mikudagur 14. desember 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 240 - 14. desember 2005
Væl av fólki vóru
samankomin í
Miðlahúsinum
í gjárkvøldið, tá
Lovsongsbólkurin
í Filadelfia hevði
útgávukonsert. Sung
in vórðu løg av nýggju
fløgu teirra ”Nær hjá
tær”.
Fløga
Snorri Brend
Fløgan hevur longu verið
at hoyrt í teimum trimum
útvarpsrásunum,
men
hetta var so fyrsta ferðin at
almenningurin hevði høvið
at hoyra hesi ungu fólkini
syngja live.
Tað sum gjørdi hesa fram
førsluna so livandi var, at
fleiri teirra sungu sangir, sum
tey sjálvi høvdu skrivað.
Íalt spældu tey 10 løg,
sum vóru rættiliga ymisk í
stíli, men í innihaldi vóru
tey kortini eins: Øll ynsktu
at peika á Hann, sum hevur
skapt okkum øll og sum tí
ynskir at vera nær hjá okk
um.
Fløgan, sum kom út í
farnu viku, fæst til keyps um
alt landið. Og sum skilst er
hon væl dámd av fólki.
Persónlig tøkk
Á útgávukonsertini vóru
fýra tónleikarar og fleiri
sangarar, sum uppá skift
framførdu hesi 10 løgini.
Ein teirra var 23 ára gamla
Mia Jacobsen úr Havn, sum
hevur skrivað sangin, hon
kallar ”Tú skapti meg”.
Hesin sangurin kom til
mín í einum tíðarskeiði, tá
eg hevði eina tunga tíð. Men
mitt í øllum hesum tunga,
kom tað til mín, hvør hevði
skapt meg, og hví Hann
gjørdi tað.
Út frá hesum kom so hes
in sangurin, sum er ein per
sónlig tøkk til mín Gud, sigur
Mia Jacobsen, sum annars
gongur á pedagogskúla í
Havn.
Nevnast kann, at beiggi
hennara, Dánjal eisini sang
fleiri sangir og kona hansara,
Gunvør eisini fleiri. Í onkrum
sangi sungu tey bæði duett.
Tað er sum nevnt Lov
sangsbólkurin í samkomuni
Filadelfia sum hevur givið
hesa fløguna út við heitinum
”Nær hjá tær”.
Sum skilst liggur enn
nógv tilfar klárt, so hvør veit
– kanska verður tað til eina
fløgu aftrat einaferð seinni.
Ein persónlig tøkk til Gud
Býráðið í Havn er
farið undir at endur
skoða Bussleiðina.
Sum skilst er ætlanin
at økja bæði um
túratalið og at lata
bussarnar koyra
longur út á kvøldið
um vikuskiftini
Bussar
Snorri Brend
Havn: - Koyr ókeypis við
Bussleiðini í Havn!
Hetta ljóðar sum ein dreym
ur hjá mongum, sum dagliga
gera nýtslu av býbussunum
í Havn. Men komandi ár
verður hetta veruliga gjørligt
– men bert í eina viku, væl
at merkja.
Komandi ár fer nevniliga
aftur at verða skipað fyri teirri
serstøku Umhvørvisvikuni,
har ruddast skal allastaðni í
kommununi fyri at gera býin
bæði reinan og fríðan.
Sum ein part av hesi vik
uni er ætlanin somuleiðis at
bjóða fólki ta tænastuna, har
borgararnir sleppa at koyra
ókeypis við bussunum hesa
vikuna.
Við hesum ynskir býráð
ið at fólk skulu læra at
gera nýtslu av Bussleiðini,
samstundis sum tey lata bilin
standa heima við hús.
Tað eru helst fleiri borgarar
í Havn sum ongatíð hava
koyrt við bussunum. Men vit
vóna, at mong fara at taka
bussin hesa serstøku vikuna
– og ikki minst aftaná!, sigur
Marin Katrina Frýdal, sum
er forkvinna í Teknisku
nevnd.
Oftari og longur
Henda ætlanin er bert ein
liður í arbeiðinum at endur
skoða Bussleiðina í fram
tíðini.
Hetta arbeiðið er farið í
gongd, og gongst sum ætlað
verða munandi broytingar
settar í verk longu eftir summ
arsteðgin komandi ár.
Eitt arbeiði er nú farið
í gongd við at finna fram
til, hvussu Bussleiðin kann
verða til enn størri nyttu
og gleði fyri borgararnar í
býnum.
Lítil ivi man vera um,
at mong fólk helst vildu
gjørt brúk av hesi tænast
uni, men fyri mong er hetta
busssambandið ikki nøkt
andi.
Orsøkirnar til hetta eru
tvinnandar:
Í fyrstu atløgu er støðan
hon, at bussarnir ikki koyra
nóg ofta í dagtímunum, tá
sum mest er av fólki, ið
kundu gjørt brúk av tænast
uni.
Í øðrum lagi verður ofta
havt á máli millum manna,
at bussarnir gevast at koyra
alt ov tíðliga um vikuskiftini.
Hetta rakar serliga tey, sum
búgva í útjaðarinum av
býnum.
Hesar kærurnar og hesa
misnøgdina hevur Marin
Katrina eisini hoyrt, og er
samgongan tí sinnað at bøta
munandi um hetta í komandi
ári – bæði við øktum túratali
og longri koyring.
Hetta er eisini í tráð við ætl
anina í samgonguskjalinum
hjá sitandi samgongu. Her
stendur m.a., at ætlanin er
at økja um busskoyringina,
samstundis sum ein vónar at
minka um ferðsluna í mið
býnum í Havn.
Á henda hátt vóna vit
at Bussleiðin kann gerast
eitt veruligt alternativ til
alla ferðsluna í býnum: At
fólk lata bilin standa heima
við hús og nýta bussarnar
ístaðin, sigur Marin Katrin
Frýdal.
Bussarnir skulu koyra longri og longur
2700 ferðandi
Hagtøl fyri Bussleiðina
vísa, at teir sjey býbussar
nir flyta í miðal 2.700 fólk
um dagin á teimum fýra
leiðunum í Tórshavn og
á Argjum.
Haraftrat verður koyrt
úr Kollafirði til Tórshavn
og aftur fimm ferðir dag
liga gerandisdagar, og
somuleiðis úr Tórshavn
til Kaldbak og aftur fimm
ferðir dagliga.
Tað eru helst mong, ið ongatíð hava koyrt við Bussleiðini. Tað skal nú broytast, ætlar býráðið
Gunnvør Jacobsen á odda fyri
Lovsangsbólkinum í Filadelfia
Eva er ófør songkvinna.
Her í stilla lagnum ”In
silence”