Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 14. desember 2005 7 Stanley leggur fyri í Miðla­ húsinum Frálíki vísusangarin Stanley Samuelsen fer í kvøld kl. 20 at spæla útgávukonsert í Miðlahúsinum í Vágs­ botni í sambandi við út­gávuna av nýggju fløg­ uni ”Sól og Regn”. Hetta er onnur fløga hjá føroyska útisetanum úr Fuglafirði. Tað er plátu­felagið Tutl, ið gevur fløguna út. Fyrra fløgan ”Um eg kundi kvøðið”, gjørdist ein sonn landaplága, serliga var tað heitislagið, ið gjørdi um seg. Við sær á konsertini í kvøld hevur Stanley somu menn, sum luttaka á fløguni: Gert Smedegaard á trummum og slagverki og Knút Henriksen á bassi. Hesir báðir eru ikki ókendir í tónleikahøpi, teir hava spælt saman við C.V. Jørgensen, Cornelis Vreeswijk o.ø.. Stanley spælir sjálvur kassagittara og syngur- Hetta er fyrsta konsertin á konsertferðini, ið fevn­ ir um konsertir í Ment­ anarhúsinum í Fuglafirði hóskvøldið kl. 20 og í Fjørukrónni í Vestmanna fríggjakvøldið kl. 20.30. - nud Go Go í Havn Prix Føroyar vinnararnir úr Go Go Blues fara hetta vikuskiftið á pallin í Havn. Fríggjakvøldið spæla teir í Manhattan. Leygarkvøldið verður útgerðin flutt nakrar metr­ar yvir og niður, tá teir spæla í Cippo. Go Go Blues borga altíð góðsku blues rokki, og hetta vikuskiftið verður einki undantak. - nud Komandi summar verða Føroyar vert­ir fyri eini sjón­ leikarstevnu, har einir 200 luttakarar verða við. – Hetta verður ein góður møguleiki at vísa fram, hvussu langt føroyskur áhugaleikur er kom­ in, og at menna okk­ ara leikarar, sigur Hilmar Joensen, næst­ formaður í NEATA Mentan Snorri Brend Sjónleikur: Føroyskur áhuga­leikur hevur í mong ár verið bæði til gaman og álvara fyri tann føroyska áskoðaran. Fleiri føroyskir leikir eru eisini framførdir í øðr­ um londum, eins og áhuga­ leikarar úr øðrum londum hava verið her og víst fram leikir úr teirra landi. Í summar verður kortini eitt serstakt høvið hjá hesum leikarum at hittast á einum og sama staði, fyri at síggja áhugaleik úr fleiri ymiskum londum. Tá skipar nevniliga norð­ ur­lendska deildin av altjóða sjónleikarfelagsskapinum fyri áhugaleik, NEATA fyri stevnu í Havn. Væntað verður, at eini 200 fólk fara at luttaka á hesi stevnuni. Hetta er fjórðu ferð, at ein slík stevna verður hildin. Og okkara ynski er, at øll londini luttaka við hvør sínum bólki, og at bæði grønlendingar og sámar eisini fara at luttaka. Á henda hátt kunnu vit øll læra nakað av hvørjum øðrum, samstundis sum okk­ ara egnu leikarar fáa eitt høvið at mennast leik­listarliga, sigur Hilmar Jo­en­sen, næstformaður í NEATA. Styrkja bondini Henda forkunnuga stevnan verður sum nevnt hildin í august mánaði komandi ár í Læraraskúlanum í Havn. Hetta verður eitt serstakt høvi hjá føroyskum áhuga­ leikarum at síggja leikarar úr fleiri øðrum londum, sum virka undir somu umstøðum sum tey. Ætlanin er nevniliga – og tað er eisini eitt av enda­ málunum við hesi stevn­uni – at luttakarar úr øllum londunum skulu framføra leikir fyri hinum luttakarunum. Sera spennandi verður helst at síggja luttakararnar úr Baltalondum framføra sínar leikir, tí sum skilst hava hesi londini tiltiknan góðan áhugasjónleik. Hóast talan er um áhuga­ leik, so er eingin ivi um, at hesir leikararnir eru á sera høgum støði. Og tí fara bæði teir føroysku leikararnir, og teir útlendsku helst at fáa nógv burtur úr hesi stevnuni. Endamálið er tí eis­ ini at styrkja bondini mill­um áhugaleikarar í Norðurlondum og Balta­ londum, og at hini londini somuleiðis skulu fáa eyguni upp fyri, hvussu føroyskur áhugaleikur verður spældur. Eftirmeta Tað verða kortini ikki bert framførslur av leikum á skránni. Ætlanin er nevniliga, at øll skulu fáa nakað burtur úr – og ikki minst heim aftur við sær. Leikirnir, sum verða einir 12 í tali, verða framførdir í Sjónleikarhúsinum, Mei­arí’inum og í Norð­ur­ landahúsinum. Men eftir hvønn einstakan leik skal hesin metast av serkønum fólki innan sjónleik úr hvørj­ um landi. Her er ætlanin at taka upp fleiri tættir í hvørjum einstøkum leiki, og síðani tosa opið og erligt um leik­ in. Her fáa føroyingar sjálv­ andi eisini møguleika at verða við. Og tí er endamálið at vit ikki bert skulu síggja leikirnar, men eisini læra, hvussu áhugaleikur skal verða. Hinvegin so er eisini góður møguleiki at læra enn meiri um áhugaleik á teimum ym­isku verkstøðunum, sum verða hesar dagarnar í Norðurlandahúsinum. Startskot Eitt er so, hvat leikararnir úr grannalondunum fara at framføra. Men hvat skulu so føroyingar fara á pall við? Hesin spurningurin er ikki svaraður enn, men óhugs­andi er ikki, at tað verður ein leikur sum tekur útgangsstøði í onkrum av kvæðum okkara. Herfyri varð skipað fyri einum skeiði saman við Árna Dahl, har hann greiddi frá um Sjúrðarkvæðið. Fyri mong varð hetta mett sum ein góð upptakt til ein upp­ runaligan føroyskan leik, sum kann gerast okkara ískoytið á stevnuni. Her verður hugsað um, at ein rithøvundur, ein drama­ turgur og ein leikstjóri seta seg saman og evna til ein føroyskan leik fyri føroyskar áhugaleikarar. Hinvegin so kann talan eisini verða um gamalt tilfar. Eydnast hetta til fulnar, so fer ein av dreymum okkara at ganga út. Hetta kann tí gerast startskotið til eina tradisjón innan føroyskan sjónleik at fáa meiri upprunaligt tilfar úr Føroyum á teir føroysku leikpallarnar. Vit hava eina rúgvu av tilfari, sum bara liggur og bíðar eftir at verða tikið fram. Nú verður so møguleikin til tað, sigur Hilmar Joensen. Føroyskur áhugaleikur hittir grannar okkara Frá einum skeið í oktober mánaði, her framførdur verður leikurin um Ferð Gandakalsins Nógv tilfar til føroyskar leikir liggur bara og bíðar eftir at verða framført, sigur Hilmar Joensen, sum her er avmyndaður á skrivstovuni hjá Meginfelag Áhugaleikara Føroya saman við dagliga leiðaranum Maluni Joensen