Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-14, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 14. desember 2005 Sosialurin Thi kendes for ret: Team85 flutt í nýggj holi Eftir at hava húsast uttan fyri markið, har krákurnar venda, noyðast vit at ásanna, at menniskjan er ein sosial vera. Alt hetta fiksað við e-posti, LAN og breiðbandi er fupp. Vit noyðast at nolgast hvor uppi í öðrum. Vera saman við fólki. Hyggja og síggjast. Rokja synapsirnar so at siga. Í nærum eitt heilt ár hava vit hildið til í Mykinesgotu, og okkum longdist forferdiliga illa inn um ringvegin aftur. ú eru vit flutt í J. H. Schrotersgotu 11, har eisini Føroya Rættur hevur búleikast. Hós- andi vildi onkur sagt, so vit siga tað bara eisini sjálvi. Herligt. Vit hava málað og sovorðið; diggast eitt sindur og nú eru vit endiliga komin upp á pláss. Tað kennist, sum eru vit aftur komin inn undir húðina á einari livandi veru — býnum. Húsini eru snotilig og parkerings- viðurskiftini eru góð. Tað hevði glett okkum, um viðskiftafólk og vinir havdu givið sær stundir til at komið inn á gólvið fríggjadagin 16. desember millum kl. 15.00 og 17.00, tá vit fegin vilja vísa nýggju hølini fram. Árið 2005 hevur verið hendingaríkt fyri Team85. Vit fylla 20 ár, og eisini eru nýggir eigarar komnir í felagið. Haraftrat hava vit styrkt um pallin, vit standa á, við at keypa Dekostovuna, sum í gjøgnum fleiri ár hevur havt ein týðandi leiklut í básbygging, pall- bygging og skelting. Sum ein munandi styrkt eind fara vit inn í eitt nýtt og spennandi ár, har vit fara at leggja okkum eftir at veita enn betri tænastur í Føroyum eins væl og uttanlands. Vælkomin í ). H. Schrotersgotu 11 TEAMö85