Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-14, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 14. desember 2005 11 VIÐMERKINGAR Stórar broytingar eru í tøl­unum frá seinastu velj­ ara­kanning til ta nýggj­ astu. Onkur flokkur gong­ur fleiri prosentstig fram, meðan aðrir ganga fitt aftur. Kortini fáa vit stuttligar útleggingar um, hvussu væl tað gongur í landsins leiðslu. Høgni Hoydal Hoyrdi úrslitið av nýggjari veljarakanning í Útvarpinum. Lurtaði væl – og í einum eykasetningi kom fram, at Tjóðveldisflokkurin var væl størstur við 25,7%. Hugsi, at hetta man vera ein tann mest markanta fram­gongdin, vit hava havt í veljarakanningum seinastu 6-7 árini. Eg skal viðganga, at eg altíð eri sera varin at tulka veljarakanningar á bæði ein og annan bógv. Satt at siga, so hóvar mær sjáldan ov góðar veljarakanningar fyri flokkin, tí tær kunnu skapa vónir, ið ikki hava hald í veruleikanum. Men tá fram­ gongdin er fleiri prosentstig, so vísa tær helst eitt rák, sum vit eiga at gera alt til tess at halda fast um, við at betra enn meiri um arbeiði okkara í flokkinum. Kritisk og konstruktiv andstøða Vit hava í Tjóðveldisflokk­ inum valt at arbeiða sum ein bæði kritisk og kon­ struk­tiv andstøða. Tað halda vit er okkara skylda. Vit halda neyvt eftirlit við øll­um arbeiðinum hjá lands­ stýrinum. Vit finnast at – eis­ ini hvassliga – , har tørvur er á tí. Og vit taka undir og geva rós, har vit halda skilagóð stig verða tikin. Men harafturat hava vit í andstøðu roynt at bróta burt­ ur úr nýggjum. Vit leggja okkara egnu uppskot fram til tess at broyta samfelagið og seta greið mál við ítøki­ ligum uppskotum. Vit vísa støðugt á alternativ til førda politikkin og vísa á, hvussu okkara uppskot skulu fíggjast. Nevnast kunnu eitt nú uppskot um egnan uttanríkispolitikk, Bú­skapargrunn, vinnu­poli­ tikk, alternativa fíggjarlóg, skúlabygging, samferðslu, pensiónsbroytingar, javn­ støðu og mentanarframtøk. Eisini eru vit farin undir miðvísar fundir kring landið til tess at fáa enn fleiri fólk at taka lut í politiskum arbeiði og geva ávirkan á arbeiði floksins. Tí er ein slík veljarakanning fyrst og fremst eitt herða­ klapp og ein íblástur til tingfólkini, ið hava arbeitt sera seriøst. Men eisini til kommunupolitikarar flok­ sins og til øll tey, sum sjálv­ boðin arbeiða fyri floksins hugsjónum og menning. Løgnar niðurstøður Men veljarakanningin gjørd­ ist stuttlig á ein heilt annan hátt, tá eg hoyrdi, hvussu Útvarpið hevur valt at gera tíðindi burturúr kanningini. Høvuðstíðindini fríggja­ dagin og leygardagin vóru samrøður við formann Sam­­bandsfloksins og við Jó­annes Eidesgaard, løg­ mann. Báðir fegnaðust og søgdu seg hava fingið okk­­urt slag av álitisváttan í hes­ari kanningini – ja, løgmað­ur gav enntá okk­ urt skot­ið til formann Tjóð­ veldisfloksins. Eg undraðist, men kom eftir, at Útvarpið bert sam­ anber tølini hjá flokk­unum við úrslitið á seinasta løg­ tingsvali og bert leggur dent á munin millum Anfinn Kallsberg og Jóannes Eides­ gaard sum løgmansevni í hesi kanningini – eins og var hetta fyrsta kanning av sínum slag. Veljarakanningar vísa eitt rák Nú veit eg ikki, um eg havi misskilt okkurt grund­ leggjandi viðvíkjandi veljara­ kanningum. Havi altíð hild­ið, at veljarakanningar hava bert tað virðið, at tær kunnu vísa á eitt rák yvir tíð, tá ið einfaldir og greiðir spurningar verða endurtiknir regluliga.  At samanbera tølini bara við seinasta valúrslit, vísir ikki eitt rák ella broyting yvir tíð, nú samgongan hevur sitið helvtina av valskeiðnum. Tað áhugaverda er at hyggja eftir allari gongdini frá val­ úrslitinum yvir fylgjandi kann­ingar til í dag.  