Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-12-14, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. desember 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 240 - 14. desember 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar­pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í Vikuskiftis Sosialin í litum. Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar myndir til "Heils­an-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr. Síðsta freist at lata brúð­armyndirnar inn er hós­dag kl. 12.00 Sosialurin Litmyndir av brúðarpørum í Hósdagin rundar Dánjal av Rana í Trongisvági tey átta­ti. Hóast virkin á flestu sam­felagsøkjum kenna vit Dánjal best frá drúgva polit­ iska- og fakfelagsliga virk­ seminum, sum hann var virk­ in í á Tvøroyri fram móti aldarmótinum. Virkna arbeiðslív sítt byrjaði Dánjal sum ung­lingi í kolaminunum í Ranga­ botni. Seinni koyrdi hann grav­kýr, m.a. í sambandi við anlegsarbeiði til loran­ støðina á eggjunum, SEV útbýggingina í Botni og við Hovsvøtn og tá útbyggingin fyri flakavirkið á Tvøroyri varð gjørd. Í 1971 gjørdist Dánjal virk­ in í fakfelagsarbeiði sum nevndarlimur og skrivari í arbeiðsmannafelagnum Fylk­ ing á Tvøroyri, har hann var formaður í árunum 82-97. Í 1977 varð hann settur í starv sum stjóri á løngjaldsstovu Fylkingar, og røkti hann hetta í 20 ár. Fyrsta fólkavalda starv­ ið fekk Dánjal í 1959, tá hann varð valdur í líkn­ingar­ nevndina á Tvøroyri. Í hesum virkaði hann til 1980 og var formaður frá 1969. Dánjal varð fyrstu ferð vald­ ur býráðslimur á Tvøroyri í 77, og røkti hann hetta starv­ ið í samanlagt 24 ár- harav var hann borgarstjóri frá 1985- 1992. Í Froðbiar sóknar javn­aðar­ felag var Dánjal nevndar­ limur í 45 ár, av hesum var hann formaður í 12 ár. Hugsjónarliga og politiskt er Dánjal kendur frá stríðnum fyri sosialum rættvísi. Her var avgjørda hugsan hans­ ara at arbeiðarastættin, bæði beinleiðis og gjøgnum polit­ isku umboðan sína, átti sín lutvísa part í bæði vinnutólum og harav skaptum vinningi. Henda sannføringin ser­ merkti vinnulívið á Tvør­ oyri, øll tey árini hann og javn­líkar hansara ráddu fyri borgum. Tá tað privata gavst á fótum, fingu teir, frá vanliga borgaranum, til vega partapening og lótu byggja flakavirki og trolar­ ar, sum øll kreppuárini veittu tvøraborgarum ríkar vinnumøguleikar. Sum blaðungur gjørdist Dánjal andaliga virkin, og Gudstrúgvin og samfelag teirra Heilagu hevur verðið ein grundleggjandi partur av lívinum, ein partur, sum skilliga sæst aftur í fótaspor­ um hansara. Dánjal giftist í 1949 As­laug, sum hevur verið hon­ um ein trúgvur stuðul øll hesi mongu ár. Tey eiga 4 børn, Petur Karl, Bjørg, Jenis, og Varnu. Abbabørnini eru 7. Føðingardagurin verður hildin í samkomuhúsinum Salem á Tvøroyri frá kl. 19.00 hóskvøldið. Har eru øll vælkomin at heilsa Dánjali. Fyrrverandi politikari og fekfelagsleiðari áttati Tøkk Vit takka hjartaliga øllum fyri sýnda samkenslu tá kæri maður, pápi, verfaðir, abbi og langabbi okkara Leif Lamhauge, Tórshavn Leif í Dalinum andaðist og varð jarðaður. Tøkk fyri blómur, kransar, heilsanir og gávur til Føroya Felag móti Krabbameini. Tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina og við ervið í Pálsstovu. Takk til talarar, berarar, organistar, Dupultkvartettina, sangarar í kirkjuni og á grøvini. Tøkk øll tit, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað her. Hjartaliga takk øll somul. Familjunnar vegna Sanna Sigrun, Marjun, Sigurd og Margit 2. desember 2005 hevði Hans Petur Kjærbo yvirvitapassari í Vági 25 ára starvsdag hjá Farvandsvæsenet, Færøernes Fyrdistrikt. Hans Petur er 50 ára gamal og sumbingur. Liðugur við reaskúlan var hann sjómaður í eini trý ár. Síðan arbeiddi hann eina tíð hjá DFDS í Es­bjerg og seinni hjá Byggi­­felagnum Waagstein í Havn. 2. juni 1980 var Hans Petur settur í starv hjá Far­ vandsvæsenet. Hann byrjaði í Akrabyrgi, har hann var til 1995, tá vitin varð auto­ matiseraður. Síðan hevur hann arbeitt við teir ymisku vitarnar kring landið, serliga á Borðuni, har hann hevur verið fast 5. hvørja viku, og á teimum størru vitunum í Mykinesi og Akrabyrgi. Basin hjá vitapassarunum í Føroyum hevur í nøkur ár verið á Loranstøðini á Eiði, og frá 1. januar 2006 er Hans Petur settur sum økis­ vitapassari, har hann kemur at arbeiða fast á Eiði. Í hesi 25 árini, Hans Petur hevur verið í starvi, hevði hann farloyvi í hálvt ár í 2001, tá hann var kokkur við nótabátinum Saksaberg. Í 1983 giftist Hans Petur við Ritu, f. Tausen, úr Vági. Tey eiga trý børn: Linda, 23 ár, og tvíburarnar Andras og Allan, sum eru 20 ára gamlir. Hans Petur í Gomlustovu Kjærbo, Vágur: 25 ára starvsdag hjá Farvandsvæsenet Kiwanis-klubbin, Tórshavn: Selja jólatrø til væl­ gerandi endamál Aftur í ár eru tað limir frá Kiwanis-klubbanum Tórshavn, sum selja jólatrø, har allur vinningurin av søluni fer til vælgerandi endamál í Føroyum.