Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-14, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 14. desember 2005 9 Sunnudagin, 18. desember klokkan 11, verður eitt tiltak í Fríðrikskirkjuni á Toftum, har sjey lestrar verða lisnir, og kórið fer at framføra kendar jólasálmar Tiltak Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Felagsheitið fyri tiltakið í Fríðrikskirkjuni er 7-lestra sanggudstænasta. Av Toftum verður sagt, at á skránni hjá kórinum hendan dagin eru bæði føroyskir og útlendskir jólasálmar - og hetta eru kendir jólasálmar, verður lagt aftrat. Kórið hevur ætlanir um at fara til Íslands í mai 2006, og venjingarnar til ferðina eru byrjaðar. Okkurt av tí, sum vant verður í hesum sam­bandi, verður eisini fram­ ført sunnudagin. Solosangur verður eisini á skránni. Eyðbjørg Hansen fer at fram­føra nakrar Ariur úr ”Messias” av Hãndel, við klaverfylgispæli av Martin R. Jacobsen, presti. Borgarstjórin í Tórs­ havnar kommunu, Heðin Mortensen, helt við hátíðarløtuna fyri, at hetta er ein merkis­dagur í komm­ ununi, nú nýggju samskip­ararnir hava fingið prógv Samskiparar Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Heðin Mortensen, borgar­ stjóri í Havn, helt røðu undir hátíðarhaldinum á Hotel Hafnia týsdagin, tá ið tær 19 kvinnurnar, sum seinastu mánaðirnar hava luttikið á skeiði, fingu handað diplom sum dements-samskiparar. Tað er Tórshavnar komm­ una, sum hevur staðið aftan fyri skeiðið. Jónvør Christiansen, sum er í starvi hjá kommununi sum samskipari á eldraøkinum, hevur verið samskipari av skeiðnum vegna Tórshavnar kommunu. Hin samskiparin, sum er í starvi hjá Tórshavnar komm­ unu, er Lis Hansen, og hon var millum teirra, sum fekk prógv týsdagin. Tryggari kor - Tað er mær ein stór gleði at vera við til hesa hátíðarløtu, tí dagurin í dag er sanniliga ein merkisdagur í kommununi. So mikið størri er gleðin, tá ið eg hugsi um, at fleiri av tykkum koma úr ymsum økjum í landinum. Borgarstjórin vísti á, at sit­andi býráð setti sær sum aðal­mál at leggja alla orku í at fáa teimum eldru í kommununi betri og tryggari kor – ásannandi, at hesi eins og onnur eiga rættin til eitt gott og virðiligt lív, eisini á ellisárum, ella tá ið sjúka og heilsa eru farin at bila. - Skjøtil er settur á hetta arbeiði, og vit hava longu tikið fleiri tøk og hava fyri­ reikað enn fleiri. Heimið í Vallalíð Borgarstjórin vísti á, at eitt úrslit av hesum miðvísa ar­beiði, sum hann kallaði tað, er Heim­ið fyri minnisveik í Valla­líð, sum varð handað kommununi, 9. desember í ár. - Hetta ”heim” er bæði heim­ligt og hugnaligt, segði Heðin. Hann vísti eisini á, at brot­ið er upp úr nýggjum, tí hug­skotið og ætlaninar við einum slíkum heimi eru ikki royndar áður í kommununi. Sosialurin kann leggja aftrat, at Heimið á Mýruni, sum Runavíkar kommuna stendur aftanfyri, er fyrsta heimið av sínum slag í Føroy­ um. Heðin helt fyri, at við góð­ um vilja og góðum samstarvi ber alt til. - Eftir besta førimuni hava vit fyrireikað hesa verktælan so væl, sum gjørligt. Vit eru á ótroddum gøtum, men hava lagt stóran dent á at skapa so góðar og tryggar umstøður sum gjørligt. Áhugi og ágrýtni Heðin Mortensen segði, at starvsfólk hava fingið møgu­ leika at hugsavna seg um sítt komandi arbeiðspláss, og hetta er eitt nú gjørt við skeiðvirksemi. - Í dag hava tit so gjøgnum­ ført hetta skeið innan de­ments, og hetta hava tit gjørt við áhuga og ágrýtni. Borgarstjórin vendi sær eis­ini til donsku skeið­leið­ar­ arnar, Birgit Vølund og Mette Søndergaard, sum umboða Omsorgsorganisationernes Samråd, fyri sín stóra leiklut á skeiðnum. - Eg vil takka tykkum fyri, at tit vildu koma upp higar at undirvísa. Uttan tykkara hjálp, hevði hetta ikki latið seg gera. Heðin Mortensen takkaði eisini Jónvør Christiansen, sum vegna kommununa hevur staðið fyri samskipingini av dements-skeiðnum. Alzheimerfelagið hevur áður skipað fyri skeiðum, har fólk, sum starvast innan eldraøkið, hava nomið sær útbúgving sum dements- sam­skiparar. 19 dements samskiparar fingið prógv Kendir jólasálmar og lestrar í Fríðrikskirkjuni Føroyar ”eiga” nú 19 dements-samskiparar aftrat, sum fingu prógv við eina samkomu á Hotel Hafnia týsdagin Mynd: Jens Kr. Vang - Vit eru á ótroddum gøtum, men hava lagt stóran dent á at gera umstøðurnar so tryggar og góðar sum gjørligt, segði Heðin Mortensen Mynd: Jens Kr. Vang Monika Stauss Joensen og Dánjal Eysturstein settu sín hugnaliga dám á hátíðarhaldið, tá ið nýggju dements-samskipararnir fingu prógv Mynd: Jens Kr. Vang