mikudagur 14. desember 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 240 - 14. desember 2005
Aftur í ár skipar Kon
sertfelagið saman við
Havnar Kirkju fyri
fyrrapartskonsert
upp undir jól í Dóm
kirkjuni. Konsertin
verður komandi
leygardag kl 11:30
MATINÉ
Luttakararnir á konsertini
verða í stóran mun tey somu
sum í fjør. Konsertin byrjar
við, at Oddvør Johansen
spælir eitt orgulstykki sum
præludium.
Afturvendandi er Tórs
havnar Manskór, stjórnað
av Bjarna Restorff, sum fer
at syngja sangir sum passa
til jólini. Berghild Poulsen
verður solistur í Ave Maria
eftir Sigv. S. Kaldalóns.
Klaverfylgispælið hevur
Árni Hansen. Eisini verða
Peter Niclasen og Fróði
Sandoy solistar saman við
kórinum.
Eins og í fjør spælir aftur
ár Ungdómsstrúkiorkestrið
hjá Tórshavnar Musikkskúla.
Vit hoyra tey oftari og oftari
spæla á konsertum, og má
ásannast, at tað er ein fragd
at hoyra hesi ungu spæla.
Orkestrið spælir tríggjar
satsir úr vælkenda Water
Music eftir G. F. Händel
og Sinfonia eftir Will iam
Boyce.
Sum nakað nýtt fer blási
kvintettin KINKVI at luttaka
á konsertini. Tey sum spæla
eru: Kári Bæk, obo, Andrea
Heindriksdóttir, tvørfloyta,
Peder Riis-Jensen, klarinett,
Kjell Orseth, horn og Christ
ina Andersen, fagott. Tey
fara at spæla Nöel, sum er
í fýra satsum, eftir franska
tónaskaldinum
Louis-
Claude d’Aquin.
Eisini spæla tey sálmin
»Mítt hjarta tilhald hevur«
eftir Carl Nielsen.
Konsertin endar við, at øll
syngja Gleðilig Jól.
Jólamatiné í
Havnar Kirkju
Sum nakað nýtt fer
blásikvintettin KINKVI at
taka lut á jólamatiné’ini
leygardagin
Ungdómsstrúkiorkestrið hjá Tórshavnar Musikkskúla verður aftur í ár við á jólamatiné’ini í
Havnar kirkju leygardagin