Soleiðis verða veljara­ kann­ingar eisini brúktar alla aðra staðni. Hugt verður at, um tað gongur upp ella niður í kanningunum. Tá ið broytingarnar eru undir hálvt prosent, er heldur ikki vanligt,at gera nakrar nýggjheitir burtur úr tí - tá er tað innanfyri statistisku óvissuna og ber mest boð um status quo.  Tríggjar størri broytingar Sum eg dugi at síggja, so eru tríggjar størri broytingar í hesi kanningini í mun til seinastu veljarakanningar: 1. Tjóðveldisflokkurin fer rættiliga týðiliga fram - ja, hetta man helst vera ein tann frægasta velj­ arakanningin hjá flokk­ inum seinastu árini.   2. Javnaðarflokkurin var størstur í seinastu kann­ ing, men sær út til at missa fleiri prosentstig í mun til seinast.   3. Persónliga undirtøkan hjá sitandi løgmanni mink­ar í mun til seinastu kanning.   Kortini eru tíðindini, sum verða borin út, at løgmaður og Sambandsflokkurin eru vinnarar í kanningini. Hevði verið stórtíðindi í øðrum londum Sjálvandi síggja vit politikarar altíð veljarakanningar við okkara partapolitisku brill­ um og royna at venda øllum til okkara fyrimun.  Men í hesum føri ber av, tá kanningin nærum verður vend á høvdið.  Um vit samanbera við onnur lond, so eru veljara­ kanningar ikki altíð nøkur nýggjheit, tí tær verða gjørd­ ar so javnan.  Men tað hevði sanniliga verið ein nýggjheit – og stjórn­arleiðarin hevði ver­ ið tráspurdur av øllum miðl­­um – um hann misti per­­sónliga undirtøku í velj­ ara­kanningum og um hans­ ara flokkur gekk fleiri pro­ sent aftur í mun til sein­astu kanning. Tað er sjálvsagt harmiligt fyri samgonguna og løgmann, og okkara fjølmiðlar fara vón­andi ikki at royna at vinda so nógv burturúr velj­ara­kanningum, sum vit síggja í øðrum londum. Men tá tær nú verða gjørdar, so tykir tað mær rættiliga løgið at nýta alla orkuna til at fáa nakað heilt annað burturúr teimum, enn tað – kanska sera tíðaravmarkaða – rák, ið tær hóast alt kunnu siga nakað um. Eitt væl goymt herðaklapp til tjóðveldisfólk Jógvan Arge Varaborgarstjóri í Havn Eg havi ongantíð ivast í, at núverandi minniluti í Tórs­ havnar Býráð heldur enn fegin vildi sleppa at halda fram ta vandalismuna, sum ferð aftaná ferð seinastu 40 árini hevur tikið seg upp í býráðnum Havn, og sum aft­ ur tók yvirhond í seinasta setu. Úrslitið er ein miðbýur, sum hvørki líkist einum ella øðrum. Tinghúsvegurin frá Bøkjarabrekku og oman­ eftir er molesteraður til tað ókenni­liga og sama er at siga um byggingarnar fram­ við Niels Finsensgøtu frá Vaglinum og niðaneftir. Vit havnarfólk eru kend langt út um landoddarnar fyri tað skilagóða varð­veit­ ingararbeiði, sum gjørt er í gomlu Havnini úti í Tinga­ nesi og á Reyni. Her fáa vit framvegis rákan av for­tíðar­ innar umstøðum í ymsum tíðarskeiðum, sum er so neyð­ugur fyri nútíðina. Tað fáa vit eisini á Vagli­num enn. Vaglið er tann nýggj­ari miðbýurin í Havn. Lagdur til rættis av einslistum av skilamonnum í Havn fyri og um aldarmótið 1900. Hví skula vit ikki eisini varðveita ta umhvørvið sum áminning um ta tíðina, sum saktans eis­ini kann vera partur av okk­arta tíð? Tað, sum vit hava eftir av hesum nýggjara miðbýnum í Havn, er júst húsagarðurin kring Vaglið. Enn kunna vit við reistari pannu vísa á Meinigsheithúsið, Komm­ unuskúlan, Bókhandilin, hand­ilshúsini hjá Jacob Lüt­zen, sethúsini hjá Anton Degn og løgtingshúsið. Innan fyri hendan húsa­ garðin hevur hjartað í Før­ oya høvuðsstaði verið í góð 100 ár við bæði Vagli og Tinghúsvølli, og hetta hjarta eiga vit at virða. Eg ivist ikki í, at tað er vandalisma at fara at byggja háhús framvið Vaglinum og Tinghúsvøllinum. Har er nóg ringt sum er í grannalagnum. Háhúsabygging fer at lýta umhvørvið og hóvar ikki sam­an við hesum gamla stolta miðbýi í metropolinum í Norðuratlantshavi. Vit