mikudagur 14. desember 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 240 - 14. desember 2005
Tað er komið í ljósmála, at amerikanska fregnar
tænastan CIA rekur umfatandi ólógligt virksemi á
mongum økjum uttan fyri USA. CIA burturflytir
fólk, rekur loyniligar fangalegur, fremur píning av
fangum og letur ávís lond fremja ræðuligar gerðir
móti einstaklingum til tess at fáa hesar at tala. Hartil
kemur, at flogfør hjá CIA hava flogið ígjøgnum
loftrúmið hjá fleiri europeiskum londum við loyni
fangum. Fáur veit, hvaðan hesar fangar koma, og
enn færri vita, hvagar teir fara. Við hvørt enda teir
á Guantanamo og við hvørt enda teir á loyniligum
plássum í Eystureuropa ella í Miðasia. Vanliga enda
hesir sostatt í londum, har eingin virðing er fyri
mannarættindum og har loyvt er myndugleikum
at pína fólk til tess at fáa tey at viðganga, at tey eru
yvirgangsfólk og at fáa tey at geva upp onnur verulig
ella uppfunnin yvirgangsfólk. Hetta er at fremja
altjóða lógloysi.
Hetta er jú tann reina miðøld ella tað, sum verri er.
Hetta fyri einhvønn prís at fáa fáa fangar at viðganga
brotsverk ella hvat tað nú kann vera, var eyðkenni
fyri inkvisitión og heksajakstran. Hetta eigur als ikki
at koma fyri í einum framkomnum samfelagi. Men
hetta er altso gerandiskostur í ávísum londum, sum
USA samstarvar við. Amerikanskir myndugleikar
rinda hesum londum pening fyri at fáa upplýsingar
burturúr fangum, sum er undir illgruna fyri yvir
gangsvirksemi. Tá tað er alkunnungt, at fólk við
ganga, hvat tað skal vera, um tey koma undir hart
likamligt ella sálarligt trýst, eru teirupplýsingar,
sum koma fram á hendan hátt uttan virði og hartil
mangan beinleiðis skaðiligir. Me tað, sum mest
telur, er sjálvsagt, at tað er ímóti øllum skrivaðum
og óskrivaðum lógum í framkomna heiminum at
fremja tortur fyri at fáa upplýsingar.
USA hevur sett seg á odda í stríðnum fyri fólkaræði
og mannarættindum. Ja, landið hevur byrjað
fleiri kríggj við tí grundgeving, at mannarættindi
skulu tryggjast. Sasmtundis verður so avdúkað,
at USA við fregnartænastu síni CIA fremur gr
brot á mannarættindi. Við hesum setir USA seg
undir liðini av teimum verstu einaræðislondum í
heiminum. Tað er ikki ov nógv sagt, at USA nærkast
gamla Sovjet í rættarloysi og brotum á heilt vanlig
grundleggjandi mannnarættindi. At hetta alt verður
framt við tí fyri eyga at verja fólkaræðið í USA og
vesturheiminum - at berja niður yvirgang, er eingin
umbering. Ein kann ikki við slíkum framferðarhátti
verja fólkaræðið tíðansheldur útrudda yvirgang.
Fólkaræðið fær skaða og yvirgangurin bert stendur
við og versnar. Tí má USA taka annað skinn um
bak.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Altjóða lógloysi
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Heðin Mortensen
borgarstjóri í Tórshavnar
kommunu
Bjørn á Heygum hevur grein
í bløðunum, har hann tekur
rættiliga dýran til og skírir
málið um Degn’s hús at
snúgva seg um avpressing
og fíggjarligt svans. Somu
leiðis staðfestir hann, at
gamla miðbýarumhvørvið
í Havnini longu er oyðilagt
og bøtist ikki, óansæð hvat
hendir við Degn’s húsi.
At gera hetta mál til nakað
so einfalt sum ein spurning
um krónur og oyru, ber
ikki til. Jú, um tað bert er
peningi, ein hevur kenslur
fyri. Men tey mongu, ið hava
kenslur fyri okkara gamla og
hugnaliga miðbýi í Havn við
Vaglinum sum náttúrligum
miðdepli, hugsa neyvan bara
um krónur og oyru.
Ein og hvør dugir at síggja,
at gamli miðbýurin og Vaglið
verður ongantíð tað sama
aftur, um ein stórur handils-
og skrivstovubygningur í
fleiri hæddum verður reistur
á stykkinum, har Degn’s hús
standa.
Bjørn á Heygum nevnir tær
túsundtals undirskriftirnar,
ið vórðu innsavnaðar ímóti
ætlanini at ríva Degn’s hús
og byggja stórt og nýtt í
staðin. Tá yvir 4.000 fólk
skriva undir, má tað sigast
at vera ein góð vegleiðing
og ein góð mynd av, hvørjar
kenslur fólk hava. Tí er
avgjørt einki forgjørt í, at vit
sum kommunalpolitikarar í
høvuðsstaðnum eisini virða
eitt so fjølment ynski.
Tað er sjálvandi ein stór
uppgáva hjá býráðnum at
umsita skattapeningin hjá
borgarunum so skynsamt
sum gjørligt, men tað er ikki
einasta uppgávan. Í hesum
føri er annar tørvur mettur
hægri, og eg ivist onga løtu í,
at havnarfólk fara at fegnast
um, at hetta stig verður tikið
fyri at varðveita ein kæran
blett av gomlu Havnini, so
hann fær frið at verða ver
andi tað, hann er.
