Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-14, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 240 - 14. desember 2005 Dagurin í morgin 15. desember. Nikatius, deyður í 5. øld. Biskupur í Reims í Fraklandi. Varð fyribeindur av heidningaflokki av Húnalondum. Hósdagin 15. de­semb­ er verður al­menn mót­­tøka á Sløkki­liðs­ støðini í Klaksvík í samband við at Finn Hansen te kur við sum sløkkiliðsle iðari, og Kári Kjel næs fer frá fyri aldur Leiðaraskifti Hósdagin 15. desember 2005 tekur Finn Hansen við sum nýggjur sløkkiliðsleiðari í Klaks­vík. Hann verður sam­­stundis fyrsti sløkki­liðs­ leiðarin í Klaksvík, sum er í full­tíðarstarvi. Finn tekur við eftir Kára Kjelnæs, ið hevur verið í sløkki­liðnum í Klaksvík í 38 ár. Kári hevur verið leiðari síðan 1990 og fer nú frá fyri aldur, men hann er framvegis leiðari á Svimji­ høllini í Klaksvík, og heldur hann fram í hesum starvi til komandi summar, tá hann verður 67 ár. Finn Hansen er 37 ára gamal og klaksvíkingur. Hann er útbúgvin maskinsmiður og motorpassari. Hann hevur verið við í sløkkiliðnum í nøkur ár. Í samband við starvssetanina skal Finn til Danmarkar at taka útbúgving sum slølkkiliðsleiðari. Móttøka verður á Sløkki­ liðs­støðini frá kl. 17 - 19. Með­an móttøkan er, verður høvi hjá børnum at sleppa ein túr við brandbili. Í heyst hava skúlar kring alt landið verið í starvsvenjing, men tað er ikki heilt liðugt enn. Vit tosaðu við Kirstin Hentze í Sumba, sum gongur í 10.b í Vági, hon var í starvsvenjing hjá Salong Viviann í Havn Henning Joensen Praktikantur Kirstin Hentze í Sumba, sum gongur í 10.b í Vági, var í starvsvenjing hjá Salong Viviann í Havn í viku 48-49, tá framhaldsdeildin í Vágs skúla var í starvsvenjing. Vit spurdu Kirstin, hví hon valdi at fara til Havnar í starvsvenjing. Hon segði, at tað var bara av tilvild, men tað er fínt at sleppa til Havn­ar, tí her er nógv at fara til í frítíðini. Hon var í starvs­venjing hjá Salong Viviann, og har dámdi henni bara væl. Kirstin hevur altíð hugsað sær at verið frisør ella kosmetolog, hon royndi fyrst at vita um hon slapp til ein kosmetolog, men har var upptikið, síðan valdi hon at fara til Salong Viviann, fyri at vita um tað var nakað fyri hana. Hon møtti kl.10 um morgunin og var liðug kl.18. Tá vit spurdu hana, hvat hon slapp at gera har, segði hon, at hon m.a. vaskaði hár, setti vørur upp á pláss og tók tele­ fonina. Til seinast spurdu vit Kirst­in, hvat starvsvenjingin merkir fyri hana. Til tað segði hon, ”eg haldi,at tað er fínt, at man sleppur í starvs­venjing í tvær vikur, men tað eru ikki øll, sum dáma tað, men mær dámar tað væl, tí so kann eg sleppa út at royna, um tað er nakað fyri meg. Eg var hjá Salong Madonnu í fjør, og í ár eri eg hjá Salong Viviann, og hetta hevur ført til, at tað er als ikki ómøguligt, at eg fari at læra til frisør”, sigur hon. Kirstin var í starvsvenjing hjá Salong Viviann Klaksvíkar Kommuna: Finn avloysir Kára sum sløkkiliðsle iðari Kári Kjellnæs (v.m.) fer nú frá sum sløkkiliðsleiðari í Klaksvík og Finn Hansen tekur við Tøkk Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaða mamma, omma og langomma Ingibjørg M. Johannesen fór heim til Harran. Hjartaliga takka vit Svenning Johannesen, Osmund Justinussen og Poul Færø fyri bøn og troystarrík orð, Jóannes á Váli fyri orgulspæl, sangkórið fyri tykkara vakra sang og Dánjal Norðberg fyri bøn á grøvini. Eisini ein tøkk til tykkum, sum bakaðu til ervið, fyri telegram, kransar, blómur og peningagávur til Zarepta og tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Eina stóra tøkk til starvsfólkini á G4 fyri umsorgan og hjálpsemi tykkara, sum vóru um hana hennara síðstu tíð. Somuleiðis eina hjartaliga tøkk til Jonnu og Oddmar, sum altíð vóru so góð við mammu. Vinum og kenningum ynskist eini góð og hugnalig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Marjun, Pole og Finn við familju NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Tøkk Hjartaliga takki eg tykkum øllum, ið mintust til mín tann 5. oktober 2005 á 80 ára degnum. Somuleiðis tøkk til tykkum øll, ið komu til Øravíkar tann 15. oktober 2005 til veitslu. Sjálvt um verkfall var, vóru tit fleiri, ið komu um Suðuroyarfjørð. Tøkk øll somul fyri gávur, blómur, fjarrit og uppringingar. Takk fyri alt ígjøgnum farin ár og signing við teimum, ið fóru fátækt var lívið á ellisárum, um ikki góð minnir vóru. Gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Bestu heilsanir Vilborg Michelsen, Tvøroyri Kirstin Hentze var í starvsvenjing hjá Salong Viviann í Havn Mynd: Jens Kristian Vang