mikudagur 14. desember 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 240 - 14. desember 2005
Skipara- og Naviga
tørfelagið hevur
stevnt landsstýrinum
í sambandi við
handfaringina av
óhappinum, tá ið
Norrøna fór á land
Norrøna óhappið
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað eru nú skjótt tvey ár
síðani, at Norrøna fór á land
í havnalagnum í Tórshavnar
Havn tann 15. januar í fjør.
Men hóast drúgvar frá
greiðingar eru skrivaðar, er
málið ikki liðugt enn.
Og nú verður tað rætturin,
sum sleppur at siga sína
hugsan um málið.
Skipara- og Navigatørfe
lagið hevur nevniliga stevnt
Fiskimálaráðnum og tað
verður gjørt í eini roynd at
fáa málið tikið uppaftur.
Tvær mótstríðandi
kanningar
Annars gjørdi Skipaeftir
litið eina drúgva kanning í
sambandi við óhappið og
hóast sagt verður, at høv
uðsatvoldin til óhappið var
tann nógvi vindurin, sigur
Skipaeftirlitið, at skipan tók
nógvar skeivar avgerðir.
Hetta førdi við sær, at skip
arin fór úr starvi.
Men skiparin vildi ikki
góðtaka niðurstøðurnar í
frágreiðingini hjá Skipa
eftirlitinum og síðani hevur
felag hansara, Skipara- og
Navigatørfelagið, arbeitt víð
ari við málinum.
Í hesum sambandi fekk
Skipara- og Navigatørfelagið
Ørv Thomassen at gera eina
meting av kanningini hjá
Skipaeftirlitinum.
Ørvur Thomassen hevur
drúgvar royndir sum skipari
á skipum, sum líkjast
Norrønu, og tí bað Skipara-
og Navigatørfelagið hann
kanna niðurstøðurnar í frá
greiðingini hjá Skipaeftir
litinum.
Og tað er ikki ov nógv
gjørt av at siga, at hann sápl
aði frágreiðingina hjá Skipa
eftirlitinum niður.
Hann metti nevniliga, at
niðurstøðurnar í frágreið
ingini hjá Skipaeftirlitinum
kunnu ikki brúkast, tí tær
byggja á skeivleikar, gitingar,
misvísandi upplýsingar og
vantandi dugnaskap við at
skaffa sær neyðugar upplýs
ingar umborð á Norrønu.
Hann metti tískil ikki,
at kanningin hjá skipaeftir
litinum kundi verða tikin
fyri fult.
Hann metti somuleiðis,
at soleiðis, sum skiparin á
Norrønu hevði borið seg at,
var tað rætta í eini slíkari
støðu og hann helt tí ikki, at
skiparin kundi fáa skyldina
fyri óhappið.
Niðurstøðan hjá Ørvi
Thomassen førdi til, at Skip
ara- og navigatørfelagið
kærdi til Fiskimálaráðið og
kravdi, at niðurstøðurnar
í frágreiðingini hjá Skipa
eftirlitinum vórðu tiknar
aftur.
Men tað vórðu tær ikki og
Fiskimálaráðið vildu ikki
gera meiri við málið.
Krevja óhefta kanning
Men fyri tað er málið ikki
slept og Skipara- og Navi
gatørfelagið hevur nú reist
tað av nýggjum.
Tað hevur felagið gjørt í
eini stevning so at málið nú
kann roynast í rættinum.
Ellintur Abrahamsen,
formaður í Skipara-og
Navigatørfelagnum, sigur,
at í stevningini verður
kravt, at ein óheft kanning
verður gjørd, har kanningin
hjá Ørvi Thomassen verður
sett upp ímóti kanningini hjá
Skipaeftirlitinum.
– Tað, sum hendi í hesum
máli, var, at kanningin hjá
Ørvi Thomassen varð sópað
av borðinum uttan nakrar
grundgevingar, sigur Ellintur
Abrahamsen.
Og hann leggur afturat, at
Skipara- og Navigatørfelagið
góðtekur ikki, at kanningin
hjá Ørvi Thomassen verður
skúgvað til viks, uttan
grundgeva fyri, hvat er
skeivt í hansara kanning
og tí heldur hann, at tað er
neyðugt, at kanningin hjá
Ørvi Thomassen verður sett
upp ímóti kanningini hjá
Skipaeftirlitinum.
Tí er Fiskimálaráðið tískil
stevnt við kravi um, at ein
óheft kanning verður gjørd,
har báðar kanningarnar
verða settar upp ímóti hvørj
um øðrum.
Norrøna óhappið: Stevna
landsstýrinum
Skipara- og Navigatørfelagið hevur nú stevnt landsstýrinum við kravi um, at óhappið, tá ið Norrøna fór á land í Havn í januar í fjør, verður kannað av nýggjum