At gamli miðbýurin í Havn
ini óivað hevði verið vakrari
og hugnaligari, um ikki nógv
av tí varð bygt, sum longu er
bygt, er einki at ivast í. Men
fyri tað um nógv er komið
upp at standa, ið kanska ong
antíð átti at komið, eigur tað
ikki at merkja, at tað ikki ber
til at varðveita tað, ið enn
kann varðveitast.
Tað er eisini ein uppgáva og
ein ábyrgd hjá okkum, ið eru
vald at umsita høvuðsstaðin,
at vit taka fyrilit fyri tí, ið er
partur av identitetinum hjá
býi okkara. Tað kann kosta,
ja, men gjørdu vit tað ikki,
hevði prísurin óivað verið
nógvar ferðir størri, tí tað er
altso ikki alt, ið kann gerast
upp í krónum og oyrum!
Tað er ein undanførðsla,
tá sagt verður, at trupul
leikin viðvíkjandi útlend
ingamálum liggur í, at lóg
in er donsk
Helgi Abrahamsen
Útlendingamál
fingu
nógva umrøðu í farnu
viku, eftir at Dagur og Vika
týskvøldið vísti eitt innslag
um eini hjún, sum møguliga
noyðast av landinum, tí tey
fáa ikki longt arbeiðs- og
uppihaldsloyvi.
Nýggi landsstýrismaðurin
í innlendismálum, Jacob Vest
ergaard, segði við Útvarpið
í hesum sambandi, at ein
trupulleiki viðvíkjandi útlend
ingamálum er, at lóggávan
á økinum er donsk. Hetta
sama varð eisini borið fram
av fleiri tingmonnum undir
orðaskiftinum í sambandi
við munnligar fyrispurningar
seinasta mikudag. Har varð
víst á, at málsøkið má yvir
takast, so skil kann fáast á
útlendingamálunum.
Yvirtøka og hvat so ?
Tað sum undrar meg við hes
um, er, at eingin av teimum
sum í løgtinginum mæltu til
at yvirtaka útlendingamál,
hevði nakað ítøkiligt uppskot
um, hvat skuldi broytast
í lógini, eftir at málsøkið
er yvirtikið. Ein fekk var
hugan av, at yvirtøkan í sær
sjálvari skuldi loysa allar
trupulleikar. Eg skilji als ikki
hetta sjónarmiðið, tí er tað
lóggávan á økinum sum er
trupulleikin, so hava donsku
myndugleikarnir fyri langari
tíð síðani boðað frá, at teir
eru til reiðar at broyta lógina
eftir ynskjum úr Føroyum.
Tí kann trupulleikin ikki
liggja í, at lógin er donsk.
Mær vitandi er heldur einki
ynski sent úr Føroyum, um
at fáa lógina broytta.
Løgin upprudding
Mikukvøldið skrivaði frá
farni landsstýrismaðurin,
Jógvan við Keldu í Dimmalætt
ing, at útlendingamálsøkið
var ein hurlivasi, tá hann
kom í landsstýrið, men at
uppruddingararbeiðið nú
var sett á skinnara. Hvussu
Jógvan við Keldu hevur
klárað at rudda upp í Tinga
nesi, meðan óruddið lá í
Keypmannahavn, er mær
ein gáta. Har er okkurt,
sum ikki samsvarar. Tað at
hann hevur ruddað upp í Før
oyum, má avgjørt merkja,
at trupulleikin eisini hevur
ligið her.
Skjótari avgreiðslutíð
uttan lógarbroyting
22. november boðaði Inn
lendismálaráðið frá, at
ummælistíðin í sambandi
við útlendingamál hevur í ár
verið 36 dagar í meðal, ímóti
107 døgum í meðal í fjør.
Innlendismálaráðið hevur
sostatt stytt viðgerðartíðina
við 71 døgum eftir einum ári,
uttan at neyðugt hevur verið
at broyta lógina og uttan at
málsøkið er yvirtikið. Sigur
tað ikki nakað um, hvar
trupulleikin hevur ligið ?
Búskapar- og
løgfrøðingafelagið
Búskapar- og Løgfrøðinga
felag Føroya sigur í skrivi
fríggjadagin, at ein orsøk
til trupulleikarnar viðvíkj
andi arbeiðs- og uppihalds
loyvum er, at miðfyrisit
ingin varð skerd munandi
herfyri, og hetta hevur
avmarkað arbeiðsorkuna
í Innlendismálaráðnum.
Hetta samsvarar illa við frá
boðanina frá Innlendismála
ráðnum um, at viðgerðartíðin
nú gongur skjótari. Men um
trupulleikin er, sum Búskap
ar- og Løgfrøðingafelagið
sigur, ein ov veik føroysk
umsiting, so kann loysnin
avgjørt ikki vera, at málið
verður yvirtikið, tí tað fer
bara at krevja uppaftur meira
av umsitingini.
Málið má loysast
Breið semja tykist vera um, at
trupulleikar eru viðvíkjandi
útlendingamálum, og at hesir
trupulleikar skulu loysast.
Men at yvirtaka málsøkið,
uttan at hava nakra ítøkiliga
ætlan fyri, hvat skal henda
aftaná yvirtøkuna, tað loysir
einki. Her mugu vit taka í
egnan barm, og ikki geva
øðrum skuldina fyri alt, sum
ikki gongur sum tað skal í
Føroyum.
Degn’s hús – ein spurningur um kenslur
Yvirtøka av útlendingamálum
loysir ikki trupulleikarnar