær óført. At stjala leikur og gávur frá børnum er tað besta, teimum dámar. Soleiðis halda á teir á fram, hús fyri hús, og áðrenn tað aftur fer at lýsa, so hava teir stolið hvørja tí einastu gávu í bygdini. Í tí teir skulu fara niðan frá bygdini, steðgar Stampi á. - Nú kemur tað besta, sigur hann. Nú taka vit og leggja eina gávu í kav­ an her, eina her og eina har. Ja heilt niðan til húsini hjá Trølla Ommuni. Tá løg­ reglan í morg­ in fer at kanna, hvør tað er sum hev­ur stol­ið pakk­­ar­nar, so ganga teir bara eft­ir gáv­unum, sum føra beint til hús­ini hjá Trølla Ommuni. - So fær Trølla Omman skyld­ ina, ha ha ha ha ha ha. Puntur 13 til jólakalendaran