hava ivaleyst av lendi í Suðurstreymi at seta ský­ skravarar á, og tí nýtist okk­ um ikki at kroysta teir niður í tann gamla miðbýin. Tórshavnar býráð hevur eisini ásannað, at húsini hjá Degn vóru varðvetingarverd. Tí játtaði býráðið í farnu setu pening til umvæling av teimum. Tað skuldi merkt, at húsini vórðu standandi, sum tey eru. Men teir, sum ráddu fyri borgum, syrgdu ikki fyri at tryggja sær hetta við einum servitutti ella byggisamtykt, og tí er ongin ideel loysn møgu­lig í dag. Vilja vit varðveita um­hvørv­ ið við Vaglið og Ting­hús­ vøllin, er einasta gongda leið er at keypa okkum burtur úr probleminum. Tað pínur í lummanum, men skal miðbýurin ikki fara fyri hund og ravn, so er ikki annar vegur enn at gjalda pengarnar. Pengar kunnu erstattast. Tað kann miðbýurin ikki. So latið smáfuglar, heiða­ fuglar – og miðbýin – hava frið! Heðin Mortensen borgarstjóri í Tórshavnar kommunu Eitt av okkara góðu orða­­ tøk­um sig­ur, at »ilt er at læra gaml­an hund uppi at sita«. At hetta eru fyrnd­ arorð, hevur fyrrverandi borgarstjórin, Jan Christ­ iansen, prógvað í ríkiligt mát, nú hann fleiri ferðir – enntá í størsta álvara – hev­ur mælt til, at kommu­ nalur peningur verð­ur inn­ tøkuførdur fleiri ferð­ir! Í sínum alternativa upp­ skoti, tá fíggjarætlanin fyri 2006 varð samtykt í Tórshavnar býráð, mælti minni­lutin millum ann­að til, at tað átti at komið borg­arunum í Tórs­havn­ ar kommunu til góð­ar, at komm­un­an fær aft­ur­­gold­ið nógv­an pen­ing úr kommu­ nala veðhaldsgrunninum. - Ja, Jan hetta er komið borg­arunum til góðar. Peningurin úr kommu­ nala láns- og veðhalds­ grunninum, vanliga róptur kreppulánsgrunnurin, er longu inntøkuførdur í roknskapinum hjá Tórs­ havnar kommunu. Og tað ber ikki til at inntøkuføra sama pening fleiri ferðir! Um hugt verður í lítla faldaran »Tórshavnar komm­una í tølum 2005« ella undir teigin »Tórshavn í tølum« á heimasíðuni hjá kommununi (torshavn.fo), ber til at síggja, at árini frá 1994 til 1997 var eitt prosent lagt aftrat vanliga skattaprosentinum. Hetta er tann inntøkan, Tórs­ havnar kommuna lánti í kreppulánsgrunnin. Síðani hevur í fleiri ár staðið í viðmerkingunum til roknskapin hjá Tórshavnar kommunu, at »upphæddin í Kommunala láns- og veð­ haldsgrunninum er tann av komm­un­uni inn­­goldna, frá­trekt tað, komm­un­unn­ ar part­ur er niður­skriv­að­ur við vegna hjálp til skuld­ artyngdar komm­un­ur og tað, sum kommunan hevur fingið útgoldið úr grunninum.« Í ár heldur grunnurin upp­ at at virka, innistandandi verður gjørt upp, og Tórs­ havnar Kommuna fær sín part áleið 22 milli­ónir krón­ur ið verða aftur­rind­ að­ar, men uttan at tær kort­­ini kunnu inntøku­før­ ast nú, tí tað eru tær longu frammanundan. Tí ber held­ur ikki til, sum minni­ lutin hevur skotið upp, at rokna við hesum peningi sum nýggjari inntøku. Í einari allarsíðstu roynd at »læra gamlan hund uppi at sita«, skal eg koma við einum lítlum dømi, ið átti at gjørt hetta klokkuklárt: Um eg láni 100 krónur frá Jan og síðani beri honum tær aftur, er hann ikki bliv­ in 100 krónur ríkari fyri tað! Ei heldur verður Tórs­ havnar kommuna 22 milli­ónir krónur ríkari av, at hesar somu 22 milliónir verða bornar aftur úr kreppu­lánsgrunninum. Tí ber tað snøgt sagt ikki til, sum Jan Christiansen skrivar, at »hesar 22 milli­ ónirnar eiga at leggjast aftrat inntøkusíðuni«. Vónandi stendur tað nú einum og hvørjum greitt, at einki fíggjarligt grundarlag var undir ynskinum hjá Jan Christiansen og minni­ lutanum um at halda fram við sama skattaprosenti, uttan at ætlaða virksemið hjá Tórshavnar kommunu verður skert tilsvarandi. Sami peningur kann ikki inntøkuførast fleiri ferðir, Jan! Degnshús og eftirtíðin