mikudagur 14. desember 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 240 - 14. desember 2005
Hóast greið tekin
hava verið um
afturgongd í
føroyska samfelags
búskapinum, so vísa
hagtøl hjá Hagstova
Føroya, at lønarút
gjald ingarnar eru
vaksandi.
Búskapur
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Á heimasíðu sínari veit
Hagstovan at siga, at lønar
útgjaldingarnar í november
mánað í ár vóru 31 milliónir
meira enn sama tíðarskeið
í 2004. Í prosentum svarar
hetta til ein vøkstur upp á
seks prosent.
Sambært heimasíðuni er
tað serliga fiskiskapurin,
ið hevur vøkstur. Á hesum
øki vóru lønirnar 19 milli
ónir hægri enn í fjør, og
tað er ein vøkstur upp á
29 prosent. Men eisini inn
an fiskavøruídnaðin eru
lønarútgjaldingarnar vaks
andi. Tríggjar milliónir
vóru goldnar meira í lønum
innan fiskavøruídnaðin í
november í ár í mun til í
fjør, og tað er ein vøkstur
upp á góð átta prosent. Eisini
hevur lønarvøkstur verið
innan annan ídnað, flutning,
fígging og trygging. Hinvegin
hevur afturgongd verið í
lønarútgjaldingunum innan
ali- og kryvjivirki, handil og
umvæling, gistingarhús og
matstovur, skrivar Hagstovan
á heimasíðu sínari.
Lønarútgjaldingarnar vaksa
Møguleikin at keypa kristi
ligar bókmentir er vorðin
betri, nú Heimamissiónin
hevur jólasølu av bókum
í Meinigheitshúsinum í
Havn.
Fyrr í vikuni lat nevniliga
upp ein sølubúð við øllum
tí tilfarinum, sum Heima
missiónsforlagið í Nesvík
hevur av bókum, fløgum
og gávulutum.
Sølubúðin í Meinig
heitshúsinum lat upp
mánadagin og er opin fram
til komandi leygardag.
Opið er seinnapart á degi.
Annars finnast aðrir
handlar, sum eisini selja
kristiligar bøkur. Millum
hesar er Logos og Luthers
Bókhandil.
sb.
Jólabøkur
til fólkið
Guðrun Magnussen (hm.) tekur sær av sølubúðini hesar
dagarnar, og vísir her einum kunda á eina góða jólabók
Í hesum døgum
søkir Tórshavnar
Kommuna eftir
einum fjølmiðlafólki.
Talan er um eitt
nýtt starv, og
Heðin Mortensen,
borgarstjóri, sigur,
at stórur tørvur er á
einum slíkum fólki í
býráðsumsitingini
Tórshavnar Býráð
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í starvslýsingini stendur at
lesa, at fjølmiðlastarvsfólki
fer millum annað at hava
sum uppgávu at skipa
kunningarpolitikkin hjá
kommununi, at ritstjórna
kunningarrit, dagføra tíðindi
bæði á heimaneti, interneti
og á kunningartalvum í
kommununi.
Tørvur á góðari
kunning
Borgarstjórin í Havn, Heðin
Mortensen, dylur ikki fyri,
at tað er stórur tørvur á
einum slíkum persóni í
býráðsumsitingini.
- Vit hava nógv tíðindi,
sum skulu út, og tí hevur tað
týdning, at tað verður gjørt
á rættan hátt. Borgararnir
í kommununi skulu vita,
hvat fer fram, og tí skal
heimasíðan, kunningartalvur
og annað dagførast regluliga,
og tað krevur eitt fólk at
taka sær av øllum hesum
uppgávum, sigur Heðin
Mortensen.
Sambært borgarstjóranum
hevur býráðið eisini ætl
anir um, at tær svørtu
kunningartalvurnar, sum
standa ymsastaðnis í komm
ununi, verða skiftar út
við elektroniskar talvur,
sum verða stýrdar av Snar
skivuni. Tann fyrsta av
hesum elektronisku talvun
um verður sett upp í Gongu
gøtuni í næstum, greiðir
Heðin Mortensen frá.
Sambært starvslýsingini
skal fjølmiðlafólkið hava
lokið fjølmiðlaútbúgving
og hava royndir á økinum.
Starvið verður væntandi sett
frá 1. mars komandi ár.
Býráðið skal hava fjølmiðlafólk
Ein avleiðing av nýggju
parkeringsskipanini
í
Tórshavnar Kommunu
verður tann, at lastbilar
framyvir ikki skulu standa
parkeraðir inni í býnum.
Ístaðin fáa teir ávíst eitt
øki á Skarðshjalla.
Lastbilar hava áður
fingið ávíst nøkur støð
inni í býnum, har teir
kunnu parkera, men við
nýggju skipanini fer
hetta í søguni. Eitt stórt
øki á Skarðshjalla, sum
kommunan eigur, verður
gjørt til lastbilaparkering,
so at sleppast kann
undan, at hesir koma inn
í miðbýin.
tn
Lastbilarnir
úr býnum
Tað er serliga innan fiskiskapin, at lønarútgjaldingarnar eru vaksandi. Útgjaldingarnar í november mánað í ár vóru 29 prosent
hægri, enn tær vóru sama mánað í fjør.
savnsmynd
Eini amerikansk íbúðarhús
rapaðu saman av eini
sterkari spreinging í
Bergenfield, New Jersey
í dag. Bjargingarfólki
leitar enn eftir einum
fólki í leivdunum, skrivar
heimasíðan hjá Ekstra
Bladet.
30 familjur búgva í
húsunum, og tey flestu
slupp óskalaði út, men
fleiri hava fingið løstir.
Sambært Ekstra Bladet
væntar
løgreglan,
at
orsøkin til spreingina var,
at handverkarar vóru ov
nær einum gassrøri, tá teir
fluttu ein oljutanga.
- nud
Sunnudagin 18. desember
hevur Kirkjukórið Ljóm
ur tvær konsertir í suður
oynni.
Undir leiðslu av Dorte
Tilma verður fyrst sung
ið í Hvalbiar Kirkju.
Tann konsertin er kl.
14.Seinnapartin - kl. 17
- verður konsert í Vágs
Kirkju.
Sagt verður um skránna,
at á hesari eru føroyskir,
enskir og eisini latínskir
jólasangir. Esiini hevur
konsertin luttøku av einum
gentukóri.
-mørk
Spreinging í
amerikanskum
íbúðarrhúsum
Ljómur í Suðuroynni